Freezer er í sera góðum standi. ? Vit hava miðað ímóti at vera í Føroyum við bátinum hetta vikuskiftið, sigur hann. West Freezer er bygdur í Ný Fundlandi í 1989 til eitt útgerðarfelag har. Men í 1995 varð [...] nýggi báturin skal í sama bólk sum teir vóru í, sum hann fekk fiskidagarnar frá. Reiðarin Tummas Jacob á Løgmansbø hevur ongar viðmerkingar til stríðið. Tí hann følir, hann er ikki partur í hesum stríði. Hann [...] hevur heldur ongar viðmerkingar til, at formaðurin í vinnunevndini, Heini O. Heinesen, nú umhugsar møguleikan at leggja uppskot fyri tingið, sum m.a. ber í sær, at West Freezer verður lóggivin úr flotanum
Martin Joensen í 200 m blandað (653 stig), meðan Rannvá Jacobsen fekk 616 stig í 200 m frí hjá kvinnunum. Jógvan Joensen úr HS setti tvey nýggj bólkamet í bólki 4 ? 32,94 í 50 m bringu og 2.39,71 í 200 m bringu [...] Cecilia N. Poulsen, TS, í 100 m bringu við tíðini 1.29,42. Rúna Jacobsen, HS, í 50 m frí við tíðini 30,36. Adam Garrett, HS, í 50 m firvald við tíðini 27,29. Ulrik í Hjøllum, Flot, í 50 m frí við tíðini 27 [...] Jógvan Joensen, HS, í 100 m bringu við tíðini 1.11,37. Dia Jacobsen, HS, í 200 m firvald við tíðini 2.18,53. Hallur Stakksund, HS, í 200 m firvald við tíðini 2.19,38. Og Andrass Thomsen, HS, í 400 m frí við
kring landið leggja aftur til brots í dag og í morgin, og bæði í mans- og í kvinnudeildini fer munurin millum oddaliðið og hini at minka, stutt og greitt tí Kyndil, sum í løtuni er fremst hjá bæði kvinnum [...] verið hægri uppi fyrr í kappingini, sum nú ikki er heilt so jøvn, sum hon var í grundspælinum. Bert ein kvinnudystur Hjá kvinnunum verður bert ein dystur í 1. deild hesaferð, og er hann í Klaksvík millum tveir [...] Justinussen við á liðið. Í 80-unum vóru hann og Jens Martin Knudsen kanska besta makkaraparið í føroyskum hondbólti, og so er spurningurin, um teir báðir kunnu gera ein veruligan vørr í morgin, hóast hvørgin
var av dystinum. Hálvleiksstøðan var 15-9 til Neistan. Heini Joensen, sum upprunaliga skuldi spæla við Kyndli, men sum fór í hitt havnarfelagið í staðin, hevur víst seg at vera ein sannur fongur fyri [...] ikki út til, at VÍF fer at megna at vinna føroyameistaraheitið triðja árið á rað. Í øllum førum var tað ein stór strika í rokningini, at vestmenningar heldur óvæntað taptu á heimavølli móti Neistanum, ið [...] reyða kortið fyri at brúka neyðbremsuna móti einum Neistamanni, sum var í ferð móti málinum. Dómarin, sum stóð nærhendis, vísti hann út í tveir minuttir, men hin dómarin, sum stóð longri burtur, hevði reyða
ein forvitnislig framsýning í útvarpshøllini. Framsýningin undir heitinum »Landsverkfrøðingurin 50 ár« lýsti sera hegnisliga søguna hjá stovninum, og lýsti samstundis gongdina í samfelagsútbyggingini hesi [...] verkfrøðingi á LV, fyri hetta megnararbeiði. Somuleiðis eiga teir báðir Heini Olsen og Arnstein Niclasen rós fyri bókina teir góvu út í smb. við merkisárið hjá LV. Tað var við ávísum sorgblídni ein lýddi á [...] kunnugt er høvuðsdeildin minkað úr 80 starvsfólkum niður í eini 40 seinastu árini, uttan stórvegis uppsagnir. Hóast ein ongantíð kann vera tryggur í sínum arbeiði (takka verið Fólkaflokkinum), so hevur Henning
