Innan tríggjar dagar eru tvey álop við knvívi farin fram í Havnini. Báðu ferð er talan um ógvuliga grovan harðskap. Og tað eru heilt ungir dreingir, ið standa fyri hesum álvarsomu álopum.
Týskvøldið spákaði ein 15 ára gamal drongur undir Glaðsheyggi. Brádliga koma átta (8) ungir dreingir og leggja á tann einsamalla drongin. Hann verður skorðin einar ellivu ferðir í andliti og bløðir illa.
Teir átta gerningsmenninir vóru allir í svørtum klæðum og høvdu elefenthúgvur, sum fjaldu andlitini. Løgreglan heldur, at teir eru í aldrinum 15-18 ár.
Líkt er ikki til at álopið er framt spontant, men at tað er lagt til rættis frammanundan. Tann álopni gongur vanliga á hesum leiðum, og tá teir átta dreingirnir síggja tann 15 ára gamla, fara teir at ganga skjótari og fanga hann at enda.
Hann verður hildin niðri, meðan ein drongur skerð hann í andlitið. Tað eftir øllum at døma ein ólógligur springknívur, sum er nýttur í hesum álopinum. Drongurin varð hildin í einar tríggjar minuttir, áðrenn dreingirnir fóru avstað, sum um einki var hent.
Tey umleið ellivu sárini drongurin fekk, eru ikki serliga djúp, og tí er hann ikki innlagdur á sjúkrahúsið. Hann bløddi tó illa.
Fekk hóttan
Løgreglan sigur við Sosialin, at tann álopni fekk eitt SMS um fartelefonina nakað fyrr um dagin. Hetta boðið varð sent um internetið, og tí ber ikki til at siga uppá standandi fót, hvør hevur sent tað. Kanska Føroya Tele hevur ein møguleika at spora hetta boðið.
Hetta var eitt hóttandi boð, men løgreglan vil ikki siga, hvat stóð í hesum boðnum, drongurin fekk.
Tann álopni er vinmaður við tann drongin, sum framdi álopið uppi í badmintonhøllini leygarkvøldið, tá ein drongur misti sjónina í øðrum eyganum. Tí er okkurt, sum bendir á, at hesi bæði álopini hava samband hvørt við annað. Løgreglan vil tó ikki vátta, at so er.
Jón Klein Olsen, støðleiðari, sigur, at løgreglan hevur ávísar persónar í kikaranum, sum teir hava illgruna um.
Dreingirnir ferðast í sama umhvørvið, og tað er onkur innan hetta umhvørvið, sum skal geva løgregluni upplýsingar um álopið ella gerningsmenninar.