Tað gongur væl hjá Føroya Banka.
So væl, at úrslitið fyri 1997 var eitt yvirskot uppá 372 mió. kr. áðrenn skatt.
Tá skatturin er goldin liggja 343 mió kr. eftir í kassanum.
Og tað má sigast at vera eitt vala úrslit. Hjá einum tí mest umtalaða bankanum í danska kongaríkinum seinastu nógvu árini.
So væl gekst í 1997, at úrslitið hjá bankanum er tað fimtabesta í øllum danska kongaríkinum, mált krónu fyri krónu.
Tað eru bara teir stóru bankarnir í Danmark, sum liggja frammanfyri.
Verður hædd tikin fyri støddini á bankunum, so er úrslitið hjá Føroya Banka nógv tað besta.
Men hesaferð er úrslitið hjá bankanum meira vert.
Í 80-árunum vísti tað seg, at bankin stóð seg væl í kapping við danskar bankar, tá tað um úrslitið ræður, men tíðin hevur víst okkum, at ikki alt royndist so væl kortini.
Kreppan merktist av álvara, og í 1992 og 1993 vórðu avsetingar gjørdar fyri íalt 4.042 mió. kr.
Alt tað samansparda yvirskotið, sum áðrenn lá í bankunum, var tí burtur eftir stuttari tíð, og landskassin kom inn í myndina umvegis Fíggingargrunnin.
Og eftir tað byrjaði tann tunga gongdin frameftir, har bankin skuldi byggjast uppaftur av nýggjum, so at siga.
1 mia. uppá fýra ár
Ikki kann sigast annað enn, at teir, sum hava havt hesa uppgávu um hendi, hava loyst hana væl.
Neyvan øll eru samd um tað, men hyggja vit eftir úrslitunum seinastu fýra árini, so síggja vit, at bankin hevur havt eitt samlað yvirskot uppá 909 mió. kr. síðan hann varð samanlagdur.
Hyggja vit samstundis eftir, hvussu nógvan pening Fíggingargrunnurin hevur skotið inn, og samstundis eisini at hvussu stórt samlaða yvirskotið hevur verið síðani, so er 1 mia. av 2,4 mia. krónum komnar aftur í kassan.
Var hetta hent í útlandinum, so stóð stjórn bankans til eina lønarhækking, so tað forslær, men í Føroyum bera teir navnið »monopolbanki« og líknandi niðursetandi heiti.
Nógv lægri kostnaðarútreiðslur
Tølini vit hava fingið frá bankanum vísa bert høvuðstøl, so tað ber ikki til at fara inn og gera sær eina mynd av gongdini á teimum ymsu postunum, men nettotølini siga eisini eitt sindur hóast alt.
Síðan 1994 eru netto- og kostnaðarinntøkur bankans minkaðar við 79 mió. kr. úr 313 mió. í 234 mió..
Orsøkin til hesa afturgongd er, at rentan er væl lægri nú enn fyri fáum árum síðani.
Rentumarginalurin hjá bankanum er eisini minkaður munandi, og orsøkin er millum annað ein nógv varnari útánspolitikkur.
Bankin fer ikki út í eitt projekt, um ikki útlit eru fyri at tað ber seg, og tí er tapsvandin munandi minni nú enn fyrr.
Harvið er heldur ikki sami tørvur fyri stórum rentumarginali.
Men tað eru ikki bara inntøkurnar sum eru minkaðar.
Eisini kostnaðarútreiðslur bankans eru minkaðar munandi.
Verða útreiðslur bankans samanbornar við útreiðslurnar hjá Føroya Banka og Sjóvinnubankanum í 1991, so eru útreiðslurnar hjá samanlagda bankanum heilar 83 mió. kr. lægri.
Hinir báðir bankarnir høvdu samlaðar útreiðslur uppá 201 mió. kr., meðan Føroya Banki í 1997 hevði kostnaðarútreiðslur fyri íalt 118 mió. kr.
Og tað er ikki so lítið. Jørn Astrup Hansen sigur, at hetta er ein avgerandi partur fyri, at úrslitið gerst so gott.
? Tað er eingin orsøk at útgjalda 83 mió. kr., um vit ikki hava tað fyri neyðini.
Afturførdar burturleggingar
Tað er nú einaferð so, at tað í ringum tíðum verður mett um hvørjum standi skuldarar bankans eru.
framhald á síðu 2
Er samfelagsstøðan vánalig, so verða burturleggingarnar móti tapi størri.
