boðini, sum vit fingu, at Jónfríð ikki var ímillum okkum meira, at hon var farin av ferðsluvanlukku á veg til arbeiðis, til tað arbeiði, sum hevði ein so stóran týdning fyri hana, henni, sum dámdi so væl [...] fólk. Eftir sita vit spyrjandi: hví skuldi hon blíva rivin burtur frá okkum, hon, sum sá so lætt upp á lívið, og sum var so væl til passar, altíð uppmuntrandi og glað, hon sum var í bestra aldri, og hon [...] okkara børnum. Vit hava tíbetur so nógv góð minnir saman um hana, og tey minni vilja vit altíð minnast á við gleði. Vit fara ongantíð at gloyma hana. Friður veri við minninum um mítt systkinabarn Jónfríð.
veljarakanningar, har fólk, sum hava verið á valið verað spurd hvat tey hava valt. Og eina tílíka gjørdu teir eisini í Danmark valdagin. Henda kanning vendi upp og niður upp á allar veljarakanningar sum gjørdar [...] framum ? á sjálvari mállinjuni. Teir fingu 88 tinglimir, meðan borgarligu andstøðuflokkarnir bert fingu 87 tinglimir. Hetta merkir so aftur at teir norðuraltlantisku tingmenninir kunnu gerast tungan á vágskálini [...] undirvísingarmálaráðharrin, Ole Vig Jensen, varð valdur inn á ting hesaferð. Fyri báðar teirra má tað takast sum ein misálitisváttan. Teir hava, hvør á sínum øki, havt ymisk uppskot frammi, sum hava elvt til
Kyndlakvinnur vunnu stórsigur 39-16 á Stjørnuni, og tað er størsti sigur higartil í endaspælinum. Tað var heldur ongantíð nakar ivi um, hvønn veg sigurin fór. Munurin á botni og toppi í 1. deild er stórur [...] við at vinna við 23 málum. Einasti spenningur móti endanum av dystinum var, um Kyndil fór at koma upp á 40 mál, men tað eydnaðist so ikki. Tað var serliga í verjuni hjá Stjørnuni, at tað gekk illa í hond [...] umfari verður lokaluppgerð móti Neistanum, og í seinasta umfari um tvær vikur skulu kyndlakvinnur inn á Skála at spæla móti núverandi oddaliðnum og FM-favorittunum StÍF. Mótstøðan tá verður ivaleyst nógv
umboðunum hjá Verkamannafylkingini á tingi. Lagt trý uppskot fram á ting Luitjen Apol sigur, at hann var greiður yvir, at Kristian Magnussen fór at taka sæti aftur á tingi. Men hann var bara ikki greiður [...] ? Á landsfundinum varð nógv tosað um uppstilling til løgtingsvalið, sigur nýggi formaðurin í Verkamannafylkingini, Luitjen Apol, sum fríggjadagin í næstsíðstu misti sætið á tingið, tá Kristian Magnussen [...] Magnussen gjørdist limur í tingbólki Javnaðarfloksins. Luitjini Apol untist knappar tveir mánaðir á tingi. Á landsfundi hjá Verkamannafylkingini møttu eini 20 fólk. ? Er tað ikki eitt tekin um, at fólk ikki longur
Plátufelagið TUTL kemur í hesi vikuni á marknaðin við enn eini forvitnisligari útgávbu. Talan er hesaferð um fløguna »In the Eb«. Tutl hevur eina langa røð av jazzplátum. Serliga á árunum 1977 til 1984 vóru nógvar [...] endurføðing er um at fara í gongd. Í fjør kom Shalder Geo út, og nú kemur so »í Eb-inum«, og aðrar eru á veg. Tónleikurin er sermerktur. Her er talan um eitt tónaskald, sum hevur sín egna hátt at skriva løg [...] sum vísir á ein av tónleikaliga íbástrinum hjá Heðini. Talan er um Well You Needn?t hjá Thelonius Monk, sum er ein av teimum mest sermerktu tónaskøldunum í jazzi. Fýra tónleikarar eru við á fløguni: Heðin
slóð fyri teimum, sum hava hug at gera íløgur í vinnulívið. Ikki færri enn tvær nýggjar ætlanir eru á veg, sum Býráðið hevur givið loyvi til. Loyvi til tvey virki Tað vil siga, at í løtuni eru ikki færri [...] verður farið undir byggingina fyrst í apríl. M.a. hevur Richard Thomsen á Tvøroyri fingið loyvi at seta eina betong- blandistøð upp inni á Oyrunum í Vági til at blanda betongið í. Johan Dahl vil fyribils onki [...] eitt virkið uttanfyri gamla flakavirkið, Polarfrost. Eyðfinn Mørk sigur, at eisini hetta varð samtykt á býráðsfundinum leygardagin. Hann sigur, at væntandi fer Býráðið undir ta útfyllingina heilt skjótt.
