Bilfyritøkan Sp/f Bilrøkt í Stiðjagøtu í Havn hevur víðkað sína flutningstænastu soleiðis at teir nú hava tveir sergjørdar bilar til hjálpar- og flutningstænastur. Talan er um ein 6-tons MAN og ein 3-tons Mercedes-Benz, sum báðir eru bygdir til endamálið.
Tænastan er skipað sum døgntænasta, har fólk kunnu ringja alt samdøgri um t.d. ein bilur er uppstøðgaður og stendur í vegin fyri ferðsluni.
Tað tað kann eisini vera bilar sum skulu á verkstað, ella bilar sum bert skulu flytast úr einum staði í annað, sum t.d. nýggir bilar sum skulu koyrast frá havnalagnum og til bilhandlaran.
Hjálpar- og flutningsbilarnir klára at flyta allar vanligar persón- og vørubilar, eins og trukkar og onnur arbeiðstól. Jákup á Borg frá Sp/f Bilrøkt sigur, at endamálið er at kunna veita eina góða tænastu til tey sum hava brúk fyri slíkum bilum til ymiskan flutningstørv.
Vit hava skipað tað soleiðis, at fólk kunnu ringja eftir hjálpar- og flutningsbilinum alt samdøgrið á telefonin 588880, sigur Jákup á Borg.
Sp/f Bilrøkt hevur annars spesialiserað seg í at polera, reinsa og lakkforsegla bilar, sølu av brúktum bilum eins og útleigan og umvæling av bilum. Fyritøkan umboðar eisini ymiskar vørur til bilrøkt so sum 1Z ella Einzett, ið er eitt týskt kvalitetsprodukt við øllum tí sum skal til fyri at gera bilin sum nýggjan. Einzett vøran verður eisini seld á servicestøðum og í handlum kring landið.
Tað eru feðgarnir Heini og Jákup á Borg og Geir Wardum, sum eiga og reka Sp/f Bilrøkt.