stig móti GÍ í Gøtu, HB í Gundadali og KÍ suðuri á Krossinum. Møguleikin er størri, tá teir 20. september fáa vitjan av VB, men tað verður torført hjá Sumba. Fuglfirðingar vunnu í Runavík í fjør, men hesa [...] langt frá støðuni, sum GÍ nú er í og til glæsiligu úrslitini, teir hava rokkið fyrr í nítiárunum. Eldurin Og so er tað botnurin. Í blaðnum leygardagin greiddi formaðurin í TB frá, hví teir høvdu skift annars [...] tóktist vera farin í gongd, tá teir í fyrsta umfarinum eftir summarsteðgin vunnu stórt móti NSÍ, eru teir meiri ella minni steðgaðir upp. Tað er samstundis sjón fyri søgn, at luttøkan í Europa Cup og tøttu
Byrjanin av dystinum á Krossinum í Sumba var tó ikki so heilt ring kortini. Í fyrsta minuttinum av dystinum hevði NSÍ eina næska roynd, sum sumbingar tó fingu vart fyri. Teir fóru í mótálop og Jóan Lisberg varð [...] hóast tað gekk eitt korter áðrenn NSÍ aftur kom framum í dystinum, so høvdu runavíkingar alt spælið og teir trýstu sumbingar í botn. Triðja málið í dystinum átti NSÍ - teir áttu tað sum eftir var - og tað [...] búleikast í Havn gerandisdagarnar og tí fær liðið ikki vant saman nóg ofta. Spurningurin um ítrótt og arbeiði er altíð nakað, sum er torført at fáa eitt endaligt svar uppá, men sum støðan er í Sumba í løtuni
vikuskifti í týdningarmiklar uppgerðir. LÍF fær vitjan av oddaliðnum av Sandi, og NSÍ fær vitjan av EB/Streymi, sum er á níggjunda plássinum, sum teir í Runavík hava sett sær sum mál at fáa fatur í. [...] omanfyri. Í fyrsta álopinum eftir steðgin fekk heimaliðið hol á. Støðan stóðst av hornasparki og nakað av aftur og fram í brotsteiginum. Kristian Eliasen sneiddi framvið einum og smekkaði í kassan úr sjey [...] tað gav meiri tyngd í álopspartin. Hóast LÍF var omaná, so lúrdi møguleikin fyri útjavning, tá Jack Jakobsen og Petur Meinhard Jakobsen høvdu góðar møguleikar. Útjavnandi málið kom í síðstu løtu. Innskifti
Bergur Magnussen hevði bríkslað fyri síðstu ferð í Fuglafirði. Og báðar reaktiónirnar vóru væl skiljandi. Teir í Fuglafirði høvdu tikið fyrireikingarnar í tí álvara, sum skal til, tá tað stendur illa til [...] óneyvar, og teir vóru sera lítið sannførandi, tá teir fóru í nærdystirnar. Tvørámenn vóru óhepnir, tá miðvallarin Tórður Holm í fyrsta minutti rakti í stólpan, og mótgongdin var stór, tá Pól F. Joensen, sum [...] gjørdu, tá teir vunnu stórt á Sumba. Teir høvdu í útgangsstøðuni tríggjar menn á toppinum, og tað komu onkrir hálvir møguleikar burturúr. Næst við at skora í 1. hálvleiki vóru teir, tá Áslakur R. Petersen
hotellinum um vikuskiftið. Kafé og matstova Allar fyritøkurnar, sum eru við á vørumessuni ?98 er føroyskar. Talan er um 21 fyritøkur, sum eru kendar av so at siga hvørjum mansbarnið í Føroyum. Fyri at tey vitjandi [...] Sveinur Tróndarson Fyri fyrstu ferð nakrantíð verður skipað fyri eini vørumessu í Føroyum. Komandi vikuskiftið verður Hotel Føroyar karmur um fystu vørumessuna, sum nakrantíð er fyriskipa her á landi. [...] letur upp fríggjadagin 4. september klokkan 9 á morgni. Tað verður Jógvan við Keldu, borgarstjóri í Klaksvík, sum fer at seta stevnuna. Upplatingartíðirnar fyri Vørumessuna ?98 eru hesar. Fríggjadagin
