Sveinur Tróndarson
Fyri fyrstu ferð nakrantíð verður skipað fyri eini vørumessu í Føroyum.
Komandi vikuskiftið verður Hotel Føroyar karmur um fystu vørumessuna, sum nakrantíð er fyriskipa her á landi.
Ein vørumessa er ein sølustevna, men ikki av tí vanliga slagnum har hvør Hanus og Janus sleppur at vitja.
Henda stevnan er nevniliga ætla fakfólkum, tað vil siga ein innkeypsmessa fyri handlar, sølubúðir, frisørar, stovns- og virkisleiðarar.
Vøran, sum verður sýnd fram er tað, sum verður á skránni fyri veturin og til jóla.
Vørumessan letur upp fríggjadagin 4. september klokkan 9 á morgni.
Tað verður Jógvan við Keldu, borgarstjóri í Klaksvík, sum fer at seta stevnuna.
Upplatingartíðirnar fyri Vørumessuna ?98 eru hesar.
Fríggjadagin og leygardagin verður opið frá klokkan 9 á morgni til 9 á kvøldi.
Sunnudagin verður byrjað nakað seinni. Tá letur stevnan upp klokkan 13 og hon letur aftur klokkan 21 á kvøldi.
Fyrireikararnir siga, at teir vænta at síggja nógvar framsýningargestir á hotellinum um vikuskiftið.
Kafé og matstova
Allar fyritøkurnar, sum eru við á vørumessuni ?98 er føroyskar.
Talan er um 21 fyritøkur, sum eru kendar av so at siga hvørjum mansbarnið í Føroyum.
Fyri at tey vitjandi og framsýnararnir sjálvandi skulu kenna seg væl, og ikki skulu kenna svongd og tosta, hava fyrireikararnir gjørt av, at barrin í foyeruni á hotellinum skal gerast til eina kafé, stevnudagarnar.
Haðani fer hotellið at bjóða sertilboð við smyrjubreyði, køkum og ymsum øðrum løttum rættum.
Kaféin verður opin allar dagarnar meðan framsýningin er. Fríggjadagin og leygardagin verður opið frá klokkan 12 til 21 og sunnudagin verður opið frá klokkan 13 til 21.
Matstovan Atlantis hevur annars opið sum vanlig, so ongum nýtist at ganga hvørki svangur ella tystur, meðan stevnan er.
Fyritøkurnar, sum taka lut á framsýningini er hesar:
Kemilux Industri, Eysturoyar Heilsøla, Farey, Poul Hansen, Elding, Tøting, ADC-heilsølan, Føroya Tele, Bech & Jacobsen, J. F. Kjølbro, Landshandilin, Tekstilvirkið, Salong Sólrun, Poul Michelsen, Deko-stovan, VisionSoftware, Anith, Foss-El, Damfar, Birgir Poulsen og Alma Petersen