fyri tað. Tú tók ímóti okkum við opnum ørmum. Hóast tú hevði pínu, sá tú ikki sjúk út, so vit vónaðu at tað bara var influensa og at tú fór at koma fyri teg aftur. Vit máttu suður sunnukvøldið. Genturnar [...] sett alt títt álit á. Á veg suður við Smyril, ringdi tú fyri at fortelja at boð frá læknanum var komið, tú skuldi opererast mánamorgun, tað hevði tú tað ikki gott við. Mánamorgunin kom, eg ringdi til tín [...] tómt. Eg tosaði jú við teg hvønn dag og viðhvørt tvær ferðir, so tað er eitt stórt tómrúm, men nógv góð minnir. Eg eri so takksom fyri at vit fóru norður tann leygardag at vera saman við tær, og eg eri so
eisini hevur samkenslu við tykkum í sorg tykkara, Harrin Jesus, sum hevur lovað at verða við okkum allar dagar líka til enda tíðarinnar, Hann vil eisini troysta og styrkja tykkum. Við hesum fátøku orðum ynski [...] At skriva minningarorð um ein, sum ein hevur fylgst við og hevur havt samfelag við, bæði til gamans og álvara, upp gjøgnum barna- ungdóms- og manndómsárini, fellur ikki lætt, men eg ynski at royna at festa [...] stóð sum negldur mitt á gólvinum eina góða løtu, hugsaði við mær sjálvum, tað kann ikki passa, tað er minni enn eitt døgn síðan, eg tosaði við hann, men spakuliga rann veruleikin upp fyri mær, settist
hvønn annan, sum vit kundu tosa við, flenna við og gráta við. Tað hevur hjálpt okkum væl. Babba, tú vart eitt ótrúligt menniskja. Altíð frískur og glaður, og altíð klárur við onkrari speiskari viðmerking [...] eitt gott arbeiðið. Altíð segði tú við okkum, hvussu umráðandi tað var at fáa eina útbúgving og eitt gott arbeiðið. Ein maður við nógvum orðum vart tú eisini. Tú prátaði við hvørt menniskja tú møtti. Høgum [...] og tú kundi práta við øll. Tað kundi tú heilt sikkurt eisini. Hetta sá man eisini í tí stóru fjøldini sum fylgdi tær til tín síðsta hvíldarstað. Tú kendi nógv fólk og kom øllum við. Tíðin har tú vart
ommubørn við, aldrin kærleika manglaðu, tú givið hevur nógv. Alt lívið tú gav og tók, bæði við kærleika og tolsemi, ikki eru tað nógv sum klára høvdu tað. Tá sjúkan gjørdi um seg, mátti tú noyðast við tað, [...] alt gekk sum tað skuldi, førleikan misti. Í 14 ár tú sjúkuna bardist við, við upp- og niðurtúrar. Øll ár fyri tað, vóru gleðiár, fylt við gleði og gleim. Tað stórt tap var fyri teg, men ikki tú misti móti [...] tað við gleði. Alt fyri at hjálpa, sum tú hjálpt hevur okkum. Tú var ein góð kona (ver)mamma, omma og ein systur, tað veit tú væl, alt í alt. Kærleiki, tolsemi og orð tú hevði, tað gav so nógv. Við tárfeldum
ongantíð út aftur við ongum. Gud elskar ein glaðan gevara. Deyðin kemur altíð óvæntað, halda vit. Men gott at sleppa so stillisliga heim til hin Harra Jesus, okkara frelsara, sum elskar okkum við sínum æviga [...] tá vit rættiliga komu at kennast. Mása var í handlinum á Stongum. Mása og hinar í handlinum prátaðu við meg og spurdu, hvar eg hevði verið. Eg segði í Árnafirði. Mása forstóð seg ikki uppá, hvat har var [...] tilsamans. Fleiri vóru tey, ið fingu eitt par frá tær. Tað vóru ríkar løtur í tykkara heimi, tá Jógvan sat við orglið og Mása sang. Góða Mása, tú verður nógv saknað, tí tú fylti so nógv, men vit unna tær hvíldina