Í 1992 og 1993 vóru burturleggingar gjørdar fyri uml. 4 mia. krónur. Tað var metingin tá, men tað hevur víst seg, at ein partur av teimum ikki skuldi verið burturlagdur.
Men tað er so lætt at vera eftirklókur.
Síðan 1994 hevur bankin inntøkuført áður gjørdar burturleggingar fyri uml. 390 mió. krónur, og tað sæst sjálvandi á úrslitinum.
Men, sigur Jørn Astrup Hansen:
? Síðan 1990 hava Sjóvinnubankin og Føroya Banki avskrivað 3,9 mia. krónur. Og hesar koma ongantíð aftur. Tær eru mistar.
Hvussu verður so við bankanum, um samfelagið kemur í eina líknandi kreppu?
? Eftir okkara meting er ongin vandi fyri at bankin fer nakran veg.
? Bankin er nógv betri fyri nú enn hann var tá.
? Allar tær avsetingar, sum skuldu gerast, eru gjørdar, og vit vísa eitt nógv størri varsemi enn gjørt varð tá.
? Harafturat er likviditeturin hjá bankanum munandi betri enn hann var í byrjanini av 90-árunum. Solvensurin hjá bankanum er uppá 33,5%, og tað er munandi betri enn hann var.
Í teimum gomlu bankunum var ikki siður at seta pening í virðis- og lánsbrøv.
Peningurin sum kom til landið varð læntur út fyri eina hægri rentu í Føroyum, enn teir kundu fáa á pengamarknaðum aðrastaðni, og hesin politikkur gav at bíta seinni.
Útlánsprosentini í bankunum vóru langt omanfyri 100, og hetta er nakað sum økir um tapsvandan.
Tá bankarnir fóru á húsagang í 1992 og 1993 og allar avsetingarnar vórðu gjørdar, so fingu teir samstundis tilførdan nýggjan kapital.
Ístaðin fyri at gera sum í »gomlum døgum«, at læna allan peningin út, so er ein stórur partur plaseraður í virðis- og lánsbrøv.
Tað vil siga, at bankin hevur møguleika at økja um likviditetin eftir stuttari tíð, við at selja virðisbrøv.
Og tað gevur ein neyðugan tryggleika.
Eginognin nú
uml. 1 mia. krónur
Men útlánini standa ikki í stað, hóast broyttan politikk.
Seinasta ár vuksu útlánini góðum 10% til knappar 2,2 mia. krónur.
Samstundis vuksu innlánini við uml. 6% til 3,1 mia. krónur.
Eginognin hjá bankanum er nú 828 mió kr. Tað vil siga, at síðan bankin varð samanlagdur, er eginognin økt úr 279 mió. krónum til 828 mió. krónur.
? Og pengarnir eru har, sigur Jørn Astrup Hansen.
167,5 mió.
til eigararnar
Leiðslan í bankanum heldur at eigararnir skulu merkja, at tað nú gongur væl hjá bankanum.
Fíggingargrunnurin hevur sett nógvan pening í bankan og partapeningurin var uppá 250 mió. krónur.
Hetta verður hildið at verða í meira lagið, serliga tá hugsað verður um, at bankin í framtíðini skal til at gjalda út vinningsbýti.
Tí er skotið upp at minka partapeningin við 75 mió. krónum og henda uphædd verður útgoldin til kurs 200.
Harafturat verða 10 % útgoldin sum vinningsbýti og tað svarar til íalt 17,5 mió. krónur.
Tað vil siga, at Fíggingargrunnurin (Landskassin, blaðm.) fær útgoldið 167,5 mió. frá bankanum.
Jørn Astrup Hansen sigur, at tað í byrjanini var rætt at hava stóran partapening, tí reservarnir vóru so smáir.
? Men nú er eginognin komin upp á 828 mió., og framyvir skal vinningsbýti útgjaldast.
? Um partapeningurin er 250 mió., so merkir tað at vit skulu útgjalda 25 mió. krónur í vinningsbýti. tað meta vit er í meira lagið, serliga tá vit hyggja eftir kappingarneyta okkara, Sparikassanum, sum einki vinningsbýti skal av við.
? Tað merkir í stuttum, at vit skulu forvinna einar 40 mió. krónur bara fyri at verða á jøvnum føti við hann.
Aðalfundurin hjá P/F Føroya Banka verður í apríl.