Gullið var eingin tilvild

Við tveimum plássum í hálvfinalunum umframt góðum avrikum yvir alla linjuna hava føroysku kvinnurnar prógvað, at gullið í liðkappingini ikki kom av tilvild

Badminton

 

Tað var so nær við, sum tað kundi verða, men Føroyar mugu taka til takkar við tveimum hálvfinaluplássum í einstaklingakappingini í badminton.

Kanska er tað at taka ov rívan til, tá vit siga “taka til takkar við”, tí longu nú stendur rimmarfast, at talan er um besta badminton-úrslit okkara nakrantíð.

Men Absalon Eysturoy var so sera nær við at taka enn eitt føroyskt hálvfinalupláss, tá hann í einum drápiligum dysti tapti 19-21 móti grønlendska Frederik Elsner. Ein dystur, sum Elsner sjálvur segði var óhugnaliga strævin at koma ígjøgnum.

 

Tvær bronsur

Og hartil hava Aksel H. Poulsen og Sigrun Smith longu tryggja sær í minsta lagi bronsuna afturat. Í badminton verður nevnliga ikki spælt um bronsuna á Oyggjaleikum.

Enn hevur hvørgin teirra tapt nakað sett í einstaklingakappingini, og eru tey tí til reiðar at spæla hálvfinalu og møguliga eisini finalu leygardagin, tá stóri finaludagurin í badminton verður í Bollhallan.

 

Sterk breidd

Restin av badminton-úrslitunum prógva eisini, at breiddin hjá okkara spælarum í dag er størri, enn hon nakran tíð áður hevur verið.

Magnus Gaard tapti, tá hann í fyrsta umfarinum hitti top-seedaðan spælara, men fyri øll hini var galdandi, at tey í minsta lagi vunnu seg fram til 1/8-finaluna. Tað er ikki júst gerandiskostur hjá einum føroyskum liði, sum fyrr hevur rokkið einstøkum silvur- og bronsumerkjum, men sum ongan tíð veruliga hevur lagt seg í kappingina millum tey stóru.

Tað hevur føroyska liðið so ruddiliga gjørt hesaferð, og enn er eisini møguleiki fyri føroyskari luttøku í tvímansleikunum, sum eisini verða spældir á finaludegnum.