Mel fylti Vágsbø

Talan var um C vitaminir til glaðar poppfjepparar, tá Melanie C fór á pall á Vágsbø. Ein framførsla, har professionalisman var í hásæti

Sjúrður Skaale, frásøgumaður, legði fyri við at kalla svimjaran Pál Joensen fyri Pál Weihe, tá hann fór undir at presentera, men eftir hetta skemtiliga mistak, presenteraði hann Mel C sum fitta, sjarmerandi og dugnaliga.

Og hetta síðsta prógvaði Mel C og sang væl og sannførandi og klokkureint.

Hon hevur eina rødd, ið megnar bæði djúpar og høgar tónar, og har er ongin slingur í walsinum (har er sjálvandi heldur ongin walsur).

Fyrrverandi Spice gentan hevur verið nevnd hon, ið sum hin einasta av Spice gentunum veruliga dugdi at syngja, og sum legði lag í sangskriving. Um hetta er so, er ilt at siga, men hon er tann einasta, ið hevur megnað at flúgva víðari og ikki missa flogið, eftir dagarnar í heimsins størsta gentubólki.

Fleiri still løg vóru á skránni, men Mel C gav eisini lurtarunum krút og ungu lurtararnir og poppfjeppararnir fingu C vitaminir. Tað var orka í, tá villaru løgini ljómaðu um Klaksvíkina klokkan 22 fríggjakvøldið.

Hetta var sum heild ein konsert, har góðskan og professionalisman vóru í hásæti. Og okkurt lag var eisini heldur tungt, og her fekk Mel prógvað tónleikadygdir, ið annars ikki minna so nógv um popp.

Mel C og manning høvdu eina konsert, ið var á topp støði, men sum helst ikki "rykti nakrar pelar upp", tá talan er um at leggja sær eina konsertuppliving í geyma, men ein góð konsert við góðsku í hásæti og ein góð uppliving.

Og fjøldin var sjálvsagt við, tá eykaløgini Never Be The Same Agan og I Turn To You ljóðaðu, og Mel C megnaði at koma um pallkantin.