Mótmæli
Tinganes: Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, fekk í gjár handaðar listarnar við undirskriftunum, sum mótmæla, at landsstýrismenn fáa eftirlønarhækkan afturvirkandi til 1951. Bjarni Djurholm lat beinanveg undirskriftirnar víðari til løgmann.
Pressan var møtt upp í Tinganesi, tá teir tríggir, Hans Joensen, Baldvin Baldvinsson og Eiler Viderø, komu í Tinganes við ørkunum, har 8.450 undirskriftir stóðu á, sum mótmæltu broytingunum í politikkaraeftirlønunum.
Klokkan var júst 10, tá Hans Joensen fór á dyrnar hjá Bjarna Djurholm, landsstýrismanni. Men har var stongt. Hann bankaði uppá, men har kom eingin. Hann bankaði aftur. Hart. Tá varð latið upp.
Fyrst kom ein skrivstovukvinna í dyr og segði, at landsstýrismaðurin var á veg. Síðan kom Bjarni Djurholm sjálvur og beyð inn. Hann helt hurðini, til øll vóru komi innum.
Inni á skrivstovuni fekk landsstýrismaðurin handaðar tær 8.450 undirskriftirnar, sum hann beinanveg gav løgmanni, sum eisini var komin inn á gólvið. Bjarni Djurholm metti seg ikki hava nakað við málið at gea sum so, tí tað liggur undir løgmansembætinum.
? Tí var løgmaður borðsendur, segði Bjarni Djurholm.
Spurdur um, hví júst Bjarni Djurholm, sum annar einki hevur við málsøkiðið at gera, skuldi hava undirskriftirnar, svaraði Hans Joensen, at teir høvdu lagt merki til, at hann var tann landsstýrismaðurin, sum var minst innblandaður í málið.
Løgmaður helt, at hetta málið var ov illa lýst frá byrjan og gav pressuni skuldina fyri tað. Tað kann pressan so bara taka til eftirtektar.
Hinvegin lovaði løgmaður, at hann fer at arbeiða fyri, at eftirlønirnar verða á einum rímiligum støði. Tað, sum í brævinum frá teimum, sum hava staðið fyri undirskriftainnsavningini, verður nevnt ein sømilig skipan.
Spurdir um, hvat ein sømilig skipan er, dugdu innsavnararnir ikki reiðiliga at svara. Heldur ikki løgmaður hevði nakað boð uppá, hvat eitt rímiligt støði eftir hansara meting er. Men hann fer at seta ein bólk at finna fram til tað.
Innsavnararnir duldu ikki fyri, at teir hildu seg hava ávirkað málið soleiðis, at politikkararnir hava vent 180 stig. Men teimum dámdi ikki spurningin um, hví teir ikki gjørdu vart við seg, beinanveg málið var fyri í Tinginum í apríl. Heldur ikki Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, hevði hug at svara tí spurninginum.
Víst varð á yvir fyri teimum, sum staðið hava fyri undirskriftainnsavningini, at har standa bara nøkur nøvn á listunum. Eingin adressa ella annað, sum sigur, hvør persónurin aftan fyri undirskriftina er. Í prinsippinum kann einhvør, sum vil, seta eitthvørt tilvildarligt navn á listan einar 30 ella 100 ferðir, og so telur tað fyri eina undirskrift. Men juridiskt er tað einki sum helst vert.
Men slíkum viðmerkingum frá pressuni vildu teir als ikki vita av.