Sunnudagin hin 29. juli 2007 andaðist okkara kæra vinkona Inga Arge brádliga, bert 41 ára gomul. Tað kennist so óveruligt so brádliga at missa ein javnaldra í bestu árum.
Vit gingu allar í flokki saman í Kommunuskúlanum í Havn og spældu sum børn flest. Hava fylgst nógv og hitst javnan - eisini í vaksna lívinum. Tá vit minnast aftur á allar tær góðu løturnar, ið vit hava havt saman, er tað so tungt at hugsa, at veruleikin er, at vit ikki aftur skulu hava slíkar løtur, hvar eisini tú, Inga, er partur av hesum.
Nógv er hent í tínum stutta lívi. Eftir skúlan arbeiddi og ferðaðist tú. Tú vart í London, Fjareystri, USA, Ísrael og Norra. Tá ið tú vendi aftur úr útheiminum, fór tú aftur á skúlabonk og tók eina HF eksamiu. Tín stóri áhugi var blómur og trøð, og gjørdist tú eisini gartnari. Afturat hesum fekst tú tvey deilig børn. Okkara tankar leita til teirra og familju tína.
Altíð vart tú so glað og hevði mót upp á lívið. Hetta vísti tú eisini, tá tú fyri einum ári síðani byrjaði at lesa sjúkrarøktarfrøði í Aalborg. Tú komst heim í summarferiu aftan á at hava staðið allar royndirnar. Lívsmótið og stoltleikin lýstu av tær. Vit vóru allar so glaðar, tína vegna. Tú gjørdi húsini og havan í stand – ja ikki var nakar, ið kundi vita, at hetta bleiv seinasta avrik títt.
Inga, vit sakna teg ómetaliga nógv og vilja við hesum orðum lýsa frið yvir minnið um okkara kæru vinkonu, Ingu Arge.
Heilsan vinkonurnar