Internetið enn sløkt í Iran eftir 36 tímar

Myndugleikarnir hava sløkt internetið í Iran, meðan stórar mótmælisgongur eru fleiri staðni í landinum.

Internetið hevur verið sløkt í Iran í 36 tímar.

Tað skrivar interneteygleiðarin Netblocks.

Tað eru landsins myndugleikar hava sløkt internetið í landinum. Tað hendir, meðan stórar mótmælisgongur fara fram.

– Vandin fyri harðskapi og umfatandi drápum av mótmælisfólkum eftir at internetið er stongt, er stórur, sigur Mahmood Amiry-Moghaddam, stjóri í NGO-felagsskapinum Iran Human Rights, sum hevur høvuðssæti í norska høvuðsstaðnum Oslo.

Mótmælisgongur hava verið í Iran síðani seinasta mánað. Mótmæli hava verið um bæði búskaparligar trupulleikar og almennar atfinningar av skipanini.

Mótmælini byrjaðu á basarinum í Teheran, har handilsfólk vóru ørkymlað av inflatiónini.

Mótmælisgongurnar eru tær størstu síðani 2022-2023.

Á leiðini eru mótmælisgongurnar vorðnar landsumfatandi.

Hóast internetið varð sløkt, hildu mótmælisgongurnar fram, skrivaði tíðindastovan AFP í gjár.

Mótmælisgongurnar byrjaðu 28. desember og hava kostað í minsta lagi 65 mótmælisfólkum lívið, upplýsir iranski mannarættindafelagsskapurin HRANA.

Teirra millum eru 14 trygdarfólk, 50 mótmælisfólk og ein persónur við tilknýti til stjórnina.

 

/Ritzau/