KAPPRÓÐUR
Hjá seks av bátaflokkunum kundu fremstu bátarnir í FM-kappingini við einum sigri á vestanstevnu sjálvir avgera, um teir fóru at vinna meistaraheitið. Einasti bátaflokkurin, har fremsti báturin ikki sjálvur kundi avgera meistaraheitið á vestanstevnu, var hjá 5-mannaførum við dreingjum. Her var Havfrúgvin fýra stig framman fyri Sílið undan róðrinum í Sørvágu, men eftir róðurin er alt, sum bendir á, at Havfrúgvin fer avstað við meistaraheitinum.
Dreingirnir umborð á Havfrúnni vunnu nevniliga ein knúsandi sigur á vestanstevnu, har teir vóru meir enn hálva aðru bátslongd framman fyri Sílið. Við sigrinum eru teir nú seks stig framman fyri Sílið, og tí skulu teir bert hava tvey stig á ólavsøku fyri at tryggja sær meistaraheitið.
Ólavsøkan hevur stóran týdning
Gleðin var sum vera man sera stór umborð á Havfrúnni eftir sigurin, sum sigst vera fyrsti sigur hjá einum báti úr Vestmanna á Sørvágsfirði nakrantíð.
- Hetta var sjálvandi øgiliga gott. Vit fingu eina lítla leiðslu beinanvegin, men inn eftir fjørðinum svaraði Sílið aftur. Vit høvdu tó ein góðan miðróður í dag, har vit øktu um munin, og í endanum fóru vit so ordiliga frá Sílinum, sigur ein av dreingjunum umborð á Havfrúnni, Frank Müller.
Hann er eisini avgjørdur á málinum, tá vit spyrja hann um síðsta róðurin, sum verður á ólavsøku.
- Meistaraheitið skal so í øllum førum vinnast. Tað er einki at ivast í tí. Tað hevur tó eisini sera nógv at siga fyri okkum at vinna ólavsøkuróðurin, tí hesin hevur ótrúliga stóran týdning, sigur Frank at enda.










