Verkfallið ? sæð í bakspeglinum

Hugleiðingar: Drúgva verkfallið hjá Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag er farið.

 

Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag


Hugleiðingar: Drúgva verkfallið hjá Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag er farið. Øll tann føroyska arbeiðarafjøldin fekk ágóðan av stríðnum, ið limir í nevndu feløgum førdu, hóast ágang frá myndugleikum og løgreglu, ið manniliga tóku part arbeiðsgevarans í orði og verki. Men hvussu fór leikur veruliga fram, hvussu reiðiligur var mótparturin (Føroya Arbeiðsgevarafelag), rakti ILA-sjúkan meint, hóast einki var gjørt við sjúka laksin heilar14 dagar eftir lokið verkfall? Spurningarnir eru nógvir.

Gevur ein sær stundir at hugsa, minnast, rógva aftur á, so eru ósvaraðü spurningarnir nógvir á stríðsleiðini ? sæð í bakspeglinum. Óivað stendur almenningurin enn meira spyrjandi um mong viðurskifti, enn tey, ið upplivdu leikin handan leiktjøldini.


Hví bleiv verkfall?

Tað er týdningarmikið at minnast til, at hóast FAG royndi at fjala, at teirra leiðsla hevði ábyrgd av verkfallinum, so var hetta veruleikin. Hetta varð eisini gjørt vart við í lesarabrævi undir verkfall inum.

Undan verkfallinum, undir samráðingum, fekk FAG semingsmenninar at ganga ørindi teirra og leggja fram uppskot, sum bæði Føroya Arbeiðsgevarafelag og og semingsmenn vistu, at okkara feløg ikki kundu góðtaka.

Semingsmenn og FAG nýttu tíðina illa. Teir fóru av Hotel Føroyum oman á Hotel Hafnia at samráðast við Karl Johansen og hansara felag og klaksvíkingar. Hetta, hóast sáttmálafreistin ikki var farin. Hesi feløg kundu ikki lýsa arbeiðssteðg fyrr enn 24 tímar seinni. Fyri okkara viðkomandi var sáttmálin hinvegin útgingin.

Semjan við Havnar Arbeiðsmannafelag og feløgini í Klaksvík var gjørd við tí fyritreyt, at okkara feløg skuldu ikki hava somu lønarhækking sum Havnar Arbeiðsmannafelag og feløgini í Klaksvík. Hetta fingu vit at vita beinleiðis frá semingsmonnunum.

Òskiljandi er, at semingsmenninir ikki nýttu tíðina at loysa tann avgerandi knútin, nevniliga kravið frá Føroya Arbeiðsgevarafelag um, at feløg okkara skuldu hava umleið 2,5% minni lønarhækking, enn hini feløgini. Serliga, tá hugsað verður um, at um hetta gjørdist samráðingarúrslitið, kundu Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag lýsa arbeiðssteðg beinanvegin. Vikufreistin, ið semingsmenninir høvdu útsett møguliga verkfall okkara, var farin, meðan umleið 24 tímar vóru eftir av vikufreistini, ið møguligt verkfall hjá Havnar Arbeiðsmannafelag og feløgunum í Klaksvík var útsett.

Skal í stuttum takast samanum, so er fyri okkum eingin ivi um, at semjan við Havnar Arbeiðsmannafelag og feløgini í Klaksvík var gjørd fyri at trýsta Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag at góðtaka eina lægri lønarhækking.

Onnur sannlík frágreiðing er ikki at hóma, hví semingsmenn lata okkum sita og bíða á Hotel Føroyum, meðan samráðst varð á Hotel Hafnia við feløg, har 24 tímar vóru eftir at samráðast um semju, meðan okkara feløg kundu lýsa arbeiðssteðg beinanvegin, ið samráðingar slitnaðu.


Broyttu taktikk

Eftir semjuna á Hafnia, søgdu semingsmenninir, at arbeiðsgevararnir høvdu skift taktikk, tí nú vildu teir bert tosa um, at feløg okkara skuldu gera somu semju, sum hini feløgini, tó so, at vit skuldu hava lægri lønarhækking.