fyrst og fremst at broyta greinirnar sjey og átta í lógini um vinnuligan fiskiskap. Grein sjey er um ognarviðurskiftini í fiskiskipum, sum eru skrásett í Føroyum og grein átta er um at flyta fiskiloyvi frá [...] verður neyvan í morgin. Tvs, at skal tað so leggjast fram, krevjast undirskriftir frá 17 løgtingsmonnum, sum góðkenna, at tað verður lagt fram. Annars arbeiddu samgongumenninir, formaðurin í vinnunevndini [...] ni, Heini O. Heinesen og Jákp Sverri Kass við at leggja eitt uppskot fyri tingið. Uppskotið varð latið løgtingsskrivstovuni týsdagin, sum tað skuldi, um tað kundi verðið lagt fram í dag- uppskotini skulu
sindur nýtt fyri okkum Sámal Petur í Grund, formaður sjálvstýrisfloksins á tingi, sigur, at málið um kommunuskuldina er ikki nógv viðgjørt politiskt, hvørki í samgonguni, ella í sjálvstýrisflokkinum. Hann sigur [...] tað viðgjørt í løgtinginum, sigur Sámal Petur í Grund. ? Og enn er ov tíðliga at siga, um sjálvstýrisflokkurin fer at taka undir við tí, leggur hann afturat. Hetta er ov lítið viðgjørt í samgonguni, sigur [...] at verða lagt fram, og at hann ikki setti seg ímóti tí. ? Tá ið vit hava viðgjørt tað í samgonguni, lá tað annars í kortunum, at kommunurnar skuldu klára trupulleikan sjálvar. Sjálvstýrisflokkurin hevur
spæla aftur í føroysku 1. deild. Hann hevur í nógv ár verið eitt av kendastu andlitunum í føroyskum ítrótti, ikki bert í hondbólti, men eisini í fótbólti, og hann spældi landsdystir fyri Føroyar í báðum hesum [...] áðrenn Kyndil fekk seinasta orðið í hálvleikinum, sum endaði 12-10 til teir grønu. Jacob Jónsson var vandamiklastur hjá Kyndli og skeyt fýra mál í fyrra hálvleiki, meðan Heini Joensen var ein støðug hóttan [...] væl í fyrra hálvleiki, fekk so at siga einki fyrstu løturnar aftan á steðgin. Tað gjørdi starvsfelagin hjá honum í hinum endanum, Bogi Henriksen, harafturímóti. Hann hevði ikki verið so eyðsýndur í fyrra
broytingar í lógini um vinnuligan fiskiskap. Tvs, at tað verður Jørgen Niclasen sjálvur, sum kemur at leggja uppskotið fram. Øll lógin endurskoðast Heini O. Heinesen, formaður í vinnunevndini, sigur, at í fyrstu [...] er kjarnin í einum uppskoti sum Jørgen Niclasen, fiskimálaráðharri, fer at leggja fyri tingið ein av fyrstu døgunum. Samgongan hevur í fleiri dagar kanna, hvørjar broytingar skulu gerast í lógini um vinnuligan [...] loyvini til størri bátar. Annars vóru teir báðir samgongumenninir, Heini O. Heinesen, formaður í vinnunevndini og Jákup Sverri Kass, nevndarlimur í vinnunevndini, til reiðar at leggja uppskot fyri tingið um at
breidd síðani Heini Joensen kom, og tað tyktist sera trupult hjá hoyvíkingum at seta honum forðingar fyri og í sama sambandi er vert at hava í huga, at Neistin hevur vunnið á øllum hinum liðunum í fyrstu deild [...] og tað merkir í grundini, at Neistin kann um alt gongur teimum eftir vild enda omanfyri hoyvíkingarnar í stigatalvuni, tá avtornar. Og tað er nakað, sum bendir á tað borðið, at Neistin í framtíðini ikki [...] at Hans tók í armin, og tað sá heldur ikki út til at hann var ósamdur. Hann mótmælti í hvussu er ikki avgerðini og fór av vøllinum, sum tað sømir seg góðum ítróttamanni. Hann tók nevniliga í hondina á Heina