850 næmingar til PISA-kanning

Um hálvtannað ár fer úrslitið av fyrstu føroysku PISA-kanningini at vísa, um tað, sum skuldi vera eitt check, eisini verður eitt chok

 
Í morgun, tá klokkan slóð 9:00 sessaðust allir teir 850 føroyingarnir, sum vórðu føddir í 1990, við skúlaborðini í skúla- og fimleikahallum kring alt landið. Hesaferð var talan tó ikki um vanliga terminsroynd, men vóru føroysku næmingarnir bert ein lítil brotpartur, av teimum umleið 250.000 næmingunum, sum verða PISA-kannaðir í 56 londum, kring allan heimin í dag. 
 
Vit eiga at vita í staðin fyri at gita
Hesi eru boðini úr Mentamálaráðnum, nú føroysku skúlabørnini verða PISA-kannað. Og sambært Mentamálaráðnum er ætlanin við PISA, at føroyskir skúlamyndugleikar framyvir skulu kunna fáa upplýsingar og vitan, sum kunnu nýtast, tá fólkaskúlin skal metast.
- Endamálið við PISA-kanningunum er at staðfesta, hvussu okkara skúlaverk og næmingar eru fyri samanborið við skúlaverk og næmingar í øðrum londum, og hvat vit eiga at gera fyri alla tíðina at betra um skúlan, sigur Mentamálaráðið.
- PISA-kanningin 2006 ger, at vit fáa eina heildarmynd av førleikunum hjá næmingunum. Í øðrum londum verður bert ein partur av næmingunum kannaður, og sjálvt um hetta er hagfrøðiliga eftirfarandi, so er talan tó ikki um eina fullfíggjaða heildarmynd, eins og tað fer at vera her. Føroyar verða á henda hátt eitt sera spennandi øki, og kundi hetta møguliga ført til, at Føroyar blivu eitt royndarøki innan ymiskar vitanarverkætlanir, eitt nú í norðurlendskum ella altjóða høpi, sigur Mentamálaráðið, sum eisini staðfestir, at tað er betur at vita enn at gita:
- Út frá ítøkiligari vitan, sum er grundað á eina slíka kanning, ber til at seta út í kortið, hvussu undirvísingarverkið betur kann gagnnýta sítt tilfeingi, soleiðis at undirvísingin kann menna bæði breiðan førleika og fakliga vitan hjá næmingunum, sigur Mentamálaráðið.
 
Okkara ábyrgd
Føroyingar hava síðan 1. januar 2002 havt fulla ábyrgd av undirvísingarverkinum, og Mentamálaráðið sigur, at vit sostatt hava átikið okkum endaliga ábyrgd av, at førleikarnir hjá okkara næmingum eru so góðir, at vit kunnu samanbera okkum við onnur framkomin lond. PISA-kanningarnar, sum OECD stílar fyri, hava víst seg at verið eitt gott amboð at nýta hjá skúlaverkunum í teimum ymsu londunum, tá ið metast skal um førleika og úrtøku hjá 15 ára gomlum næmingum í 9. flokki, sigur Mentamálaráðið á heimasíðuni hjá ráðnum, og hildið verður fram:
- Fólkaskúlin er jú grundarsteinurin undir øllum okkara útbúgvingarverki, tí tað er har, at lunnar verða lagdir undir alla framhaldandi útbúgving, og tað at klára seg í lívinum annars. Tí er tað so týdningarmikið, at vit alla tíðina fylgja við og royna at staðfesta, um ikki okkurt er, sum vit kunnu gera betri, verður eisini sagt úr Mentamálaráðnum, har eingin hevði tíð at práta við okkum í morgun, tí øll vóru upptikin av PISA-kanningum. Vit royndu eisini at fáa fatur á Magnus Tausen og øðrum í Lærarafelagnum, men eingin var at hitta í morgun.
 
--
 
FAKTA:
 
 
Hvat er PISA?
PISA 2006 er ein altjóða OECD-kanning av fakligu førleikunum hjá næmingum, sum eru føddir í 1990. Almenna endamálið við PISA er at staðfesta og máta, hvussu væl ung fólk eru fyrireikað at møta avbjóðingunum í nútíðar kunningarsamfelagnum.
Í mun til vanligar landsumfatandi royndir, verða næmingarnir í PISA ikki mettir við støði í ávísum lesiætlanum, men hugt verður hinvegin eftir, hvussu væl tey ungu megna at brúka teirra vitan og kunnleika í mun til avbjóðingar í gerandisdegnum.
Í PISA er tað lesiførleiki, saman við støddfrøðiligu og náttúruvísindaligu fatan næminganna, ið skal geva eina ábending um, hvørjum støði, teir eru á. Royndin skal vísa, í hvønn mun næmingarnir brúka tað, teir lesa, umframt støddfrøðiligu og náttúruvísindaligu vitan og førleika sín, til at finna loysnir á trupulleikum í gerandisdegnum.
PISA-spurningarnir eru tí háttaðir soleiðis, at teir endurspegla nakrar av teimum uppgávum og av tí virksemi, sum roknað verður við, at næmingarnir koma at fáast við í gerandisdegnum.
Í flest øllum londum er vanligt, at tey 15 ára gomlu standa á einum vegamóti, tá tey gera grundskúlan lidnan og skulu velja eina framtíðarleið arbeiðsmarknað ella útbúgving. Hetta er tí eitt týdningarmikið tíðarskeið í tilveruni hjá ungum fólkum, og tað er avgerandi neyðugt, at útbúgvingarstovnarnir og samfelagið kenna valini, tey ungu hava. 
Ætlanin við PISA-kanningini er at máta tað, sum roknast kann við, at 15 ára gomul hava lært og hava tørv á framyvir. Bæði í útbúgvingarskipanini, á arbeiðsmarknaðinum, í familju og í samfelagnum sum heild.
Í hvørjari PISA- kanning verða trý førleikaøki kannað. Hesi eru lesing, støddfrøði og náttúrulærugreinir. Í PISA 2000 varð høvuðsdentur lagdur á at kanna lesiførleikan, í PISA 2003 varð talan serliga um at kanna kunnleikan innan støddfrøði, og í PISA 2006 verður høvuðsdentur lagdur á at kanna førleika næminganna innan náttúrulærugreinir.
Hetta er fyrstu ferð at Føroyar taka lut í PISA-kanningunum, og eru tilsamans 58 lond sum eru við hesaferð.