Kyndil mundi fingið 40

Hondbóltur: Størsti spenningurin í kvinnudystinum millum Kyndil og Stjørnuna var, um Kyndil fór at koma upp á 40 mál

Um tað verður málúrtøkan, sum fer at avgera, hvar silvurið endar í 1. deild hjá kvinnum, so gjørdi Kyndil eitt stórt hál hóskvøldið. Kyndlakvinnur vunnu stórsigur 39-16 á Stjørnuni, og tað er størsti sigur higartil í endaspælinum.

Tað var heldur ongantíð nakar ivi um, hvønn veg sigurin fór. Munurin á botni og toppi í 1. deild er stórur, at tað prógvaði Kyndil eins væl og nakar annar við at vinna við 23 málum.

Einasti spenningur móti endanum av dystinum var, um Kyndil fór at koma upp á 40 mál, men tað eydnaðist so ikki.

Tað var serliga í verjuni hjá Stjørnuni, at tað gekk illa í hond. Og serliga móti endanum skrædnaði alt, tá kyndlakvinnur ferð eftir ferð stóðu púra leysar og skoraðu eftir vild.

Reint ítróttarliga kundi Kyndil ikki brúka dystin hóskvøldið til nógv meir enn upphiting til torføru uppgávurnar, sum koma seinni í kappingini. Í næstseinasta umfari verður lokaluppgerð móti Neistanum, og í seinasta umfari um tvær vikur skulu kyndlakvinnur inn á Skála at spæla móti núverandi oddaliðnum og FM-favorittunum StÍF. Mótstøðan tá verður ivaleyst nógv, nógv størri, enn Stjørnan megnaði at geva.

Útlitini hjá klaksvíkskvinnum fyri at halda sær uppi í 1. deild eru sera døpur. Av teimum trimum dystunum, Stjørnan hevur eftir, eru tveir móti ávikavist Neistanum og StÍF. Tann seinasti er móti GÍ á Kambsdali, og tá verður kravið til Stjørnuna ein sigur, ella er tað 2. deildarhondbóltur næsta ár.


1. deild kvinnur:

Kyndil-Stjørnan

39-16 (18-9)

Kyndil: Ann Hansen 8, Lotte Sørensen 8, Brynhild Klein 6, Jensia Petersen 5, Rakul N. Joensen 4, Jórun Ludvig 4, Frida S. Johannesen 3, Herborg Joensen 1.

Stjørnan: Hansy Thomsen 5, Joan M. Joensen 4, Súsanna Jacobsen 2, Anna K. Samson 2, Ragna Andreasen 1, Simona Hansen 1, Beinta Klakkstein 1.

Útvísingar: Kyndil 2, Stjørnan 2.