Standard

Páll Poulsen

Fyri nøkrum árum síðani bleiv ein kvinna í Keypmannahavn ákærd fyri at hava
dripið 24 fólk á einum ellisheimi í Keypmannahavn. Løgfrøðingar í almennu
donsku skipanini gjørdu einki fyri at steðga hesum margháttliga máli, sum
einaferð með alla oyðilegði lívið hjá hesi ungu kvinnuni og manni hennara.
Meðan málið gekk sína gongd, válkaði danska pressan sær í tí og hunddálkaði
kvinnuna, hvørs brotsverk var at hon var á tí skeiva staðnum skeivu
klokkutíðina. Sera løgið tóktiskt tað, tí júst tað sama var hent í Noregi
nakað frammanundan. Tá ið vit tosa um standard á ellisheimi, tosa vit um at
øll fólk fáa somu viðferð hvønn dag. Tað ber ikki til at tað sum ber til
mánadag, ikki ber til týsdag. Sama modellið kann brúkast á sjúkrastovum, um
hold A ikki riggar í mun til hold B, verður sjúklingurin groggy av at
liggja á sjúkrahúsi.. Fer standard nóg langt niður endar sjúkrahúsið sum
ein líkfabrikk, heldur enn eitt hús sum lekir sjúk fólk.

Orsøkin til at øll hesi fólkini doyðu um somu tíð kann vera
system-rationalitetur. Er standard lækkaður á stovninum? Ella er standard
ongantíð komin á nóg høgt stig, kann hetta saktans vera forkláringin.
Fleiri modernaði samfeløg hava ídag serligar eftirlitisskipanir við slíkum
viðurskiftum, tá ið skipanin svíkir og ger seg inn á tilvildarligar
borgarar.

Í straffiskipanini hevur man so fongsul, hvørs endamál eru at rehabilitera
lógbrótarar. Í summum førum er grundarlagið so veikt, at man heldur kann
kalla tað rokkarafabrikkir enn fongsul.

Undir seinna heimsbardaga spældu hvítir ovastar í amerikanska herflotanum
hasard við svørtum hermonnum, sum fluttu granatir umborð á herskip. M.a.
við at seta tíðina upp, hægri "clocking" í skipanini øktu teir fyri
vandanum at spreingivanlukku kundi henda. Ólukkan hendi eisini, og fleiri
noktaðu at arbeiða fyri herflotan, tí teir høvdu ein grumman mistanka um at
onkur gamblaði við teimum. Tað passaði eisini, men ikki fyrr enn fimti ár
seinni blivu teir sum deserteraðu fríkendir, tí teir høvdu rætt.

Í fyrsta døminum eigur onkur í skipanini so at siga beinanvegin at finna
útav hvussu tað ómøguliga kann henda. Hvussu kann ein kvinna drepa 24 fólk?
Tá ið málið er komið so langt, er skipanin longu úti at koyra, og
persónarnir sum kunnu ábyrgdast gera einki fyri at steðga "gøluni". "Gølan"
er ikki at 24 fólk eru dripin, men at skipanin ikki riggar. Tá skipanin
ikki riggar prógvar hon tað sjálv, og tendensurin er at skipanin gevur út
prógv ímóti sær sjálvari, sum vit t.d. kenna tað frá okkara egna
Fróðskaparsetri.

Í Føroyum eru vit noydd at leggja ein standard, hann eigur at liggja
allastaðni í skipanini, og logikkurin í skipanini eigur at vera at vit koma
á hægri vitanarstøði. Einki annað ber til.

Um vit leggja ein standard, kunnu ymisku liðirnir í skipanini tosa saman og
arbeiða nógv skjótari á einum logiskum-stringentum beni.

Fróðskaparsetrið hevur nú eisini sett fyrispurning ímóti sær sjálvum, í
samband við nøkur skeið í banalari løgfrøði, sum aftur skal skaffa
stovninum pening. Tað er ikki peningur sum er trupulleikin, trupulleikin er
vitan. Og standard. Respekt fyri flagginum, vísindaligum grundreglum og
tjóðini. Ikki minst tá talan er um føroysk skøld, sum ikki hava uppiborið
at vera drigin niður saman við donskum skrellimonnum.

Tann stóra avbjóðingin er at finna nóg harða revsing ímóti teimum sum
forbróta seg ímóti vísindaligum grundreglum.