Tjóðveldisumboðini í figgjarnevndini vilja hava, at Løgtingið bæði ásetir tilfeingisgjald og grønan skatt, lækkar sjómannafrádráttin og hækkar inntøkuskattin
Úrslitið av broytingaruppskotinum skal geva landskassanum eyka nettoinntøkur upp á 107 mió. krónur.
Minnilutauppskotið hjá Annita á Fríðriksmørk og Tórbjørn Jacobsen gongur út uppá at áseta tilfeingisgjald upp á 40 mió. krónur, grønan skatt ella CO2-avgjald upp á 25 mió. krónur, hækkka inntøkuskattin við 40 mió. krónum og lækka sjómannafrádráttin, ið skal tryggja landskassanum eyka skattainntøkur upp á 60 mió. krónur.
Tilfeingisgjaldið skal ásetast sum ein meðaltakstur upp á 10 til 15 oyru per kilo fisk, meðan CO2-avgjaldið skal krevjast inn ígjøgnum eitt avgjald á bensini upp á 50 oyru per litur. Harafturat skal rentustuðulin lækkast við 11 mió. krónum, meðan 15 mió. krónur skulu takast av yvirskotsfænum í Búnaðargrunninum.
Eisini onnur ting verða nevnd, og tilsamans geva hesar inntøkur 242 mió. krónur í eykainntøkum.
Hinvegin ynskja tjóðveldisumboðini í fíggjarnevndini at lækka blokkstuðulin úr Danmark við 77 mió. krónum, og saman við øðrum veitingum og íløgum kemur útreiðslusíðan upp á 135 mió. krónur. Við øðrum orðum ein sparing á fíggjarlógaruppskotinum upp á 107 mió. krónur.
Í viðmerking til broytingaruppskotið siga Annita á Fríðriksmørk og Torbjørn Jacobsen seg vera sannførd um, at fíggjar- og búskaparstøðan í landinum, heimsumfatandi kreppan og útlitini í verandi støðu, gera, at politiska skipanin í mest møguligan mun eigur at samstarva eftir besta førimuni. Hetta fyri at samfelagið kann vera flutt á skilabesta hátt ígjøgnum eitt væl lægri marknaðarsveip enn tað, sum verið hevur síðani kreppuna fyrst í nítiárunum, siga tey bæði tjóðveldisumboðini í fíggjarnevndini.