Minningarorð um Niels á Krákusteini

Niels og eg komu at kenn­ast í 1974, tá vit báð­ir komu at ganga í 8. flokki í spildurnýggja Eystur­skúl­an­um, sum tá bert 1. byggistig var liðugt. Vit blivu vinir beina­vegin, og helt tað til hans­ara seinasta dag 20. jan­uar 2011.
Eg fann mær arbeiði á 14. September, og ikki gekk long tíð, til Niels eisini fekk arbeiði har. Okkara arbeiði var at leggja í, sum tað æt. Tá var prentútgerðin ikki sum í dag; tá vóru einans 4 síð­ur prentaðar fyrst, og so tær næstu 4 síðurnar, og so fram­vegis, alt eftir hvussu stórt blaðið skuldi verða. Tá vit gjørdu hetta arbeiði, hendi tað seg ógvuliga ofta, at vit máttu bíða til klárt var. Tá vit so høvdu lagt tær fyrstu 4 síðurnar í tær næstu 4, so var aftur bíða eftir teimum næstu 4. Av tí sama bíðaðu vit ógvuliga ofta. Tá nýttu vit ofta høvi til at fara niðan á hondboltsvøllin, sum tá var har sum svimjuhøllin er í dag, fyri at sparka fót­bólt saman við fleiri øðr­um. Tá vóru altíð nógv fólk á hond­bólts­vøllinum. Vit gjørdu okkara egnu metingar eftir nær klárt var at arbeiða aftur. Tá vóru ongar fartelefonir, og tískil komu vit sum oftast om­an í Vágs­botn aftur, har 14. Sep­tember helt til, og arbeiði var ikki klárt, og so aftur at bíða. Men so viðhvørt vóru vit ov seinir; tá fingu vit skeld frá tí, sum skuldi pakka blaðið, tí nú bíðaði hann eftir okkum, men tá plagdi okkara góði prentari, sum var Tórur Poul­sen, sáli úr Nólsoy, at forsvara okkum; hann var góður við okk­um, og vit við hann. Hann andaðist fyrst í áttati árunum, og vóru Niels og eg úti í Nólsoy til jarðarferðina. Vit sparkaðu eisini ofta í Vágs­botni, og tá kom fyri, at bólt­urin fór út á vágna. Tá var bara eitt at gera, og tað var at taka/lána ein bát sum lá har við árum. Tað høvdu vit tað øgiliga stuttligt við, at rógva aftur og fram, eisini róðu vit viðhvørt heilt út á molan. Einaferð meðan vit rógva, kemur róp frá einum politisti, um at koma til lands beinavegin. Tað vísti seg, at onkur hevði meldað okkum, men tá politisturin hoyrdi okkara frágreiðing um bóltin, so flenti hann bara, og bað okkum ikki at gera tað aftur. Tað lovaðu vit, men hildu tað ikki ordiliga. Viðhvørt tá vit sparkaðu í Vágsbotni fór bolturin ofta upp á altanina hjá Føroya Fiskimannafelag, sum tá, eins og í dag, er á sama staði, har 14. tá var í neðra. Tá plagdi vit at ringja uppá til FF fyri at biða onkran um at blaka okkum boltin niður aftur til okkum, sum oftast var tað Olaf Johansen sáli og aðrir, sum komu útá altanina, og blakaðu boltin niður til okkara. Um ongin var í FF húsinum, máttu vit gevast. Dagin eftir lá bolturin aftur inni í 14. Jú tíðin í Vágsbotni var ógloymandi; tá eg eri í Vágsbotni, plagi eg at hyggja upp á altanina hjá FF og hugsa um hesar løtur.
