hátíðarhald á økinum. Hetta hevur eisini við sær, at Hvirlan útsetur sítt tiltak til dagin eftir, fyri at kunna hava nýggju vøllirnar við sínum fullkomnu umstøðum at vera karmur um stóra barnatiltakið. 5. okt [...] eisini bara at fáast við eina grein, men luttøka í øllum trimum er kravd, skal ein gera sær vón um medalju. Til tess at børnini ikki skulu ørkymlast meir enn neyðugt, er gott hjá teimum at hava ein vaksnan [...] vaksnan við sær, soleiðis at tey finna fram til røttu rekkjurnar og fáa neyðugu skrásetingarnar á skreytblaði.
Tórsvølli. Men fyri tað er eingin ivi um, at talan verður um eina serstakliga trupla uppgávu hjá føroyska liðnum. - Vit spældu illa í kvøld, men veruleikin er, at av og á koma slíkir dystir fyri hjá einum [...] leygardagin. Frá fleiri síðum varð roknað við, at stórtapið kundi kostað venjaranum høvdið, men tað hevur tað so ikki gjørt enn. Og hann er til reiðar at stýra skútuni á beint, tá rumenar í annaðkvøld [...] fara á Tórsvøll. Men trýstið er ovurstórt. Tapið á heimavølli ger, at rumenar longu nú standa í truplari støðu í royndunum at vinna seg til endaspælið, og á Tórsvølli er sigurin eitt krav. Og helst skal
dag kemur garnaskipið Ågot eisini inn at landa, og teir hava eini 18.000 pund av svartkalva. Línuskip mánadagin Á Landingarmiðstøðini í Klaksvík vita tey at siga, at trý línuskip hava boðað frá landing mánadagin [...] smáligur. Tey liggja um eini 6.000-7.000 pund um dagin, og sagt verður, at størri helmingurin av veiðini er toskur. Leggjast kann aftrat, at tveir størri útróðrarbátar landaðu í Klaksvík í gjár. Fagraenni hevði [...] hevði 6.000 pund, og Bragd hevði 14.000 pund á tveimum setum. Úr Klaksvík frættist, at útróðrarbátarnir, bæði teir størru og teir smærru, javnan liggja um eini 100 pund á línuna. Vánaligur prísur Fiskaprísirnir
Bruun Jørgensen: - Hann kemur púra víst at spæla í dag. Ein av málsetningunum í dag, er at skora meir enn 2 mál tað fyrsta korterið. Klaus Bruun Jørgensen skal inn at seta ferð á spælið. Sjálvt um skotstyrkin [...] ar undir trýst. Tað kann eisini gerast ein fyrimunur, at teir ikki kenna hann. Hann hevur jú ikki spælt her niðri, og makedonarnir vænta óivað, at vit spæla við einum høgrahandaðum høgra backi. Sigur Ulrik [...] Tað kostaði Danmark, at Kasper Søndergaard, sum er lámur, fekk ein álvarsaman løst fyrr í vikuni. Tað gjørdi álopspartin munandi minni fjøltáttaðan í fyrsta dystinum ímóti Póllandi í HM-millumbólki 2 ígjár
Jacobsen seg vera sannførd um, at fíggjar- og búskaparstøðan í landinum, heimsumfatandi kreppan og útlitini í verandi støðu, gera, at politiska skipanin í mest møguligan mun eigur at samstarva eftir besta førimuni [...] Tjóðveldisumboðini í figgjarnevndini vilja hava, at Løgtingið bæði ásetir tilfeingisgjald og grønan skatt, lækkar sjómannafrádráttin og hækkar inntøkuskattin Úrslitið av broytingaruppskotinum skal geva [...] á 107 mió. krónur. Minnilutauppskotið hjá Annita á Fríðriksmørk og Tórbjørn Jacobsen gongur út uppá at áseta tilfeingisgjald upp á 40 mió. krónur, grønan skatt ella CO2-avgjald upp á 25 mió. krónur, hækkka
