Nú er tað greitt, at uppskot verður lagt fyri tingið um at broyta lógina um vinnuligan fiskiskap.
Men tað verður neyvan í morgin.
Tvs, at skal tað so leggjast fram, krevjast undirskriftir frá 17 løgtingsmonnum, sum góðkenna, at tað verður lagt fram.
Annars arbeiddu samgongumenninir, formaðurin í vinnunevndini, Heini O. Heinesen og Jákp Sverri Kass við at leggja eitt uppskot fyri tingið.
Uppskotið varð latið løgtingsskrivstovuni týsdagin, sum tað skuldi, um tað kundi verðið lagt fram í dag- uppskotini skulu verða handað løgtingsskrivstovuni tríggjar dagar, áðrenn tey verða løgd fram.
Men síðani er glið komið á málið í samgonguni.
Og nú er avrátt, at Jørgen Niclasen fiskimálaráðharri skal leggja eitt uppskot fram sjálvur.
Arbeitt hevur verið við uppskotinum seinastu dagarnar.
Semjast landsstýrismaðurin, formaðurin í vinnunevndini og Jákup Sverri Kass um at leggja eitt uppskot fram, taka teir báðir løgtingsmenninir sítt uppskot aftur, sum teir handaðu løgtingsskrivstovuni týsdagin.
Eftir hvat skilst , er ætlanin fyrst og fremst at broyta greinirnar sjey og átta í lógini um vinnuligan fiskiskap.
Grein sjey er um ognarviðurskiftini í fiskiskipum, sum eru skrásett í Føroyum og grein átta er um at flyta fiskiloyvi frá einum skipi til annað.
Tosað hevur verið um at gera tað truplari hjá útlendingum at eiga í útróðrarbátum.
Ein møguleiki, sum er nevndur, er at útróðrarflotin skal vera 100 % føroyskur.
Annars er tað ætlanin at seta skott ímillum útróðrarflotan og hin partin av flotanum.