Jóannes S, Hansen starvaðist í Føroya Banka í 31 ár, men varð uppsagdur í januar 1997. Hann varð tó ikki arbeiðsleysur, men hevur arbeitt eitt skifti í Noregi sum skrivstovustjóri í fyritøku, ið umsetti fyri [...] arbeiðis í málingahandli í Runavík. Hvussu kennist tað at fara at starvast í peningastovni hjá gamla kappingarneytanum? Tað havi eg als ongar trupulleikar av, serliga tí eg kenni meg so vælkomnan í Suðuroyar [...] at nógvar broytingar fóru fram í føroyska fíggjarheiminum í kreppuárunum. Bæði privatpersónar og virkir fluttu tá í Suðuroyar Sparikassa. Hesi viðskiftafólk vil deildin í Havn eisini bjóða góða tænastu
Í gjárkvøldið klokkan 18 skuldu teir átjan, sum hava fingið landsliðsboð, møta í hølunum, sum Tryggingin eigur í Runavík. Har skulu teir halda til, meðan teir fyrireika seg til fyrstu uppgávuna á heimavølli [...] heimavølli í triðju EM undankappingini, sum føroyingar hava tikið lut í, síðani altjóða fótbólturin lat hurðina upp fyri FSF. Fyrsta venjingin skuldi longu vera klokkan 19 í gjárkvøldið, og í dag verður vant [...] fótbóltstjóðirnar í heiminum. At teir vita, hvat tað snýr seg um, var síðsti 1-0 sigurin á heimavølli móti Danmark fyri tveimum vikum síðani staðfesting av. Føroyska liðið hevur ikki vunnið í ár. Í fjør vann liðið
27. august: Karl Jacobsen, vanliga nevndur Karl i Hvalsrætt, Runavík, 57 ára gamal. Ingvald Hansen, Keypmannahavn, 69 ára gamal. 28. august: Thomina Vang Jacobsen, vanliga nevnd Mina á Skansa, Syðrugøta [...] Arnold Guttesen, Sørvágur, 81 ára gamal. 2. september: Helgi Dánjal Klein, ættaður úr Gjógv, búsitandi í Hoyvík, 53 ára gamal. Marin Mouritsen, Tórshavn, 87 ára gomul. Jákup Joensen, Skælingur, 82 ára gamal
Triði dysturin hjá kvinnunum hetta vikuskiftið stóð í Runavík, har Skála var á vitjan. Skála er flutt niður í 2. deild. Tær hava einki stig fingið í kappingini, og tað røkist heldur ikki fyri, at tær fara [...] málið í dystinum upp á brotsspark, men sum nú ikki fær verið við í seinasta dystinum móti HB komandi sunnudag. Fyrri hálvleikur hevði annars verið rættiliga javnur við tilboðum til báðar partar. Í seinna [...] árstalsfelagið hevði endurvunnið FM-heitið frá 1996. B36 hevur bert mist tvey stig í landskappingini í ár. Tað var móti HB í einum 3-3 javnleiki. Rómurin var stórur millum spælararnar og viðhaldsfólkini, sum
leysur í høgru síðu av brotsteiginum, og hann smekkaði í málið. Annars er sera lítið at siga um dystin. Hvørki av liðunum fekk nakað serligt spæl í gongd. Einasti veruligi møguleiki hjá NSÍ kom í seinna [...] at bjóða uppá, men um nakar skuldi vunnið, so var tað helst í lagi, at tað varð útiliðið. Størsti dramatikkurin í dystinum kom í yvirtíðini í seinna hálvleiki. EB/Streymur-venjarin Sverri Jacobsen hevði [...] EB/Streymur vann botndystin móti NSÍ í Runavík leygardagin, men fyri báðar partar kundi sigast, at hetta var kanska tann ringasti dysturin, teir hava spælt. Sundalagsmenn vunnu 1-0 við einum máli, sum