Saman við lokalfeløgunum í Vágum, øllum teimum politisku lokalfeløgunum, og saman við hinum umboðunum á tingi og í landsstýrinum, var fundur avtalaður at vera við Edmund Joensen, løgmann, og so seint sum seinasta leygardag hevði Jørgen Niclasen prát við løgmann, har fundurin í Vágum so var avtalaður at vera mikudagin, sama dag sum løgmaður útskrivaði valið.
Og sambært Jørgen Niclasen, so hevði løgmaður fult forstáilsi fyri tunnlinum, sum Jørgen tekur til, og talan var bert um tíð, nær borast kundi fyri tær 20 mió. kr., sum settur eru í grunn, men sum enn ikki hevur nakað lógarverk aftan fyri seg.
Fara ongan veg
? Men grunnurin um undirsjóvartunnil fer ongan veg, og ætlanirnar um at bora fyri tær fyrstu 20 mió. kr. verða eisini settar í verk, tí líkamikið hvat umboð fyri Vágoynna, sum kemur inn á ting eftir valið, so er hetta eitt hjartamál.
? Eg fari so ikki í nakra samgongu, kemur tað upp á tal og eg verði valdur, uttan so eg havi fingið fulla vissu fyri at arbeiðið byrjar og at peningur verður settur av til eitt framhaldandi arbeiði, so undirsjóvartunnilin verður ein veruleiki.
? Ætlanin við flogvøllinum liggur so eisini frammalaga í mínum huga, sigur Jørgen Niclasen í stuttari viðmerking eftir stórhendingarnar seinastu dagarnar.










