Tað gekk, sum tey í Vágum høvdu vónað og ivaleyst eisini roknað við, eftir at tað í tveimum teimum undanfarnu ferðunum hevur gingið so væl.
Miðvingar umborð á Riddaranum vundu burtur úr kappingarneytunum. Tá ið Riddarin fór um málið, var fjarstøðan aftur til Sundabátin ein bátslongd.
Tað er stórur fagnaður í Miðvági, tí hetta var fyrsta ferðin síðani 1965, at miðvingar hava vunnið kappróður á Miðvági. Fyri 43 árum síðani var tað 8-mannafarið Miðvingur, sum vann á vestanstevnu.
Sundabáturin, sum framvegis er FM favorittur, endaði á øðrum plássi. Startspurturin hjá Sundabátinum var góður, og í endaspurtinum hilnaðist tað eisini væl hjá sundamonnum. Trupulleikin var tann, at tað í miðróðrinum ? um tað ber til at tosa um tað, tá ið 6-mannaførini við monnum rógva 1000 metrar ? hilnaðist minni væl hjá Sundabátinum, sum eina løtu tóktist vera hóttur bæði av Tvørabátinum og Kollfirðingi, sum róði stak væl.
At tað eydnaðist miðvingum at vinna á Miðvági ber sjálvandi við sær, at vestanstevnu hýrurin er góður í fínu líkindunum, sum eru í Miðvági.
1 Riddarin 04:34.13
2 Sundabáturin 04:35.03
3 Tvørabáturin 04:40.06
4 Hósvíkingur 04:42.04
5 Gongurólvur 04:43.07
6 Strálan 04:43.13
7 Lómur 04:44.11
8 Rádni 04:45.07
9 Fortuna 04:45.13
10 Víkingur 04:47.10
11 Kollfirðingur 04:48.17
12 Jarnbardur 05:00.10
1 Sundabáturin 39
2 Riddarin 35
3 Tvørabáturin 33
4 Gongurólvur 21
5 Hósvíkingur 12
6 Rádni 11
7 Lómur 8