Afturkomnir av Hafnia niðan til okkara á Hotel Føroyum, var avtalað, at partarnir og semingsmenn skuldu fáa sær ein bita. Fakfelagsumboð løgdu tó skjótt til merkis, at arbeiðsgevaraumboð veruliga tóku sær av løttum við víni afturvið matinum, og skilliga sást, at ongar ætlanir vóru um at halda fram við samráðingunum. Rætt var, tí stutt eftir fóru flestu umboðini hjá arbeiðsgevarunum heim.

Undrandi sótu vit eftir, tí ætlan okkara var at halda fram við veruligum samáðingum.

Okkara feløg søgdu alla tíðina, at vit kundu undir ongum umstøðum góðtaka semju eftir tí leisti, sum hini feløgini høvdu gjørt, tí vit fingu at vita, at so fingu vit 2,5% minni lønarhækking.

Tá greitt var, at arbeiðsgevararnir ikki høvdu áhuga í at halda fram at samráðast, tyktust semingsmenn altráðir at leggja fram semingsuppskot. Vit væntaðu, at bert einstøk av okkara krøvum vóru tikin við. Men einki var tikið við av okkara krøvum! Uppskotið var avskrift av uppskotinum, hini feløgini høvdu góðtikið ? tó so, at vit skuldu hava lægri lønarhækking.

Nærliggjandi hugsan er, at her hevur verið hugsað um, at politiski myndugleikin møguliga fór at hava tørv á semingsuppskoti at lóggeva eftir, um Løgtingið skuldi leggja uppí.

Gongdin vísir, at tað eru ikki fakfeløgini, ið hava ábyrgdina av verkfallinum, ið var, men umboð fyri arbeiðsgevarar, ið við taktiskum snildum hava trýst fakfeløgini út í stríð fyri sínum rættindum.



Myndugleikar og løgregla við

Áhugavert er eisini at skriva sær aftan fyri oyrað, at sitandi samgonga og myndugleikarnir annars, so dyggiliga stuðlaðu arbeiðsgevarunum, tá harðast leikaði á.

Føroyska arbeiðarafjøldin var fyri ágangi. Alvápnað løgregla við hundum kom á staðið, tá blokaduvaktir royndu at verja síni øki. Tíbetur dugdi stríðandi arbeiðarafjøldin at handfara støðuna, so væl útgjørda løgregluliðið kom til friðarlig fólk, ið ikki høvdu nakrar ætlanir um ófrið.

At forkvinnurnar í FA og HAK so vóru fylgdar av løgreglubili í eina viku, er ein onnur søga, men okkurt annað og betri átti at verið at tikið sær til hjá løgregluni og teirra myndugleikum.

Hjá stríðandi fakfeløgunum var politiski stuðulin lítil og eingin at heinta. Bert ein flokkur sýndi stuðul í verki.


Sjúki laksurin hent amboð

Fakfeløgini royndu undir stríðnum alla tíðina at gera vart við, at verkfallið var ikki orsøk til nógv umrøddu ILA-sjúkuna. Sjúkan var frammanundan!

Men sjúkan gjørdist hent amboð hjá arbeiðsgevarum og myndugleikum, ið rættiliga tóku lógvatak saman. Fjølmiðlarnir vórðu fóðraðir fleiri ferðir dagliga um tær ræðuligu avleiðingar, ið tað fekk, slapp fólk ikki til arbeiðis, so tamarhald kundi fáast á sjúkuni. Sjálvt serkunnleikin, landsdjóralæknin, var fleiri ferðir frammi í somu ørindum. Fekk verkfallið ikki einda sum skjótast, so stóð framtíð Føroya neyvan at bjarga.

Vorðið sum vápn. Og trýstið var stórt á fakfeløg og undrandi almenningin, ið dagliga hoyrdi útvarpsfólk við undrandi rødd hava viðtal við serkunnleikan. Her stóðu arbeiðsgevarar, myndugleikar og serkunnleikin sum ein maður mótvegis arbeiðarafjøldini.

