Eldførið á Meiarínum

Barnaleikurin Eldførið, sum Willieboys hava spælt fyri 2600 skúla- og barnagarðsbørnum seinastu mánaðirnar, flytir um vikuskifti inn í Meiaríið

Tað er við spenningi men eisini ávísum sorgblídni, at Willieboys næsta vikuskifti spæla barnaleikin Eldførið í Meiarínum í Havn. Tí umframt at hetta verða fyrstu almennu sýningarnar av ævintýrinum hjá H. C. Andersen, er talan eisini um seinastu sýningarnar av leikinum. Frammanundan hevur leikurin verið spældur óalment á skúlum og barnagarðum kring landið.
Nú er skúlaárið komið so langt, at leikbólkurin metti, at nú var tíð at gevast. Tó hava teir báðir leikararnir, Finnur Jensen og Bárður Persson, allatíðina ætlað, at enda við tveimum almennum sýningum, so børn og vaksin, ið ikki fingu møguleikan at síggja leikin, ella bara tey, ið gjarna vildu síggja hann umaftur, skuldu fáa møguleikan.
Ein familjuleikur
Eldførið, ið er ein nútíðar skemtilig útgáva av uppruna ævintýrinum hjá H. C. Andersen, hevur verið víða um í Føroyum. Leikurin, ið Elin á Rógvi hevur leikstjórnað, er framførdur 25 ferðir á dagstovnum og skúlum í Streymoynni, Eysturoynni, Sandoynni og í Suðuroynni. Umleið 2600 børn hava sæð leikin - fyri ikki at tosa um lærararnir og pedagogarnir, sum í nógvum førum tyktust flenna harðari enn børnini. Leikurin hevur nevniliga eina rættiliga breiða áskoðarafjøld - frá teimum yngstu barnagarðsbørnunum til tey heilt tilkomnu.
Atgongumerki til báðar sýningar, ið vera í Meiarínum leygardag og sunnudag klokkan 16, fáast annars í Kunningarstovuni í Havn og við dyrnar ein tíma undan sýning.