Drekin er meistari

Genturnar hjá Havnar Róðrarfelag tryggjaðu vertsfelagnum fyrsta FM heitið í ár. – Vit hava veruliga viljað hetta, segði Elin Sofía á Tjaldrafløtti

Drekin vann FM í kappingini millum 5-mannaførini við gentum.

Firvaldur, Jallurin og Hvassi royndu at fylgja við. Eftir góðan start bar tað illa til hjá Hvassa, sum var einasta FM hóttanum ímóti Drekanum.

Firvaldur bjóðaði av framvið Molanum, og eina løtu vóru tær av Tvøroyri fremstar. Men so stakk Drekin seg framum, og í endaspurtinum vóru tað tær umborð á Hvassa, sum vóru drúgvastar - aftanfyri Drekan.

Drekin var sannførandi og eina stóra bátslongd fremstur á mál.

– Hetta er fantastiskt, segði ovurfegna Elin Sofía á Tjaldrafløtti beint eftir, at róðurin var av.

– Vit vóru fýra bátur, sum skiftust allan vegin inn eftir, so tað var ótrúligt, at vit vóru sterkast. Og tað ger tað bara betri, at hetta er fyrsta ferðin, at Havnar Róðrarfelag hevur eina gentumanning, sum vinnur bæði FM og ólavsøkuróðurin, helt Elin Sofía á Tjaldrafløtti, sum saman við hinum gentum umborð á Drekanum, var við at bøta um metið upp á næstan ein hálvan minutt. – Vit hava tapt tepurt áður, men hava dugað at rættað uppá mistøkini so hvørt. Og so hava vit veruliga viljað hetta, segði altso ovurfegna Elin Sofía á Tjaldrafløtti.



Ólavsøkutíðin:



1 Drekin 04:29.24

2 Hvassi 04:31.16

3 Jallurin 04:32.06

4 Junkarin 04:36.07

5 Firvaldur 04:36.13

6 Tambar 04:45.24

7 Blikur 04:47.03


Støðan:

1 Drekin (FM) 47

2 Hvassi 44

3 Jallurin 31

4 Junkarin 31

5 Firvaldur 22

6 Tambar 11

7 Blikur 10

8 Teistin 0


Myndatekstur:

– Hetta er fantastiskt, sigur Elin Sofía á Tjaldrafløtti