Farna vikuskiftið skipaði Havnar Svimjifelag fyri Grand Prix kapping í svimjihøllini í Gundadali. Við í kappingini vóru umframt Havnar Svimjifelag eisini Tvøroyrar Svimjifelag, Ægir, Skeggjar, Fuglafjarðar Svimjifelag og Flot.
Og sum væntað fóru fyriskipararnir sjálvir avstað við flestu sigrunum. Havnar Svimjifelag vann 30 gull, 31 silvur og 27 bronsumerki. Nummar tvey bleiv Tvøroyrar Svimjifelag við 7 gull, 4 silvur og 4 bronsu, Flot og Fuglafjarðar Svimjifelag fingu 1 silvur í part, og Ægir fekk 2 bronsumerki.
Tilsamans vóru umleið 60 svimjarar við í kappingini, har 200 m teinarnar taldu við í samlaðu Grand Prix kappingini. Flest stig hjá monnunum fekk Kristian Martin Joensen í 200 m blandað (653 stig), meðan Rannvá Jacobsen fekk 616 stig í 200 m frí hjá kvinnunum.
Jógvan Joensen úr HS setti tvey nýggj bólkamet í bólki 4 ? 32,94 í 50 m bringu og 2.39,71 í 200 m bringu ? og hann var eisini við í stafettini, sum setti nýtt bólkamet á 4x100 m blandað, bólki 4. Á hesum liðnum vóru Jóannes á Fløtti (rygg), Jógvan Joensen (bringa), Atli Brix Andreassen (firvald) og Eli Christiansen (crawl).
Av øðrum góðum úrslitum kunnu nevnast:
Cecilia N. Poulsen, TS, í 100 m bringu við tíðini 1.29,42.
Rúna Jacobsen, HS, í 50 m frí við tíðini 30,36.
Adam Garrett, HS, í 50 m firvald við tíðini 27,29.
Ulrik í Hjøllum, Flot, í 50 m frí við tíðini 27,76.
Jógvan Joensen, HS, í 100 m bringu við tíðini 1.11,37.
Dia Jacobsen, HS, í 200 m firvald við tíðini 2.18,53.
Hallur Stakksund, HS, í 200 m firvald við tíðini 2.19,38.
Og Andrass Thomsen, HS, í 400 m frí við tíðini 4.25,74.
Hesar fýra seinastu tíðirnar vóru undir kravtíðirnar til oyggjaleikirnar seinni í summar.
Framgongd
Annars vísti kappingin eina stóra framgongd í mun til kappingina í januar, og fleiri av svimjarunum eru longu nú hálvan triðja mánað áðrenn oyggjaleikirnar førir fyri at svimja undir kravtíðirnar til leikirnar, sum verða á Gotlandi um mánaðarskiftið juni-juli.
Tríggir svimjarar, allir úr Havnar Svimjifelag, svumu seg inn á landsliðið í kappingini um vikuskiftið. Teir eru Eivind Eysturoy í 50 m frí, Hallur Stakksund í 200 m firvald, og Jógvan Joensen í 100 m bringusvimjing.
Landsliðið sær nú soleiðis út:
Úr Tvøroyrar Svimjifelag Shaila millum Garðarnar og Benthe Sikivat Andersen.
Og úr Havnar Svimjifelag Rúna Jacobsen, Karin Gaardlykke, Maiken Petersen, Rannvá Jacobsen, Katrin Sørensen, Dia Jacobsen, Heini Rasmussen, Kristian Martin Joensen, Bogi Lenvig, Andrass Thomsen, Kristoffur Hentze, Heini Harryson, Eivind Eysturoy, Hallur Stakksund og Jógvan Joensen.










