Nú hava fyrireikararnir av Summar Festivalinum kunngjørt enn eitt útlendskt høvuðsnavn til festivalin í august.
Meðan festivalurin fyri einum góðum mánaði síðani dróg eina ordans kanin burtur úr hattinum til tey ungu, eru tað tey meira tilkomnu, sum hesaferð fáa sítt heimsnavn.
Tí nú er greitt, at bretski sangarin Shakin' Stevens skal spæla á Summar Festivalinum í ár.
? Vit hava leitað leingi og væl eftir einum góðum høvuðsnavni til leygarkvøldið, og valið er fallið á Shakin' Stevens, sum í 80'unum var tann best umtókti tónleikarin yvirhøvur á teimum bretsku hitlistunum, siga fyrireikararnir av Summar Festivalinum.
Kendur í Føroyum
Shakin' Stevens fekk sítt gjøgnumbrot tíðliga í 80'unum við sanginum This Ole House, men næstu árini var hann tað heitasta navnið í bretskum popptónleiki.
Hann hevði ikki færri enn 36 sangir á Topp 40 listanum í Bretlandi, og tað kláraði eingin annar tónleikari í 1980'unum. Meðan The Beatles vunnu hitlistastríðið í Bretlandi í 60'unum og Elton John í 70'unum, so var tað Shakin' Stevens, sum fór við sigrinum í 80'unum.
?Vit hava við Shakin' Stevens fingið enn eina veruliga poppstjørnu til Summar Festivalin, og tað eru vit sera fegnir um. Shakin' Stevens telist millum teir best umtóktu tónleikararnar í søguni hjá bretskum popptónleiki, og hann hevur eina ørgrynnu av kendum sangum, sum føroyingar eisini kenna væl. Tí er hann eitt sera gott navn til okkara tiltak, siga fyrireikararnir.
Fleiri nøvn á veg
Trý nøvn eru avdúkað til Summar Festivalin 2005 higartil. Tey eru Brian McFadden, Shakin' Stevens og føroyski bólkurin Lawetz, sum Summar Festivalurin valdi sær í hálvfinaluni í Prix Føroyum síðsta leygarkvøld.
Fleiri nøvn eru á veg, og fyriskipararnir fara at kunngera tey seinni. Væntandi verður okkurt útlendskt navn afturat við á festivalinum, og harafturat nógvir føroyskir bólkar.
Forsølan til Summar Festivalin heldur fram, og í løtuni eru tey bíligu vikuskiftispassini framvegis at fáa á Shell-støðunum kring landið.