Ummæli
Hetta var fyrsta konsertin hjá Direct Level í eitt heilt ár. Tað hoyrdist tó einki ti,l at teir vóru rustaðir – teir eru væl samanspældir, sangirnir eru góðir og sita væl.
Direct Level spældi nokkso seigan og til tíðir harðan rokk, sum ofta byrjaði friðarliga og bygdi upp til eina sterkari ljóðmynd. Tað hoyrdist, at teir hava lagt stóran dent á, hvussu sangirnir eru lagdir til rættis, og hvussu teir verða bygdir upp.
Evnaríkur Dan
Stóra styrkin í bólkinum er heilt avgjørt sangarin og gittarspælarin Dan Leivsson. Hann syngur ótrúliga væl, klárar væl at fara í falsett og rakar tónarnar beint á. Hann hevur ment seg nógv síðani seinastu konsertina fyri ári síðani, og tað er sum um, at hann nú torir betri at geva seg fult út. Bæði tey, sum ikki høvdu hoyrt teir fyrr, og tey, sum kendu bólkin, vórðu bilsin av, hvussu væl hann megnaði leiklutin sum sangari og oddamaður.
Stuttligir fjepparar
Í seinasta sanginum "The Levels" bjóðaði Dan nøkrum fjepparunum upp á pallin at syngja við. Upp fóru nakrir ungir mans, allir í bundnari troyggju. Teir sungu við í niðurlagnum, og hóast teir bara skuldu syngja "dadada...", so høvdu teir blað við teksti á, og sungu burturúr tí.
Í hesum sanginum minti tónleikurin rættiliga nógv um The Killers. Feitur rokkur, og Dan slepti sær sjálvum leysum.
Direct Level hava ment seg nógv hetta seinasta árið, og serliga hevur Dan tikið seg nógv fram sum sangari. Tað er góðska í sangunum, og tað kann blíva heilt spennandi, um teir halda á við at betrast.