er ikki nakað, sum eg haldi, men hetta er nakað, sum eg veit. Tað er tó rætt at siga, at tað er munur á trúgv og vitan, tí víst er tað tað. Men heldur ikki vitanin røkkur í hvønn krók í mannalívinum, tí [...] og upphevja vitanina. Tann, ið tað ger, avdúkar bara, at hann ikki hevur hugsað nóg nógv um lívið og tey viðurskifti, ið tað skal livast undir. Tí tað er trúgvin, sum er tað berandi í lívi okkara, og uttan [...] havna henni. Men vit kalla eisini nakað at vera í góðari trúgv, og tað merkir, at kanska er tað ikki heilt, sum tað eigur at vera, men tað man vera á einari leið kortini. Við eitt minningarhald í sambandi
eg vænti einki. Sjálvandi hevði tað verið ótrúligt, um teir nú bjóðaðu mær ein sáttmála, men eg verið so avgjørt ikki vónbrotin, um teir ikki gera tað. Bara tað, at eg havi verið í Liverpool og vant hevur [...] sjálvandi av. ? Tá vit sendu umsóknina avstað til Liverpool, var tað mestsum fyri at royna okkurt annað, meðan vit bíðaðu eftir Watford. Tað eru bert tríggir dagar, síðani hetta kom upp á tal, og bæði eg [...] í 1. deild, skal til Liverpool, har hann skal royndarvenja hjá heimskenda felagnum Liverpool FC. Tað eru Jákup í Stórustovu og Nordplayer, sum hava fingið hetta í lag, og fyri Jákup á Borg merkir hetta
ella av at tað skal flyta úr barnsdómsheiminum. - Tíbetur er tað ikki so vanligt, at børn missa eitt foreldur. Hinvegin er tað vorðið rættiliga vanligt, at foreldur fara frá hvørjum øðrum og tað syrgja børn [...] slíka støðu, hevði tað hjálpt. - Eg leitaði ikki eftir eini meining, tí í míni verð er tað meiningsleyst, at hann skuldi doyggja. Seinni havi eg sagt mær sjálvum, at kanska var tað ikki meiningin, at hansara [...] ógvuliga individuell. Men øll børn reagera onkusvegna. Tað eru ongar reglar, sum siga, hvussu vaksin skulu bera seg at. Tú skalt bara taka tær tíð og tora at tosa um sorgina. Tað er ikki ein spurningur um
prúði dalurin, vakurleikin og stórbæri. Hevði hann kunnað sagt sína søgu um alt tað lív, sum í øldir hevur verið eyðkenni fyri øll tey fólk, sum her hava virkað. Rásin oman er bæði breið og góð, tó tykist hon [...] vakran tónleik, lýða á hugtakandi røður, frambornar av fólkum við alskni til tað, sum livir og grør. Á hesum sinni varð tað okkara fráfarni kommunulækni Emma Winther, ella bert Emma, sum allir fuglfirðingar [...] vóru nú á ferð eftir gomlu torvgøtuni yvir í Góðadal, onkur vóru, sum ikki høvdu hitst fyrr, og er tað altíð hugaligt at heilsa upp á nýggj andlit. Góðadalur veitt mikið gagn Vøddarnir skuldu mýkjast, og
sín. Hann prátar, sum um tað, ið verður sagt, skal ikki út um hesar veggirnar, henda hósdagin seinnapart heima hjá Gunnari sjálvum á Traðarbrekku í Havn. Men tað skal tað jú. Og tað veit Gunnar væl. Ætlaði [...] er tað nógv verri at gjøgnumskoða alt. Í Føroyum sært tú alt. Hetta er eitt privilegium hjá teimum sum búgva her. Men tað er samstundis eisini ein avmarking. Tú ert skyldur við øll. Veist hvat øll gera [...] møguleiki. Støddin, kanska er hon tað dýrasta, vit eiga og tað vit eiga fram um onnur. Eitt heilt samfelag, sum tað ber til at síggja og vita um í øllum sínum limum og lutum. Har tað næstan ber til at vita hvønn
