áskoðan, at framtíðin við teimum avbjóðingunum ið liggja fyri framman hjá føroysku tjóðini, best verða loyst samsvarandi teimum ætlanum, val- og stevnuskrá Sjálvstýrisfloksins slóða fyri. Politiska søgan her [...] fingið góða blaðrúmd ávikavist í Sosialinum og Dimmalætting. Hesir miðlar høvdu sent blaðfólk á fundin. Nú hava seinastu landsfundirnir verið opnir fyri pressuni og er tað at fegnast um, at bløðini senda umboð [...] raðfestast í fremstu røð og var hetta eisini nevnt í frágreiðingini. Formaðurin fekk eitt herðaklapp frá gestarøðaranum Eyðun Andreasen formanni í Granskingarráðnum, fyri floksins støðu og útsøgn um gransking
føroyskur politikkur hevur brúk fyri einum flokki, sum ikki sær alt í svørtum og hvítum. Einum flokki, sum rúmar bæði socialum og liberalum sjónarmiðum; einum flokki, sum torir og vil kjakast um tingini. Eg [...] arbeiddi fyri øllum landinum - og ikki einstakar løgtingslimir, sum hvør í sínum lag arbeiddu fyri sínum valdømi. Sjálvstýrisflokkurin - eitt gott alternativ til teir stóru flokkarnar Nógv av teimum málunum [...] fáa eitt upplýst og dynamiskt samfelag. Eitt samfelag, sum tekur ímóti teimum avbjóðingum, sum eitt nú internationaliseringin setur til føroyingin. Vit hava brúk fyri langtíðarætlanum og visiónum.
Oddagrein Nógv verður gjørt fyri at forða fyri og minka um teir meiningsleysu skaðarnar í ferðsluni. Eitt nú ger Ráðið fyri Ferðslutrygd eitt stórt arbeiði fyri at fáa uppvaksandi ættarliðið at læra seg [...] vit ikki eins áhugað og árvakin sum børnini, tá tað ræður um skilagóða ferðslumentan. Og her man nærum ótálmaða nýtslan av fartelefonum helst vera ein hin størsti syndarin. Eins og børnini taka til sín [...] beinleiðis í samband við ferðsluna. Hetta er so eitt av málunum, sum Ráðið hevur sett sær fyri at gera nakað ítøkiligt við. Og ítøkiligt er tað, tí á hvørjum ári verða øll børn í 1. flokki boðin til hugnaliga
Vit hava leitað leingi og væl eftir einum góðum høvuðsnavni til leygarkvøldið, og valið er fallið á Shakin' Stevens, sum í 80'unum var tann best umtókti tónleikarin yvirhøvur á teimum bretsku hitlistunum [...] til festivalin í august. Meðan festivalurin fyri einum góðum mánaði síðani dróg eina ordans kanin burtur úr hattinum til tey ungu, eru tað tey meira tilkomnu, sum hesaferð fáa sítt heimsnavn. Tí nú er greitt [...] 36 sangir á Topp 40 listanum í Bretlandi, og tað kláraði eingin annar tónleikari í 1980'unum. Meðan The Beatles vunnu hitlistastríðið í Bretlandi í 60'unum og Elton John í 70'unum, so var tað Shakin' Stevens
eindarríkið við teimum stóru broytingum, sum henda í Evropa og í heiminum í dag. Onki løgið er í tí. Endamálið hjá Anders Fogh Rasmussen og donsku stjórnini ar sjálvsagt at fáa frið fyri føroyingum og at gera [...] heimildir. Føroyar og Grønland skulu kunna gera sáttmálar við onnur lond sum "Kongeriget Danmark forsåvidt angår Færøerne og Grønland". Og Danmark skal framvegis góðkenna alt ? bæði fyri, eftir og undir samráðingunum [...] skriva undir yvirlýsingar og at fremja mál í stórum skundi. Vit gloyma jú altíð í Føroyum, at sjálvandi hevur danska stjórnin síni áhugamál at røkja og hevur sjálvsagt eina ætlan fyri at varðveita danska e
