Floksformenn um kommunuskuld

Nú hevur landsstýrið tikið fyrsta, ítøkiliga stigið til at loysa trupulleikan hjá teimum mest skuldarbundnu kommununum. Fríggjadagin varð uppskot lagt fyri tingið um at landskassin skuldi átaka sær at betala 25 milliónir av eini samlaðari sanering uppá 65 milliónir. Eftir uppskotinum kemur ongin kommuna at skylda meiri enn tríggjar álíkningar

Vit hava spurt nakrar floksformenn, hvat teir halda um kommunuskuldina.

Eitt lítið sindur nýtt fyri okkum

Sámal Petur í Grund, formaður sjálvstýrisfloksins á tingi, sigur, at málið um kommunuskuldina er ikki nógv viðgjørt politiskt, hvørki í samgonguni, ella í sjálvstýrisflokkinum.

Hann sigur tí, at tað er eitt sindur nýtt fyri honum, at landskassin skal betala 25 milliónir av saneringini.

Tó sigur hann, at sjálvstýrisflokkurin varð kunnaður um, at uppskotið fór at verða lagt fram, og at hann ikki setti seg ímóti tí.

? Tá ið vit hava viðgjørt tað í samgonguni, lá tað annars í kortunum, at kommunurnar skuldu klára trupulleikan sjálvar.

Sjálvstýrisflokkurin hevur eisini hildið, at tað er skeivt av landskassanum at átaka sær ein part av eini sanering.

? Men nú er uppskotið lagt fram, og so verður tað viðgjørt í løgtinginum, sigur Sámal Petur í Grund.

? Og enn er ov tíðliga at siga, um sjálvstýrisflokkurin fer at taka undir við tí, leggur hann afturat. Hetta er ov lítið viðgjørt í samgonguni, sigur Sámal Petur í Grund.


Positivt

Tað er gott, at hetta kemur fram sigur Jóannes Eidesgaard

Hann sigur, at javnaðarflokkurin heldur, at kommunuskuldin er ein almennur trupulleiki, og at tað er skeivt at kommunurnar skulu loysa hann einsamallar.

Hetta er ein skuld, sum rakar einstakar borgarar ógvuliga beinleiðis.

Kommunuskuldin er við at gera umstøðurnar hjá summum borgarum nógv truplari enn hjá øðrum borgarum.

Tað er eisini greitt, at skuldin er ein forðing fyri kjakinum um kommunubygnaðin, tí skuldin er ein kleppur fyri kommunurnar, bæði tær sum skylda, men eisini hinar, tí tær kunnu verða lagdar saman við kommunur, sum skylda nógv.

? Tí er tað positivt, at landsstýrið leggur málið fram. ? Spurningurin er so, um hetta er akkurát rætti mátin.

? Men tað skerst ikki burtur, at summar kommunur eru komnar so illa fyri, at tað skal okkurt slíkt til, fyri at vit skulu sleppa úr stað.

Jóannes Eidesgaard heldur at kommunurnar hava víst eitt ótrúligt samhaldsfesti. Viljin er stórur at koma skuldartrupulleikanum til lívs. Og tá ið hann er avgreiddur, fer tað uttan iva at skapa fortreytir fyri einum kjaki á einum heilt øðrum støði um kommunubygnað.

? Men verður skuldin loyst, er eisini neyðugt at binda fyri, at kommunurnar ikki enda í sama trupulleika aftur. ? Tað má gerast við lóggávu og einum effektivum kommunalum eftirliti, sigur Jóannes Eidesgaard.


Skulu seta treytir

Heini O. Heinesen sigur, at tjóðveldisflokkurin hevur ikki tikið støðu til ætlanina at sanera kommnuskuldina

og hann fer ikki enn at geva tilsøgn til, at flokkurin tekur undir við tí.

? Men tað er rætt, at málið verður lagt fram, so liggur tað í hondunum á løgtinginum.

Málið hevur verið fyri á samgongufundi og ongin hevur sett seg ímóti, at tað verður lagt fram, tí tað er neyðugt at finna eina ella aðra loysn á kommunuskuldini.

Tó heldur hann, at tað er væl hugsandi, at løgtingið fer at gera onkrar broytingar í uppskotinum hjá landsstýrinum.

Sjálvur heldur Heini O. Heinesen at tað er skeivt, at landskassin átekur sær ein part av kommunuskuldini.

Men hann fer ikki at seta seg ímóti eini slíkari loysn, um hetta er tað, sum løgtingið kemur fram til.

Tó heldur hann undir øllum umstøðum, at skal landskassin uppí, er tað rætt at seta kommunum treytir.

Tvs, at landskassin eigur at seta kommunur undir umsiting og at fylgja neyvt við, hvussu tær brúka peningin.

Somuleiðis heldur hann, at landskassin eigur at seta kommununum krøv til raksturin. Tí tað er ein veruleiki, at kommunur, sum eru illa fyri, eru dýrari í rakstri, enn kommunur, sum klára seg sjálvar. Hann vísir eisini á, at ein partur av kommunuskuldini hjá kommununum er ein avleiðing av einum púra ábyrgdarleysum politikki.