Koyr bara 60 km/t á landsvegnum!
Fyri mína skyld behøvist tú ikki at trýsta meira á spidaran.
Eg havi gjørt tað til ein sport ikki at irriterast inn á bilførarar, sum eru varnir á vegnum millum bygdir, og tað er ein avbjóðing av rang.
Vit, sum av og á koyra teir longru teinarnar í landinum, møta javnan – um ikki hvørja ferð – bilførarum, sum traðka meira á bremsuna enn spidaran. Trillandi, akandi og pjakandi fara teir avstað, og tað gongur framá – so nøkunlunda.
Við hvørt er tað ein eldri kvinna, sum skal nærlesa hvørt vegskelti, sum hon er í nánd av, og óttast stórliga fyri, at hon verður løgd undir tortur hjá ríkisløgregluni, um hon vágar sær at nærkast teimum 80 km/t.
Við hvørt er tað ein av hesum stóru, skitnu lastbilunum, sum eru kasseraðir í Danmark og innfluttur til Føroya at gera ónáðir. Silkeborg Tomat Transport stendur við stórum stavum á bilinum, og so koyra teir, sum stúrdu teir fyri, at ein altoyðileggjandi kettjup-heljarríki var fyri framman.
Og so eru tað sjálvsagt hesar longu røðirnar á seinasta teininum til Havnar. 50 bilar í takt eftir Kaldbaksvegnum, meðan onkur hálvsovandi sjaførur fremst í røðini hevur stóra fragd av at telja, hvussu nógvar bilar hann kann hava aftanfyri seg, tá hann kemur á Sandvíkarhjalla.
Men tá alt kemur til alt, so leggi eg líka í.
Traffic packed up twenty miles to the east
Must have hit every damn red light on the street
The weatherman says it’s gonna rain for a week
Hey, what can you do?