Produsera mytu Í frustratión um, at viðurskiftini millum Føroyar og Danmark nú normaliserast kom panikkur í andstøðuna, har tenninar ein fyri og onnur vórðu trektar út. Akademiska gluggapyntið avdúkað. Tí var [...] millum Føroyar og Danmark, har Føroya Løgting kann gera av, at øll málsøki, undantikið tey, sum eru karmar um ríkiseindina, kunnu yvirtakast við teirri fylgju, at Løgtingið rindar fyri tær útreiðslur, [...] at Føroya fólk varðveitir sín viðfødda, ómissandi og áframhaldandi sjálvsavgerðarrætt á øllum økjum, tað verið seg í innanlendis viðurskiftum eins væl og í altjóða høpi sambært altjóðarætti. Fyrstu ferð
øktu teir fyri vandanum at spreingivanlukku kundi henda. Ólukkan hendi eisini, og fleiri noktaðu at arbeiða fyri herflotan, tí teir høvdu ein grumman mistanka um at onkur gamblaði við teimum. Tað passaði [...] Tað er ikki peningur sum er trupulleikin, trupulleikin er vitan. Og standard. Respekt fyri flagginum, vísindaligum grundreglum og tjóðini. Ikki minst tá talan er um føroysk skøld, sum ikki hava uppiborið [...] Poulsen Fyri nøkrum árum síðani bleiv ein kvinna í Keypmannahavn ákærd fyri at hava dripið 24 fólk á einum ellisheimi í Keypmannahavn. Løgfrøðingar í almennu donsku skipanini gjørdu einki fyri at steðga
bestu úrslit? Og sum skilst er landsliðið væl nøgt við tað tænastu sum teimum verður veitt á Svangaskarði, somuleiðis tey vakthavandi, eins og áskoðararnir, so tað er ikki av umsorgan fyri landsliðnum, [...] metrum, og veruleikin er jú tann, at her eru ongi fjøll. Tað man neyvan heldur vera ókent hjá gestunum, at ferðingin til og frá dystum liggur um ein tíma, og tað var jú fótbóltsdystin, ið teir fyrst og fremst [...] eins og hjá áskoðarunum. Men Svangaskarð liggur ikki í høvuðsstaðnum, og kann komandi hallarprojekt vera tað sum tyngir Dimmu?. Sjálvur vóni eg ikki tað er so, og ivist ikki í, at Fótbóltsambandið og Me
bygningi, har Tilhaldið hevur sítt virki, fyri og millum tey eldru og tilkomnu í býnum. Skráin hjá teimum er sera fjølbroytt við tiltøkum bæði innanveggja og úti fyri dyr. Og henda dagin var so avtala gjørd við [...] skúlastovurnar at hyggja, og her gekk sjón fyri søgn: Børnini í dag hava meiri pláss fyri neyðini nú, enn fyrr í tíðini. - Tað er ein øgiliga stórur munur á hesum umstøðunum, og teimum sum vóru fyrr. Eg haldi [...] sum sjálv hevur gingið í Kommunuskúlanum fyri skjótt fimmti árum síðani. Og fyri hana var hetta ein spennandi uppliving. - Jú, hetta var ein góð uppliving, og ein staðfesting av, at skúlaumstøðurnar hjá
framførdur 25 ferðir á dagstovnum og skúlum í Streymoynni, Eysturoynni, Sandoynni og í Suðuroynni. Umleið 2600 børn hava sæð leikin - fyri ikki at tosa um lærararnir og pedagogarnir, sum í nógvum førum [...] - frá teimum yngstu barnagarðsbørnunum til tey heilt tilkomnu. Atgongumerki til báðar sýningar, ið vera í Meiarínum leygardag og sunnudag klokkan 16, fáast annars í Kunningarstovuni í Havn og við dyrnar [...] spældur óalment á skúlum og barnagarðum kring landið. Nú er skúlaárið komið so langt, at leikbólkurin metti, at nú var tíð at gevast. Tó hava teir báðir leikararnir, Finnur Jensen og Bárður Persson, allatíðina