g og røktarheimsplássum, so at okkara yngstu og okkara eldru hava góð kor. Tí tað vísir seg ferð eftir ferð, at tað eru kvinnur, sum hava høvuðsábyrgdina av trivnaðinum hjá yngra og eldra ættarliðnum í [...] meðan konufólk hava verið undantakið. Men nógv er broytt og nógv er betrað, síðani 8. mars fyri fyrstu ferð varð hildin. Tó er framvegis nógv arbeiði at gera á veg móti málinum. Lønarmunir Vit hava í Føroyum [...] sjálvfylgja. Og tað er ikki okkara egna lóggávuvald á Tinghúsvegnum, sum av sínum eintingum tók stig til hesa lóggávu. Ein belgisk flogterna, Gabrielle Defrenne, fór miðskeiðis í 1970unum til ES-dómstólin, tí
dálar inn í Sparikassan, tá hann var stovnaður. Um lýst var í Dimmalætting eftir avvarandi hjá henni, ella hvussu hetta kom út, er óvist, men tað var Petur Kristian Joensen við Gjógv, trímenningur mín, sum [...] Vanliga var tað gott, tá tað vóru fimm fold. Mamma plagdi at kóka eina heila spann av eplum hvørja ferð, tí tað var til kríatúrini eisini, tey livdu eisini av tí. Vit høvdu nokk av eplum, tað var so deiligt [...] køkinum og hoyra kúnna fáa sær vatn, meðan vit fyrr máttu fylla spannir at seta fyri hana. Vit høvdu hesa kúnna í sjey ár. Hon var geldkúgv tá, og vit seldu hana til jarðamóðrina í Fuglafirði. Ein kvígukálv
stóri laksurin skal fáast til lands. Um tað tekur 15 minuttir ella longur, tað ger einki. Tá tað bítur á, er eingin tíð at hugsa um tíð ella stað. Andlitið á Sofíu er fult konsentrerað um boyuna, sum nú [...] fáa ein laks inn at landi, tá tað ræður um, sigur havnarkvinnan Sofía Jacobsen, frísk og fiskihugað. Hesa løtuna hevur hon ikki tíð til stórvegis prát, tí nakrar metrar úr landi hevur ein laksur bitið á rækju-agn [...] 60 cm. langur. Í gjár kom kortini eingin laksur við heim til hús. Kanska eydnan verður betri næstu ferð. - Eg ætli mær norður aftur leygardagin at fiska við einum ommubarni. Tú skilir, - hetta er vorðin
førleika næminganna innan náttúrulærugreinir. Hetta er fyrstu ferð at Føroyar taka lut í PISA-kanningunum, og eru tilsamans 58 lond sum eru við hesaferð. [...] føroyingarnir, sum vórðu føddir í 1990, við skúlaborðini í skúla- og fimleikahallum kring alt landið. Hesaferð var talan tó ikki um vanliga terminsroynd, men vóru føroysku næmingarnir bert ein lítil brotpartur [...] ført til, at Føroyar blivu eitt royndarøki innan ymiskar vitanarverkætlanir, eitt nú í norðurlendskum ella altjóða høpi, sigur Mentamálaráðið, sum eisini staðfestir, at tað er betur at vita enn at gita: -
J og K Petersen, sum heitti á Jógvan um at koma til arbeiðis. Hetta er ikki fyrstu ferð, at Jógvan arbeiðir fyri hesa fyritøkuna. Eitt skifti arbeiddi hann fyri tey í Hvannasundi. Egin maskina Jógvan eigur [...] maðurin yvir av mær. Maskinur hevur Jógvan tó átt í langa tíð. Ta fyrstu ognaði hann sær í 1959 ella 1960. ? Hesa, sum vit koyra nú, havi eg tó bert átt í eini fýra ár, greiðir hann frá. Ikki kann annað sigast
