Er løgmaður drigin uppá tráð?

Høgni Hoydal


Fámjinsskjal. Yvirlýsing um sjálvsavgerðarætt og yvirtøkulóg. Lóg um uttanríkispolitiskar heimildir. Trý mál verða í skundi trýst ígjøgnum innanfyri sera avmarkað tíðarskeið. Orsøkin er, at danska stjórnin vil hava hesi mál avgreidd, áðrenn fólkaatkvøða verður í Danmark um ES-grundlógina.

Einaferð var vanligt at leggja Tjóðveldisflokkin undir proklamasjónspolitikk og at vilja fremja loysingina á einum A4-arki.
Men tess meira kemur undan kavi, tess meira bendir á, at undirskrivingin av felagslýsingum millum Føroyar og Danmark er berur proklamasjónspolitikkur. Spurningurin er, um nakað veruliga er nýtt, ella um hetta bert er nýtt samband á einum A4-arki.

Sjálvsavgerðarrættur parkeraður
Løgmaður boðaði frá mánadagin, at nú varð sjálvsavgerðarrætturin hjá føroysku tjóðini viðurkendur og allar forðingar ruddaðar av vegnum í sjálvstýrismálinum.
Sjálvur úttalaði eg meg sera positivt mótvegis hesum. Men sambært serfrøðingum, er ikki talan um, at veruligur sjálvsavgerðarrættur føroyinga er viðurkendur. Danska stjórnin og landsstýrið hava ikki avtalað at fráboða nakra viðurkenning av føroysku tjóðini til altjóða stovnar. Tá er lítið vunnið, tí tá verður sjálvsavgerðarrætturin parkeraður inni í danska ríkinum og undir donsku fatanini av grundlógini.
Tað er átaluvert, at løgmaður skrivar undir og boðar okkum øllum frá stórbroytingum, um landsstýrið ikki hevur ráðført seg við nakran altjóða serfrøðing á økinum.

Avgreiðast áðrenn fólkaatkvøðuna í Danmark
Bæði løgmaður sjálvur og Jenis av Rana hava gjørt vart við, at Anders Fogh Rasmussen hevur dugað sera væl og verið snildur mótvegis Føroyum.
Tað er púra rætt. Onkusvegna hevur hann drigið løgmann uppá tráð til tess at fáa hann at skriva undir yvirlýsingar og at fremja mál í stórum skundi.
Vit gloyma jú altíð í Føroyum, at sjálvandi hevur danska stjórnin síni áhugamál at røkja og hevur sjálvsagt eina ætlan fyri at varðveita danska eindarríkið við teimum stóru broytingum, sum henda í Evropa og í heiminum í dag. Onki løgið er í tí.
Endamálið hjá Anders Fogh Rasmussen og donsku stjórnini ar sjálvsagt at fáa frið fyri føroyingum og at gera eina heimastýrisskipan í nýggjum hami, áðrenn danska fólkaatkvøðan um ES-grundlógina verður í september.
Tey hava heft seg við, at fullveldiskreftirnar í Føroyum og Grønlandi strongja á, nú Danmark leggur fleiri og fleiri mál til ES at umsita. Stjórnin hevur heft seg við, at í Føroyum hava bæði Tjóðveldisflokkurin, Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin boðað frá, at vit eiga at taka yvir uttanríkismál, verjumál, gjaldoyramál og rættarmál, tá ið Danmark leggur avgerðarrætt til ES í hesum málum.
Tí er málið, at fáa gjørt onkra skipan, ið kann varðveita danska eindarríkið í hesi gongdini. Tað er ætlanin hjá donsku stjórnini við yvirtøkulógini og yvirlýsingunum. Har verður jú sagt, at vit kunnu yvirtaka, men ikki tey málini, ið Danmark leggur til ES at umsita.
Harafturat verður so gjørd ein lóg um uttanríkispolitiskar heimildir. Føroyar og Grønland skulu kunna gera sáttmálar við onnur lond sum "Kongeriget Danmark forsåvidt angår Færøerne og Grønland". Og Danmark skal framvegis góðkenna alt ? bæði fyri, eftir og undir samráðingunum.
Við hesum amboðum vil Danmark tryggja sær, at danska ríkið ikki fer sundur í ES-gongdini.

Alt verður skrumblað ígjøgnum nú
Herfyri boðaði løgmaður frá at landsstýrið kundi ikki góðtaka, at grønlendska lógin um uttanríkispolitiskar heimildir varð løgd fram á Fólkatingi, áðrenn ein semja varð funnin millum Føroyar og Danmark um føroysku uttanríkisheimildirnar.
Breið semja er um í Føroyum, at grønlendska lógin er eitt afturstig, og at tað verður trupult at fáa aðra loysn fyri Føroyar, um grønlendska lógin verður samtykt.
Kortini er grønlendska lógin nú sett á dagsskránna í Fólkatinginum til fyrstu viðgerð 21. apríl.
So er spurningurin, um løgmaður eisini hevur gjørt onkra avtalu í hesum málinum, og at ein loysn fyri Føroyar skal skrumblast ígjøgnum nú, innan summarið kemur.
Ongi av hesum málum hava fingið nakra veruliga politiska viðgerð í Føroyum. Løgmaður tykist ikki at hava givið sær far um avleiðingarnar frameftir ella at hava sett sær nøkur mál fyri víðari gongdini. Tí má Løgtingið nú taka sær um reiggj og fáa lýst veruligu avleiðingarnar fyri framtíðarstøðu Føroya í síni heild.