Seinni fór Niels í læru til prentara á 14., og kom tað at verða hansara yrki. Einaferð, Niels og eg høvdu verið á Norðoyarstevnu, steðgaði bil­urin upp á Kjalnesi í Kolla­firði. Har var onki annað at gera, enn at fara til gongu. Tá vit so koma til Langasand, havi eg hug at ganga upp um frá Oyrareingir, men Niels, sum var í tufflum, var ikki við uppá tað. So stóðu vit har rúkandi ósamdir. Endin var, at vit fóru hvønn sín veg, Niels segði fyri mær aftaná, at hann gekk næstan niðan í grótbrotið í Hunsarabotni, áðrenn ein bilur steðgaði og bjóðaði honum við. Tað var Ingi Vardum sáli sum koyrdi bilin. Eina aðru ferð fóru vit á Yamaha knallertini hjá Niels líka til Runavíkar. Tá var tað eftir oyggjavegnum. Tá vit komu til tunnillin við Norðskála, steðgaði Niels, og vit báðir tóku eina brølapu upp úr lumanum. Tá flentu vit eftir hvørjum øðrum, tí tað var ikki avtalað áðrenn. Komnir til Runavíkar fóru vit á Sjómansheimið, at fáa okkum kaffi, og fyri at ringja til mammurnar hjá okkum, aftaná fóru vit allan vegin heimaftur.
Niels bleiv forlovaður longu sum 17 ella 18 áragamal við Eyrith, og var hon honum ein góð kona. Tey høvdu silvur­brúdleypsdag fyri 2-3 árum síðani. Eg minnist sera væl, tá Niels fyrstu ferð fór inná Toftir at heilsa upp á verforeldrini. Niels dámdi væl at hava fólk rundan um seg, sum prestur so beinrakið segði, so tað var so upplagt, at hann ikki fór einsamallur inn á Toftir. Nei vit fóru einir 4 við honum í bili, tað flentu vit ofta eftir seinni, at Yo­vonna, ver­móðir, ikki visti hvør Niels var, og helt ein annan av okk­um verða Niels.
Um hesa tíðina í fjør bleiv stað­fest, at Niels hevði krabba, eitt má sigast um Niels, hann hevði ótrúliga gott mót at berjast ímóti sjúk­uni, men so við og við gekk bara ein veg. Niels og eg fylgdu Eiriki Ras­mus­sen til gravar í august í fjør. Frá kirkjuni koyrdu vit í bili út á Velbastaðvegin, og fóru vit tá eina rundferð í kirkju­garðinum, áðrenn lík­fylgið kom. Vit vóru á grøv­ini hjá for­eldr­un­um hjá Nielsi, mamma hansara doyði eitt ár áðrenn Niels. Eisini vóru vit við grøvina hjá pápa mínum, og hjá Marj­un, systur konu mína. Vit royndu at finna gravirnar hjá pápa­beiggj­unum hjá Niels, men tað eydn­aðist ikki, tí áðrenn vit vistu av, kom líkfylgið niðan gjøgnum kirkjugarðin. Vit bíðaðu longri uppi og eyg­leiddu fylgið niðan gjøgnum kirkjugarðin, tá segði Niels við meg: »Heldur tú, at so nógv fólk koma at fylgja mær?« Tá skemtaðu vit okk­um, at tú ætlaði at reisa teg upp, fyri at hyggja eftir, hvør var í kirkjuni. Annars vóru Niels og Eirik stórir Liver­pool fjepparir, báðir vóru teir í Liverpool at hyggja eftir tykkara stóra liði; Eirik í december í 2009, og Niels mið­skeiðis á sumri í 2010, við allari familju sínari. Har vóru tit so heppin at sleppa á eina café eftir dyst­in saman við fleiri av Liver­pool­leikarunum. Har slapp Ronny at handa Steven Gerrard steypið sum besti maður í tí dystinum. Tað vart tú errin av, tá tú vísti mær myndir av Gerrard og Ronny.
Góði Niels hvíl í friði. Til Eyrith og børnini og abba­børnini, beiggjarnar við familju: Orð eru fátøk, men Jesus pápi verður hjá tykk­um, tit hava mist ein góðan mann, pápa, abba og bróðir.
----------
Kári