góði prentari, sum var Tórur Poulsen, sáli úr Nólsoy, at forsvara okkum; hann var góður við okkum, og vit við hann. Hann andaðist fyrst í áttati árunum, og vóru Niels og eg úti í Nólsoy til jarðarferðina [...] vágna. Tá var bara eitt at gera, og tað var at taka/lána ein bát sum lá har við árum. Tað høvdu vit tað øgiliga stuttligt við, at rógva aftur og fram, eisini róðu vit viðhvørt heilt út á molan. Einaferð [...] bjóðaði honum við. Tað var Ingi Vardum sáli sum koyrdi bilin. Eina aðru ferð fóru vit á Yamaha knallertini hjá Niels líka til Runavíkar. Tá var tað eftir oyggjavegnum. Tá vit komu til tunnillin við Norðskála
KFUM og K sum hon brann fyri, og sang við tí inntil hon gjørdist sjúk. Við sínum lætta sinni knýtti hon seg á ein serstakan hátt til ungdómin í samkomini.Hon kom við okkum á legu og var tað nakað ið tørvaðist [...] gleða tey, hon var saman við. Eitt nú kann nevnast tann langa tið tey vóru á sjúklinga hotel Tórshavn. Hon ynskti at troysta og gleða tey, sum har vóru. Tað varð mangan sagt við hana hvussu kanst tú vera [...] ynskti hon at øll máttu fáa lut í.Tað eru mong, ið hava verði ríkað av henni, tí máta og kærleika sum hon um gekk tey á hotel Tórshavn uppá. Sjúkralega hennara vardi i langa tíð, bæði við gleðiboðum og s
Lars var við til at stovna Hundaeigarafelag Føroya í 2005, ið vildi virka fyri at betra um umstøður hjá familju- og arbeiðshundunum í Føroyum. Lars sat í nevndini í nøkur ár og helt fram við at stuðla [...] og altíð tilreiðar at hjálpa, tá ið djór okkara vóru illa fyri. Vit, sum kendu teg vistu, at vit máttu ansa tær eisini, tí at tú gjørdi alt tú kundi og meira fyri djór okkara. Hjá Lars var eingin arbeiðstíð [...] koyrdi framvið hjá djórum, til tess at tryggja, at tey komu seg skjótt og væl. Bara tað minsta var áfat við okkara ferføttu var Lars klárur. Hann legði lív og sál í sítt arbeiðið og vildi altíð finna eina loysn
at Karl Anton var farin. Hóast hann stríddist við heilsuna, so góvu vit okkum ikki far um hetta, tí Karl Anton var so spill livandi og útynti sítt verk við fullum huga og eini megi og ótroyttiligum vilja [...] Sjálvur hevði hann lagt lunnar undir og búnað hesar ætlanir í mong ár við at leggja teimum ungu tónleikarunum lag á og venja og spæla saman við teimum. Eg haldi meg ikki siga ov nógv, tá eg sigi, at hetta var [...] eftir munninum men greiddi teimum frá lívsins álvara og gaman, um at tey ungu máttu eisini sjálvi taka seg saman og vera við til at skapa sær eina framtíð. Hon kom so ikki bara av sær sjálvari, her mátti
positivur og hjálpsamur. Okur á deildini hava havt mangar hugnaligar løtur saman við Jan. Hann gav sær altíð tíð til eitt prát við okum. Hann segði ofta ”hvat siga tykur gentur?” tá hann kom inn á kontórið. [...] Hann hevði virðing fyri øllum starvsfólkunum! Jan var sera góður við síni børn og stoltur av teimum, og hann fortaldi ofta um tey við gleði. Hann ferðaðist nógv um Suðuroyarfjørð og búði heima hjá sínum [...] serstakan humor, og dámdi væl at fortelja skemtisøgur. Eitt tað besta hann fekk, var at standa í køkinum við einum kaffikoppi í hondini og njóta tað vakra útsýnið vestureftir; Oyrnafjall, Gluggarnar, Trongisvág