einasta av Spice gentunum veruliga dugdi at syngja, og sum legði lag í sangskriving. Um hetta er so, er ilt at siga, men hon er tann einasta, ið hevur megnað at flúgva víðari og ikki missa flogið, eftir [...] Sjúrður Skaale, frásøgumaður, legði fyri við at kalla svimjaran Pál Joensen fyri Pál Weihe, tá hann fór undir at presentera, men eftir hetta skemtiliga mistak, presenteraði hann Mel C sum fitta, sjarmerandi [...] høvdu eina konsert, ið var á topp støði, men sum helst ikki "rykti nakrar pelar upp", tá talan er um at leggja sær eina konsertuppliving í geyma, men ein góð konsert við góðsku í hásæti og ein góð uppliving
hóttur bæði av Tvørabátinum og Kollfirðingi, sum róði stak væl. At tað eydnaðist miðvingum at vinna á Miðvági ber sjálvandi við sær, at vestanstevnu hýrurin er góður í fínu líkindunum, sum eru í Miðvági [...] í endaspurtinum hilnaðist tað eisini væl hjá sundamonnum. Trupulleikin var tann, at tað í miðróðrinum ? um tað ber til at tosa um tað, tá ið 6-mannaførini við monnum rógva 1000 metrar ? hilnaðist minni [...] Tað gekk, sum tey í Vágum høvdu vónað og ivaleyst eisini roknað við, eftir at tað í tveimum teimum undanfarnu ferðunum hevur gingið so væl. Miðvingar umborð á Riddaranum vundu burtur úr kappingarneytunum
beint eftir, at róðurin var av. – Vit vóru fýra bátur, sum skiftust allan vegin inn eftir, so tað var ótrúligt, at vit vóru sterkast. Og tað ger tað bara betri, at hetta er fyrsta ferðin, at Havnar Róðrarfelag [...] sum saman við hinum gentum umborð á Drekanum, var við at bøta um metið upp á næstan ein hálvan minutt. – Vit hava tapt tepurt áður, men hava dugað at rættað uppá mistøkini so hvørt. Og so hava vit veruliga [...] Drekin vann FM í kappingini millum 5-mannaførini við gentum. Firvaldur, Jallurin og Hvassi royndu at fylgja við. Eftir góðan start bar tað illa til hjá Hvassa, sum var einasta FM hóttanum ímóti Drekanum
Koyr bara 60 km/t á landsvegnum! Fyri mína skyld behøvist tú ikki at trýsta meira á spidaran. Eg havi gjørt tað til ein sport ikki at irriterast inn á bilførarar, sum eru varnir á vegnum millum bygdir [...] hvørt vegskelti, sum hon er í nánd av, og óttast stórliga fyri, at hon verður løgd undir tortur hjá ríkisløgregluni, um hon vágar sær at nærkast teimum 80 km/t. Við hvørt er tað ein av hesum stóru, skitnu [...] kasseraðir í Danmark og innfluttur til Føroya at gera ónáðir. Silkeborg Tomat Transport stendur við stórum stavum á bilinum, og so koyra teir, sum stúrdu teir fyri, at ein altoyðileggjandi kettjup-heljarríki
vanda fyri at flyta niður. Fólk hava rópt okkum, B68 og Skála sum niðurflytarar í alt ár, men eg dugi ikki at síggja, hví KÍ og ÍF skulu kenna seg trygg. Øll stig eru kærkomin, og marginalar fara at avgera [...] inni í Dal mikudagin. Eli Hentze, venjari, staðfestir, at sandoyingar framvegis er í niðurflytingarvanda, hóast tað undan summarsteðginum eydnaðist at vinna seg upp um strikuna. - Vit hava ligið í botninum [...] leikbann við sær. Eisini er Magnus Skoralíð burturstaddur. - Tað verður eingin trupulleiki hjá mær at manna nýggja verju. Eykaliðið stendur seg væl í næstbestu deildini, og summir fáa møguleikan. Vit seta