verðandi gott nokk! Eg vil ávara móti hesari gongd. Og eg geri tað sum búðskaparfrøðingur. Nú er at ansa sær. Einki er í veruleikanum at halda sær til í sjálvstýristankanum akkurát nú. Men tað kemur. Føroyingar [...] dreymaland. Sjálvstýri er eitt ynski og bert vit sjálvi kunnu seta tað í verk. Men ikki nú, tí hvør skal gjalda morgunmatin? Sjáldan havi eg sæð eina ætlan so bláoygda sum hesa. Eg skrivi sum búskaparfrøðingur [...] upploysist alt føroyska samfelagið. Tí eingin kann gjalda- so einfalt er tað. So mítt boð er at loysingin skal koma. Vit hava øll eyðkenni hjá einum sjálvstøðugum samfelag: søgu, mál, mentan og so framvegis
skjótt. Alt hetta havi eg havt stóra gleði av í prestastarvinum. Hóast mær dámdi ógvuliga væl at arbeiða sum blaðfólk, so visti eg altíð, at tað var prestur eg vildi vera, og kenni tað eisini, sum eri [...] tá ið tað er sjúka og sorgin, sum rakar. Tó alla staðni, har eg fari, er tað eisini týdningarmikið at fáa fram, at eg komi ikki bara við mínum egna ella mínum egnu lívsáskoðanum, men at eg havi Guds orð [...] sum er sera hugalig. Tað at fáa eitt barn er størsta upplivingin í lívinum. Og tað er ein sera stór gleði fyri meg at verða tikin við inn í hesa upplivingina og gleðina, við tað at eg sleppi at doypa
og Allan Mørkøre móti hvørjum øðrum. ? Tað er spell, at tað ikki stendur meiri uppá spæl, men tað hava vit skyldina av sjálvir. Vit hava ikki verið nóg støðugir. Tað hava teir í HB verið, og tí eru teir [...] steðgin var hann skiftisspælari, men nú hevur gingið væl: ? Tað hevur gingið væl hjá liðnum, og eg havi brúkt mestu orkuna í brotsteiginum. Tað er stuttligt at vera miðframherji, tá hinir skapa nógvar møguleikar [...] Allan, bróður, hevur verið munurin í nógvum dystum. Er tað ikki harmiligt, at hann ikki spælir við tær og tykkum? ? Tað hevði sjálvandi verið gott at havt hann her, men hann gongur í skúla í Havn, og hann
komin út fyri, at eg havi havt hug at viðgera eitt evni fiktivt, sum bara er aktuelt í Føroyum her og nú. Tað alment menniskjansliga og tað sálarfrøðiliga aftanfyri søgurnar er tað, eg havi hug at skriva um [...] normar, sum eg havi, speglast aftur í bókunum, slepst ikki undan. Nógv hava lisið fyrru bókina um Hugo sum eina bók um happing, men tað er í grundini als ikki tað hon er um. Happing var tað sum fekk søguna [...] gjørdi mær tankar um vaksin, og tað royni eg at mynda í mínum bókum. Fyri at børn skulu tíma at lesa er tað týdningarmikið, at søgan hongur saman og at hon er góð. Eg havi tað enn so, at lesi eg eina bók,
og livandi felag. Tað gleða vit okkum til, og vit vilja í tann mun, tit ungu ynskja tað, vera til reiðar til at stuðla og hjálpa til. Eg havi tó eitt ynski at bera fram fyri SU. Tað er, at vit eisini fáa [...] hesa ferð var stevnan samstundis fyri at hátíðarhalda, at tað í ár eru liðin 70 ár síðan, flokkurin fekk umboðan á Føroya Løgtingi, og at tað í ár eru 100 ár síðani, at Petur Mohr Dam var føddur. Umframt [...] mugu vit siga er gott, men vit eiga ikki at seta okkum uppafturá, men halda áfram í stríðnum Vit eiga eina góða søk at stríðast fyri, og í hesum stríði standa vit sterkast, um vit øll eru við. Alt fleiri