Kári P. Højgaard
løgtingsmaður
Landsfundurin seinasta vikuskifti hevur fingið góða blaðrúmd ávikavist í Sosialinum og Dimmalætting. Hesir miðlar høvdu sent blaðfólk á fundin.
Nú hava seinastu landsfundirnir verið opnir fyri pressuni og er tað at fegnast um, at bløðini senda umboð, so føroya fólk fær eina hóming av, hvat hendir á slíkum fundum. Eg má tó siga, at hevði væntað eina meira objektiva frásøgn enn hana, blaðmaðurin á Sosialinum borðreiddi við týsdagin. Samanumtikið má ásannast, at blaðmaðurin ger sínar persónligu niðurstøður, ið síðan verða borðreiddar fyri lesarunum sum ein liðugt-rættur. Heldur átti hann at greitt frá hvat veruliga hendi, og lata lesaran gera sínar egnu niðurstøður. Blaðmaðurin var valevni hjá politiskum flokki, ið situr í samgongu, og boðskapurin er í alt ov stóran mun er litaður av hesum.
Hvat hendi so á fundinum?
Limirnir vóru sum vanligt er kunnaðir um mál, ið Sjálvstýrisflokkurin hevur arbeitt við farna árið.
Sjálvstýrisflokkurin metir at gransking eigur at raðfestast í fremstu røð og var hetta eisini nevnt í frágreiðingini. Formaðurin fekk eitt herðaklapp frá gestarøðaranum Eyðun Andreasen formanni í Granskingarráðnum, fyri floksins støðu og útsøgn um gransking í Løgtinginum.
Niðurgerandi sigur blaðmaðurin á Sosialinum:
"Formaðurin harmaðist um, at tað hevur verið so torført at fáa samskifti millum floksleiðsluna og baklandið. Men tað skuldi nú betrast. Og til at gera tað lættari, hevur flokkurin keypt eina farteldu til skrivstovuna.
Eg greiddi frá, at vit høvdu keypt eina kanón og eina farteldu, sum fyrstu ferð vóru roynd nú á fundinum. Hetta fór at lætta um og betra møguleikarnar at fáa boðskapin út, tá vitja bleiv úti hjá lokalfeløgunum.
Somuleiðis varð greitt frá mikudagsfundunum á Gamla Apotekið, har tingmaðurin og baklandið tosaðu saman um aktuell mál, hetta var nýggjur táttur og var hetta ein styrki fyri tingarbeiðið.
Eitt dagsaktuelt mál vóru bygnaðarbroytingarnar hjá Toll- og Skatt, sum landstýrismaður Sambandsfloksins í fíggjarmálum hevur ábyrgdina av. Her hevði undirritaði eina greiða støðu til niðurleggingarnar av deildunum í Vágum, Saltangará og Klaksvík. Vísti á at einar 12 mió eru brúktar til bygning í Klaksvík og áðrenn flutt er inn verður avgerð tikin um at flyta burtur. Hetta verður heldur ikki nevnt í Sosialinum.
Heldur ikki verður nakað nevnt um ivasemi Sjálvstýrisfloksins til førda fíggjarpolitikkin hjá hesari samgonguni. Samtyktin vísir floksins støðu til nøkur tídningarmikil mál, samstundis sum høvuðsdentur verður lagdur á gransking og at landstýrismaðurin í fiskivinnumálum støðgar spekulatiónini við fiskiloyvum.
At aldargamli Sjálvstýrisflokkurin nú er í ferð við at leggja árarnar inn og er komin á deyðastrá, er ynskidreymur hjá politisku mótstøðumonnum floksins. Vit eru fleiri, ið eru av tí áskoðan, at framtíðin við teimum avbjóðingunum ið liggja fyri framman hjá føroysku tjóðini, best verða loyst samsvarandi teimum ætlanum, val- og stevnuskrá Sjálvstýrisfloksins slóða fyri.
Politiska søgan her á landi hevur prógvað, at brúk er fyri Sjálvstýrisflokkinum. Vit høvdu framgongd til fólkatingsvalið og flokkurin kemur sterkt aftur til komandi løgtingsval. Svarið er ein greiður boðskapur, ídni, trúfesti, samanhald.