Seinni er komið fram, at ILA-sjúkan als ikki breiddi seg í sjúku økjunum við slíkari ferð, sum almenningurin fekk hóming av.

Seinni er eisini staðfest, at 14 dagar eftir lokið verkfall, var einki gjørt við ILA-sjúka laksin!!!

So kann hin einstaki sjálvur hyggja í bakspeglið, minnast, og gera sær sínar metingar um teir myrku verkfallsdagar, tá framtíð Føroya var tímar frá at fara fyri bakka.


Orsøkin

Vert er eisini at gera sær metingar um, hví krøv um hægri løn eru komin fram. Hví vil verkafólkið hava hægri løn?

Ikki er so langt síðani, at landsins kosnu menn hækkaðu sína egnu løn munandi, umframt viðbøtur og frádráttir.

Í hesum døgum er so nýtt uppskot lagt fyri landsins kosnu menn og teir hava samtykt. Risa stórar pensjónir til landsstýrismenn, galdandi aftur í fimmtiárini. Pensjónir, ið mánaðarliga svara til nærum tvífalt tað, ið verkafólk vinna sær við hørðum stríði.

Eru ráðini til hetta, samstundis sum sjálvbjargni skal økjast, so er ei at undrast á, at verkamaðurin krevur sín rætt, fyri at halda samfelagshjólini gangandi.

Betsa dømi um, hvat hendir, um verkamaðurin leggur árarnar inn eina løtu, er støðan undir verkfallinum. Prógvað varð, at verkafólkið kann ikki verast fyri uttan, og so er ikki meira enn rætt og rímuligt, og slík arbeiðsmegi verður virðismett og fær rímuliga løn.


Stríð fyri alt landið

Limirnir í Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag stóðu saman. Samanhaldið var fantastiskt. Um 1000 fólk møttu á fundi í Kollafirði og gingu tiltiknu gonguna til rundkoyringina í Kollafirði.

Tað, ið FA og HAK vunnu við verkfallinum, fáa hini fakfeløgini eisini ágóðan av. FA og HAK hava stríðst fyri alt Føroya land.

Endin gjørdist ein sáttmáli, ið kanska ikki øll fegnast um. Men vert er at minnast til, at talan var um ein prinsippiellan sigur. Aldursviðbót kom fyri fyrstu ferð við í sáttmálan. Og staðfest er, at tað er ikki FAG og semingsmenn, ið gera av, hvat vit skulu samráðast um og soleiðis skúgva okkara krøv til viks, men hinvegin snýr tað seg um samráðingaruppleggini, sum FA - HAK koma við.

Í bakspeglinum er lætt at avdúka ljótu síðurnar í stríðnum. Lætt er eisini at kenna vin frá mótstøðumanni. Slíkt er vert at skriva sær aftanvert oyrað. Arbeiðsgevarar, sitandi myndugleikar, løgregla hava lítið at vera stolt av, um hugt verður í bakspeglið. Politikarar, ið raskastir eru at skava til sín sjálvs, eru ringir og fámentir at hóma, um hugt verður at verkfallsdøgunum í bakspeglinum. ILA-sjúki laksurin svam líka sjúkur 14 dagar eftir lokið verkfall, men fjølmiðlar og serkunnleikin tagdu.

Stríðið var hart, men samanhaldið gjørdi, at Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag vunnu stríðið. Millum annað við starvsaldri og samráðingarrættinum sum vinningi.

Ein sigur, ið kemur øllum limum í feløgunum til góða, umframt limum í øðrum feløgum. Sostatt vístu limir í FA og HAK fantastiskt samanhald, allari føroysku arbeiðarafjøldini at frama og tøkk fái limirnir fyri tað. Limirnir í FA og HAK kunnu hyggja í bakspeglið og framvegis ganga lendafattir og við góðari samvitsku.