Í essinum?

Nýggj fløga við jazzløgum hjá Heðin Zixka Davidsen er á veg á marknaðin. Heðin hoyrir til yngra ættarliðið av jazztónleikarum. Hann er føddur í 1977

Plátufelagið TUTL kemur í hesi vikuni á marknaðin við enn eini forvitnisligari útgávbu. Talan er hesaferð um fløguna »In the Eb«.

Tutl hevur eina langa røð av jazzplátum. Serliga á árunum 1977 til 1984 vóru nógvar givnar út. Tað var tá Kræklingar, Jazz í Føroyum 1, 2, og 3, Brongl, Sunleif Rasmussen Kvartett, Fagrir Fuglar, Snjóuglan, Yggdrasil og Kingoløg komu út.

Nú sær tað út til, at ein endurføðing er um at fara í gongd. Í fjør kom Shalder Geo út, og nú kemur so »í Eb-inum«, og aðrar eru á veg.

Tónleikurin er sermerktur. Her er talan um eitt tónaskald, sum hevur sín egna hátt at skriva løg uppá. Løgini eru kenslulig og hósa sera væl til at improvisera yvir, ið er avgerandi fyri jazzkompositiónum. Her eru innarlig løg, so sum Good Mourning, eins og skemt eisini er at hoyra, sum Honee Bee og Blue Azz. Eitt kent jazzlag er við, sum vísir á ein av tónleikaliga íbástrinum hjá Heðini. Talan er um Well You Needn?t hjá Thelonius Monk, sum er ein av teimum mest sermerktu tónaskøldunum í jazzi.

Fýra tónleikarar eru við á fløguni: Heðin Zixka Davidsen (guitar), Kristian Blak (klaver), Martin löfgren (dr) og Midael Blak (bass).

Trummuspælarin, Martin Löfgren, var á vitjan í Føroyum í juli fyri at spæla konsertir við Heðini og í Eb?inum. Hann er altjóða kendur sum trummuspælari, og hevur jazzútgávur í egnum navni í Svøríki. Hann kom aftur í november til upptøkurnar,s um fór fram í Norðurlandahúsinum. Jónas Bloch Danielsen tók sær av upptøkunum. Fløgan varð miksað í Sun Studios í Danmark, og har var Jónas eisini við. Tekningin á permuni er teknað av Tummas Jákup Thomsen, meðan henning Nicodemussen hevur tikið sær av tí grafiska.