Hjálpar- og flutningsbilarnir klára at flyta allar vanligar persón- og vørubilar, eins og trukkar og onnur arbeiðstól. Jákup á Borg frá Sp/f Bilrøkt sigur, at endamálið er at kunna veita eina góða tænastu til [...] skipað tað soleiðis, at fólk kunnu ringja eftir hjálpar- og flutningsbilinum alt samdøgrið á telefonin 588880, sigur Jákup á Borg. Sp/f Bilrøkt hevur annars spesialiserað seg í at polera, reinsa og la [...] Bilfyritøkan Sp/f Bilrøkt í Stiðjagøtu í Havn hevur víðkað sína flutningstænastu soleiðis at teir nú hava tveir sergjørdar bilar til hjálpar- og flutningstænastur. Talan er um ein 6-tons MAN og ein 3-tons
er tað at taka ov rívan til, tá vit siga “taka til takkar við”, tí longu nú stendur rimmarfast, at talan er um besta badminton-úrslit okkara nakrantíð. Men Absalon Eysturoy var so sera nær við at taka enn [...] tí til reiðar at spæla hálvfinalu og møguliga eisini finalu leygardagin, tá stóri finaludagurin í badminton verður í Bollhallan. Sterk breidd Restin av badminton-úrslitunum prógva eisini, at breiddin hjá [...] 19-21 móti grønlendska Frederik Elsner. Ein dystur, sum Elsner sjálvur segði var óhugnaliga strævin at koma ígjøgnum. Tvær bronsur Og hartil hava Aksel H. Poulsen og Sigrun Smith longu tryggja sær í minsta
Í sambandi við, at fyrsta Útnorður Sniðstevnan varð hildin í Reykjavík, skipaði Samvit saman við NORA fyri serligum tiltaki fyri at enduruppfinna útnorðurmótan og -sniðið Um tað er nakar, sum ikki veit [...] ár. Íslendingar áttu fyrsta tørnið, og tó at Ísland er væl frammanfyri bæði Føroyar og Grønland, tá tað snýr seg um sniðgeving og móta, er tað als ikki so, at Føroyar eru fleiri kilometrar aftanfyri. Vit [...] veit tað, so eru føroyskir sniðgevar við at vera rættiliga væl kendir í londunum kring okkum. Fara vit bara nøkur fá ár aftur í tíðina, var eingin føroyskur sniðgevi, sum kundi fáa nakra reaktión fram hjá
er CBB deildin, umframt 1., 2. og 3. deild. Tað vil siga, at Seria 1 svarar til 6. deild, og tað er her, at harrarnir hjá ÍF Føroyum ætla at spæla næsta ár. Av teimum 27 málunum gjørdi Leif Hákun Jacobsen [...] Dysturin skuldi vinnast, soleiðis at føroysku harrarnir hava eitt so gott útgangsstøði sum gjørligt undan dystinum móti Team Nørrebro 5. apríl, sum verður eitt slag av finulu um at flyta upp í Seriu 1, sum er [...] deild í Danmark. Omanfyri hesa deild eru Københavnarserian, 1. deild og Guldbagerligain. Hóast sigurin at enda kom í hús, so gekk ein løta, áðrenn gongd kom á hjá ÍF Føroyum. CBS fylgdi føroysku leikarunum
sum nummar 17 av luttakarunum í hálvum marathon. Hóast tað illa ber til at sammeta bestu tíðina, sum er runnin í Føroyum við tað at renna í 36 hitastigum, so var nøsin sett upp eftir meira. Soleiðis er besta [...] Sjálvt um beinini vóru góð, so vildi kroppurin barasta ikki, og so er ikki nógv at gera. Tá var tað bara ein spurningur um at koma á mál, segði ein skuffaður Guttorm, tá hann eina løtu hevði sitið í skugganum [...] 2,5 kilometrar, men størsti parturin av hesum bleiv nýtt til at køla høvdið við. Og á seinastu postunum var vatnið vorðið somikiði heitt, at tað hjálpti millum lítið og einki kortini, segði Guttorm.