ongan veg ? Men grunnurin um undirsjóvartunnil fer ongan veg, og ætlanirnar um at bora fyri tær fyrstu 20 mió. kr. verða eisini settar í verk, tí líkamikið hvat umboð fyri Vágoynna, sum kemur inn á ting [...] Saman við lokalfeløgunum í Vágum, øllum teimum politisku lokalfeløgunum, og saman við hinum umboðunum á tingi og í landsstýrinum, var fundur avtalaður at vera við Edmund Joensen, løgmann, og so seint sum [...] ting eftir valið, so er hetta eitt hjartamál. ? Eg fari so ikki í nakra samgongu, kemur tað upp á tal og eg verði valdur, uttan so eg havi fingið fulla vissu fyri at arbeiðið byrjar og at peningur verður settur
borg, tað var ein hørð tíð tú á odda var, einsamallur mangan, tí lívið lær. Framgongd var styrkin, mál og mið, sum formaður framdi tøk, tú tók stig, førdi bygd okkara fram á veg. Í søgubók skriva, har vilja [...] leiðara varð vunnið á mál. Persónliga havi eg mist ein sterkan stuðul, sum var mær hollur. Røddin er tagnað, men eftir stendur minnið um ein persón, sum altíð var tryggur og sterkur, tá ið á stóð. Eg drýpi [...] Fyri Ova Djurhuus var lívið eitt áhugavert lív við nógvum almennum uppgávum. Hann var býráðslimur á Tvøroyri í mong ár. Sum varaborgarstjóri avloysari fyri P. M. Dam sála, var tað hann sum leiðari, ið
kundu fáa á pengamarknaðum aðrastaðni, og hesin politikkur gav at bíta seinni. Útlánsprosentini í bankunum vóru langt omanfyri 100, og hetta er nakað sum økir um tapsvandan. Tá bankarnir fóru á húsagang [...] Tað eru bara teir stóru bankarnir í Danmark, sum liggja frammanfyri. Verður hædd tikin fyri støddini á bankunum, so er úrslitið hjá Føroya Banka nógv tað besta. Men hesaferð er úrslitið hjá bankanum meira [...] frá bankanum vísa bert høvuðstøl, so tað ber ikki til at fara inn og gera sær eina mynd av gongdini á teimum ymsu postunum, men nettotølini siga eisini eitt sindur hóast alt. Síðan 1994 eru netto- og k
tú taka tær tíð til. Skuldin fer ongan veg. Bæði landsstýrið og stjórnin eiga at fáa tíð til at fyrireika seg til hesar samráðingar sigur Tummas Arabo og vísir á, at danska stjórnin skal koma uppá pláss [...] fyri eitt nýtt landsstýri eftir løgtingsvalið. -At fara til Danmarkar við einum frustreraðum løgmanni á odda dugir ikki. Tummas Arabo heldur tað annars vera í lagi, at formaður javnaðarfloksins tosar við [...] hvørjar linjurnar eru hjá sínum partamanni í Danmark í komandi Føroyapolitikkinum umframt at fáa greiðu á nakrar av teimum stóru spurningunum, sum liggja fyri Føroyar. -Tað er rætt at royna at ávirka danskar