Fáar landingar - lágir fiskaprísir

Í gjár landaðu tveir trolbátar og ein snellubátur í Klaksvík, og mánadagin koma trý línuskip inn at landa

Fiskivinna

 

Trolbátarnir, Varðin og Fiskaklettur, landaðu í Klaksvík í gjár. Varðin, sum hevur roynt á Skeivabanka, hevði eini 20.000 pund og Fiskaklettur, sum hevur roynt norðanfyri, hevði stívliga 8.000 pund.

Snelluskipið Báran landaði eisini í Klaksvík í gjár. Teir høvdu roynt í einar 2-3 dagar og høvdu 17.000 pund av upsa.

Um middagsleitið í dag kemur garnaskipið Ågot eisini inn at landa, og teir hava eini 18.000 pund av svartkalva.

 

Línuskip mánadagin

Á Landingarmiðstøðini í Klaksvík vita tey at siga, at trý línuskip hava boðað frá landing mánadagin. Tey eru Jákup B, Kvik og Helena, sum hava verið úti í eina góða viku ella so.

Sum skilst, roynist fiskiskapurin hjá línuskipunum yvirhøvur smáligur. Tey liggja um eini 6.000-7.000 pund um dagin, og sagt verður, at størri helmingurin av veiðini er toskur.

Leggjast kann aftrat, at tveir størri útróðrarbátar landaðu í Klaksvík í gjár.

Fagraenni hevði 6.000 pund, og Bragd hevði 14.000 pund á tveimum setum.

Úr Klaksvík frættist, at útróðrarbátarnir, bæði teir størru og teir smærru, javnan liggja um eini 100 pund á línuna.

 

Vánaligur prísur

Fiskaprísirnir hava ikki verið nakað serligir í seinastuni.

Á Landingarmiðstøðini í Klaksvík siga tey, at toskur 1 og 2 er farin fyri einar 19 krónur fyri kilo, meðan toskur 3 er farin fyri millum 11 og 14 krónur fyri kilo.

Fyri hýsuna fáa bátarnir einar 10 krónur í miðal.

- Tann besta hýsan liggur um einar 12 krónur fyri kilo, meðan hýsan, sum er smærri, fer fyri minni prís, siga tey í Klaksvík.