valdast, hvussu tingini fara at ganga upp. Í B36 eru teir ógvuliga áhugaðir at fáa fatur á toppskjúttanum hjá KÍ Paul Clapson. Men í Klaksvík hava teir verið avgjørdir um, at toppskjúttin er ikki til sølu [...] verður Andrew av Fløtum við í HB ferðalagnum. Í NSÍ verður arbeitt við at finna nýggjan álopsspælara. Har verður ikki hildið, at Andersson hevur megnað tað, sum roknað varð við. Í Klaksvík verður eisini [...] Flytingar vindeygað er framvegis opið, og í fleiri feløgum verður arbeitt við at fáa nýtt fólk. Í síðstu viku vórðu fleiri nýggir spælarar skrásettir í AB, og tá flutti Súni Fríði Barbá úr AB og til FSV04
, og verri var, at gittarin hjá Ulf ofta bleiv púra burtur. Fyrsti sangurin ?City of Fire? steðgaði upp, tí Ulf ikki fekk gittaran at rigga, og í fleiri øðrum sangum sást týðuliga, at hann var frustreraður [...] hildu á at rokka gamla eyðkenda rokk, og tey eldru í fjøldini fingu sítt nostalgiupplivilsi. Tað segði tó ikki øllum so nógv, og fjøldin tyntist eitt sindur, táið tey ungu heldur vildu inn í Kelduna at kroka [...] kroka enn at hoyra 70´ararokk. Konsertin hjá Jerusalem endaði á sama hátt sum hon byrjaði ? við at gittarin hjá Ulf steðgaði upp og harvið sangurin. Og so takkaðu teir bara fyri seg. Oddur á Lakjuni
førum vinnast. Tað er einki at ivast í tí. Tað hevur tó eisini sera nógv at siga fyri okkum at vinna ólavsøkuróðurin, tí hesin hevur ótrúliga stóran týdning, sigur Frank at enda. [...] kundu fremstu bátarnir í FM-kappingini við einum sigri á vestanstevnu sjálvir avgera, um teir fóru at vinna meistaraheitið. Einasti bátaflokkurin, har fremsti báturin ikki sjálvur kundi avgera meistaraheitið [...] Havfrúgvin fýra stig framman fyri Sílið undan róðrinum í Sørvágu, men eftir róðurin er alt, sum bendir á, at Havfrúgvin fer avstað við meistaraheitinum. Dreingirnir umborð á Havfrúnni vunnu nevniliga ein knúsandi
ótrúliga væl, klárar væl at fara í falsett og rakar tónarnar beint á. Hann hevur ment seg nógv síðani seinastu konsertina fyri ári síðani, og tað er sum um, at hann nú torir betri at geva seg fult út. Bæði [...] Ummæli Hetta var fyrsta konsertin hjá Direct Level í eitt heilt ár. Tað hoyrdist tó einki ti,l at teir vóru rustaðir – teir eru væl samanspældir, sangirnir eru góðir og sita væl. Direct Level spældi nokkso [...] tíðir harðan rokk, sum ofta byrjaði friðarliga og bygdi upp til eina sterkari ljóðmynd. Tað hoyrdist, at teir hava lagt stóran dent á, hvussu sangirnir eru lagdir til rættis, og hvussu teir verða bygdir upp
vit minnast aftur á allar tær góðu løturnar, ið vit hava havt saman, er tað so tungt at hugsa, at veruleikin er, at vit ikki aftur skulu hava slíkar løtur, hvar eisini tú, Inga, er partur av hesum. Nógv [...] lívið. Hetta vísti tú eisini, tá tú fyri einum ári síðani byrjaði at lesa sjúkrarøktarfrøði í Aalborg. Tú komst heim í summarferiu aftan á at hava staðið allar royndirnar. Lívsmótið og stoltleikin lýstu av [...] andaðist okkara kæra vinkona Inga Arge brádliga, bert 41 ára gomul. Tað kennist so óveruligt so brádliga at missa ein javnaldra í bestu árum. Vit gingu allar í flokki saman í Kommunuskúlanum í Havn og spældu