Krepputos
Tað er einki stuttligt at vera HB viðhaldsmaður, nú tað líður ímóti kappingarenda. Tap omaná tap, eitt sjeynda pláss og ein fyri HB lítið verdug støða.
At tað gongur skjótt hvønn vegin í fótbóltinum kunnu ikki minst teir í HB skriva undir uppá. Í bólkaumfarinum í steypakappingini vóru teir sera sannførandi. M. a. vunnu teir tvær ferðir á GÍ, sum teir í annaðkvøld skulu spæla útsettan landskappingardyst ímóti. Góðu úrslitini gjørdu, at HB av mongum varð mett sum eitt gott boð upp á FM heitið. Nú eru teir í botninum, og um teir tapa bæði í annaðkvøld og tá EB/Streymur, sum hevur undanvind og er fult í sjálvsáliti, kemur í Gundadal sunnudagin, so verður HB á 8. plássinum. Tað er óhoyrt.
? Í yngru deildunum gongur væl, men í løtuni stendur 1. deildarliðið orduliga í skugganum. Ikki minst av grannunum í B36, sum eg haldi eiga nógv tað besta liðið í landinum. Teir eru væl fyri á øllum plássum, og tað er kapping um øll plássini hjá teimum, sigur Kaj Leo Johannesen, sum er formaður í partafelagnum Havnar Fótbóltur, ið rekur 1. lið hjá HB.
Øvundar tú teimum?
? Eg eri ikki uppaldur við øvund. Dagliga fáist eg við fiskivinnu. Har gongur tað upp og niður. Tú mást arbeiða út frá støðuni, sum hon er, og tað mást tú eisini í fótbóltinum. Tað, sum ræður um hjá okkum, er at koma á støðið, sum B36 nú er á og helst uppaftur longri fram. Tað vil siga, at vit skulu hava nógvar góðar spælarar, sum kappast um øll plássini á besta liðnum.
Tað ljóðar sum ynskidreymar, sum eru langt burturi?
? Kanska. Men tað kann ganga skjótt hvønn vegin. Tað er ikki altíð, at tað skal so nógv til fyri at fáa gongdina at venda. Hjá okkum er talan um stuttskygda veruleikan, sum vit mugu gera nakað við og so langtíðar málið, ið er at vit skulu hava nógvar spælarar, sum altíð hava verið HBarar. Hetta seinna halda vit rimmar fast við.
Men hvat gera tit við tað fyrra, sum tú nevndi?
? Tað fara at koma broytingar. Hvørjar tær verða, kann eg ikki siga akkurát nú. Men tað er greitt, at vit skulu gera okkurt.
Eru tað víðfevndar broytingar, sum hava við hetta kappingarárið at gera?
? Vit røkka ongum í ár, men tað er týdningarmikið, at vit verða væl fyri, tá farið verður undir komandi kappingarár. Vit vóna, at lyklaspælararnir, sum hava verið skaddir, aftur vera tøkir tá. Eitt stórt og gott felag eigur at tola, at spælarar eru burtur frá, tí teir eru skaddir. Tað hava vit ikki tolt í ár. Og so mugu vit eisini fáa nýtt blóð til.
Tað vil siga, at tit sleppa málinum um, at tað skulu vera spælarar, sum eru uppaldir í felagnum, sum skulu manna besta liðið?
? Avgjørt ikki. Øll eru vælkomin í HB. Men tað er klárt, at vit umhugsa at fáa nýggjan íblástur, og vit hava betri møguleika fyri tí nú, enn vit hava havt.
Hvussu tá?
? Tað ljóðar kanska undarligt, men fíggjarliga hevur hetta árið roynst væl. Tað vil siga, at bæði áskoðararnir og stuðlarnir hava verið trúfastir, sjálvt um tað hevur skorist illa á vøllinum.
Tað vil siga, at tit ætla at keypa spælarar?
? Vit hava einki gjørt av, men at vit fara aðra staðni eftir einum ella tveimum spælarum er avgjørt ein møguleiki.
Fara tit at fiska í Føroyum ella uttanlands?
? Tað dugi eg ikki at siga í løtuni, tí eg veit tað ikki.
Hevur tað verið upp á tal at skifta venjaran út?
? Tað hava vit ikki tosað um. Hann hevur sáttmála í fleiri ár, og tað hevur ikki verið tosað um annað enn at halda seg til ta avtaluna, sigur Kaj Leo Johannesen.
Einki er at ivast í, at tað fara at verða fleiri tíðindi at frætta frá HB. Spurningurin er, nær tey fara at koma, og hvørji tey fara at vera. HB formaðurin heldur, at B36 eigur besta liðið í Føroyum, og tað kunnu teir í norðara húsinum í Gundadali ikki bara sita hendur í favn og staðfesta.