Løgtinginum nakrar ferðir. Sjálvt innihaldið í lógini hevur verið tað sama hvørja ferð, tó so hevur lógin havt ymisk formæli ella inngongdsorðingar. Tað er serliga formælið til lógina, sum hevur verið tann stóri [...] at atkvøðurnar fella til eitt ávíst valevni. Tað er kanska heldur okkurt lokalt mál, persónlig mál, ella kanska ættarbond, trúarfelagar o.s.fr . Hinvegin eru tað eisini flokkar, sum fáa atkvøður, bara grundað [...] grundað av ríkisrættarligu meiningini, og veljarin gevur líka um høgra, vinstra, liberalt ella konservativt. Hetta kann ikki halda fram. Blokkpolitikkurin, sum vit kenna hann frá øðrum londum, finnist ikki
útsynningurvestan eru vinmenn við klaksvíkingar. Veðrið var so mikið gott hesa løtuna fyrrapartin leygardagin, at tú sást ongan frakka ella jakka, og fleiri gingu hvítklædd og tosaðu, skemtaðu og hugnaðu sær [...] . Hann plagdi at máta hitan, og tað var veldugt, tá hann boðaði frá, at nú var vatnið fimtan stig ella meiri enn tað. Seinnapartin leygardagin var tónleikur og sangur av øllum hugsandi slagi úti í Grøv [...] druknum fólki var at síggja og hoyra, og onkur helt fyri, at fullasti og mest trillrundi í Klaksvíkini hesa dýrdarløtuna var mánin. Hann stóð spegilsblankur og rundur yvir Borðoyarvík og smíltist oman yvir
gólvið hjá Søreni og Signu í Rytuvík til prát. Hann er 90 ár, og hon verður 86, tá ið hon fyllir næstu ferð. Í mun til høga aldurin, bera tey bæði seg ógvuliga væl, og tað er hugnaligt at sessast við teimum [...] konan eru altíð saman, bæði heima og úti. - Vit fara til handils saman, og tá koyri eg inn í Brotið ella til onkran annan handil í økinum. Eingin avmarking er í koyrikortinum hjá honum, og tí kunnu Søren [...] nakar trupulleiki. - Eg og konan eru altíð saman, bæði heima og úti, og tá ið vit fara til handils ella at vitja fólk, eru vit eisini altíð saman. Í bilinum kenni eg meg fullkomiliga tryggan, og eg haldi
rin fotograferaði sum óður. Tann maðurin fekk so fullan valuta fyri Føroya-ferðina, staðfestir Sigurd. 300 spaniólar á ferð Viðhvørt var uppgávan fløktari enn at finna ein lunda. Miðskeiðis í 70'unum [...] sæst franska marinuskipið, Jeanne d'Arc, sum hevði lítið flogfar við sær, ið fleyg yvir Havnini. – Hesa myndina við Smirli minnist eg serliga væl, tí hetta var sama dagin, sum abbi mín, Johan í Hoyvík [...] upp til, tí at hyggja í sjónvarp allan dagin er onki lív. – Eg ætli at halda fram í eitt ár aftrat ella kanska selja fyritøkuna til onkran áhugaðan, sigur tann 90 ára gamli undangongumaðurin í ferðavinnuni
feskur. Seiður var eisini hongdur upp ella saltaður. Mamma flakti eisini seiðin, og hann var saltaður. Livurin var eisini brúkt. Seiðurin kundi vera kókaður í livur ella eisini steiktur í livur. Áðrenn mína [...] frá sær, og munnu teir tá hava rógvið seg á land. Eingin dugdi at svimja, hvørki á fýramannafarinum ella seksmannafarinum. Onkur heldur, at teir eru komnir í samband við hin bátin og umkomnir undir bjargingini [...] hon býr nú. Nógvir skaðar í Hesti Fyrst skal takast eitt sindur aftur í søguna um vanlukkur í Hesti. Hesa greiðir Jóan Christian Poulsen frá í síni Hestsøgu. Hestmenn hava altíð søkt bjørgini, og nógvar