Hóast nógvar tekniskar trupulleikar, framførdu svensku Jerusalem sín eyðkenda rokk í ein heilan tíma.
Tað var einki fjas, táið Jerusalem fór á pallin. Teir vildu rokka, soleiðis sum teir hava gjørt seinastu 30 árini. Garvaðu rokkarnir úr Svøríki spældu sama slag av tónleiki, sum táið teir vóru í Føroyum fyri 19 árum síðani.
Forsangarin Ulf Christiansson er berandi limurin í bólkinum. Hann hevur eina hása rødd, sum røkkur víða. Hann er ein karismatiskur frontfigurur, og tað kom til sjóndar hóast regn og ljóðtrupulleikar.
Ljóðið var 70´araligt, meðan melodiirnar meira hoyrdu heima í 80´unum. Sangirnir vóru bæði á svenskum og enskum. Menninir í Jerusalem spældu væl ? so væl sum man spælur aftaná 30 ár.
Tíverri var konsertin nokkso darvað av tekniskum trupulleikum. Bassurin hoyrdist mest sum ikki alla fyrru helvtina av konsertini, og verri var, at gittarin hjá Ulf ofta bleiv púra burtur. Fyrsti sangurin ?City of Fire? steðgaði upp, tí Ulf ikki fekk gittaran at rigga, og í fleiri øðrum sangum sást týðuliga, at hann var frustreraður av teknisku trupulleikunum.
Men teir hildu á at rokka gamla eyðkenda rokk, og tey eldru í fjøldini fingu sítt nostalgiupplivilsi. Tað segði tó ikki øllum so nógv, og fjøldin tyntist eitt sindur, táið tey ungu heldur vildu inn í Kelduna at kroka enn at hoyra 70´ararokk.
Konsertin hjá Jerusalem endaði á sama hátt sum hon byrjaði ? við at gittarin hjá Ulf steðgaði upp og harvið sangurin.
Og so takkaðu teir bara fyri seg.
Oddur á Lakjuni









