Sveinur Tróndarson Eins og nevnt varð í blaðnum fríggjadagin, hevði Tjóðveldisflokkurin floksting á Læraraskúlanum um vikuskiftið. Longu undan flokstinginum vóru ábendingar um, at eitt nú pensjónsmálið [...] víst aftur, men hann hevur váttað, at tað verður arbeitt við at broyta pensjónsskipanina, alla sum hon er og á flokstinginum var eitt ítøkiligt hugskot lagt fram, sum vísir hvønn veg tað er Tjóðveldisflokkurin
Raksturin gekk nøkunlunda. Hon hevði hug at steðga á onkra løtuna, men av tí at alt var væl skipað, var eingin sum skundaði undir. Tá komið var inn ímóti »Nyhavn« steðgaði hon aftur og royndi at sleppa [...] upp á mannin, og tað er meir enn sjáldsamt á høvuðsstaðarleiðini, men meir um tað seinni. Ein bátur hevði funnið grindina við Stongina og eftir sjóvarfallinum var skilabest, at reka hana til Havnar. Grindaboð [...] tað var júst tað sum hendi sunnumorgunin. Um drápið sunnudagin bar heitið »Hvør fjøl á flot«, so hevði tað ikki verið mætari enn tað sama, so nógvur bátur var í fjørðinum. Russarnir, staklarnir, lógu úti
burturvísingin hevði við sær, at Neistin, við at halda stórspælaran hjá H71 henda dagin, Finnur Hansson, úti av spælinum, púra oyðilegði spæl hoyvíkinga. Um útvísingina er tað at siga, at hon var púra røtt [...] fyri teir ungu áskoðararnar, sum í høllini vóru henda dagin! Hetta var skilagóð avgerð, hóast hon ikki hevði nakað við spælið at gera sum so, men tað eigur at minna leikarar á, at slíkur atburður ikki sømir [...] hálvleiki. Spælið gekk aftur og fram við nógv størri ferð enn leikararin megnaðu at fylgja við í, og tað hevði við sær nógvar feilir. Hetta gjørdi sítt til, at dysturin, til tíðir, var ótrúliga rótutur. Einu løtuna
vann nógvar bóltar á miðjuni. Súsanna hevur leikt sum ein brandur síðani hon byrjaði aftur í vetur, og tað er eingin loyna, at hon hevur givið Fleyrliðnum neyðugu breiddina í álopinum, og ikki minst tyngd [...] hvussu heiðursmerkini til nummar tvey og trý, skuldu býtast millum TB a, Fleyr a, og Drátt. TB a hevði tryggjað sær heiðursmerki, men antin Dráttur ella Fleyr a, fóru at standa eftir við ongum. Tað vóru
eftir teimum røttu upplivingunum. - Sjálvt um viðgerðin er einføld, so er hon serstøk og má verða stýrd av einum serkønum fakfólki. Hon er eisini innihaldsliga treytað av hvørjum barni sær, og verður broytt [...] Hon sendi eitt handrit inn til Føroya Skúlabókagrunn og í næstum kemur tað út í bók, ið eitur "Rura - rørslumenning og sansaskipan hjá føroyskum børnum". Tóra Tóroddsdóttir, ið er útbúgvin fysioterapeutur [...] trupult ígjøgnum alt lívið. Tá rínur viðgerðin, sum eg havi veitt teimum, ikki nóg væl við, meðan hon rínur væl við tey børn, sum hava havt reina sansakipan sum grundarlag undir sínum trupulleikum. Tað
revsing, tá ið hon hevur átt eitt leysingarbarn, velur hon at taka við bótini, og hon vil heldur sita teir 7 dagarnar í skansanum, enn at lata teir søkja um, at hon verður náðað. Sjálvboðin velur hon at fara [...] ongantíð hoyra nakað fyri tað, men hon tekur ikki av. Á leiðini fær hon sett lívsmótið aftur í síni gomlu foreldur, ið høvdu givið alt upp og mong onnur. Bóndin, sum hon tænti hjá og vil geva henni mørkina [...] mørkina, sigur, at tað er fyri: »Tað mót tú hevur potað niður í meg«. Við pápan sigur hon í byrjanini: »posamatur gagnast ikki, vit mugu sjálv strevast fyri útkomuni, skal nakað lív verða«. Og á næstsíðstu
læraraskúlanæmingar vóru eitt starvslærutíðarskeið í barnagarði og pedagogar vóru í 1. flokki. Hetta hevði havt við sær, at fakfólk betri vóru før fyri, at geva børnunum eitt trygt og ikki ov skiftandi umhvørvi [...] settur á stovn, er ætlanin, at hava eitt fólk um 20-24 børn. Verður skúlastova nýtt til hetta, er hon ikki roknað til frítt spæl, men heldur til sitandi arbeiði. Og eitt fólk til 24 børn gevur sjálvsagt
hennara. Soleiðis, sum blaðið leikaði, skuldi tú trúð, at hon hevði mælt til at »avtaka« Almannastovuna. Men tað gjørdi hon ikki. Í staðin vísti hon á, at fleiri, sum hava hjálp fyri neyðini, ikki fáa hana [...] vítt, sum at seta sær sum mál at skipa Føroyar sum fullveldi. Tað var nógv meiri, enn eg nakrantíð hevði roknað við og væntað av hesum flokkum. Satt at siga havi eg nógv størri virðing í dag fyri Anfinni
Claudia Schiffer, vart við, at hon ikki longur fór at verða at síggja á mótapallum kring heimin, men dagin eftir, at hon hevði sagt hetta, rættaði hon tað til, at hon bert vildi ganga modell til serligar [...] serligar framsýningar. Av somu orsøk var hon við til mótasýningina hjá Balmain í París leygardagin. Claudia og høvuðsdesignarin hjá Balmain, Gilles Dufour, eru góðir vinir, og luttøkan hjá Claudiu er ein tøkk [...] hjá Gwyneth Paltrow í fullum blóma, men í veruleikanum er søgan ein heilt onnur. Um jóltíðir fóru hon og Ben Affleck frá hvørjum øðrum, men tá ið Gwyneth vann ein Golden Globe, var Affleck tann fyrsti
kreppufund beinanvegin. Danska Sjónvarpið hevði avtalað við ES nevndarlimin Ritt Bjerregaard at vera beinleiðis við í tíðindasendingini klokkan níggju danska tíð. Tað hevði Ritt Bjerregaard eisini játtað. Men [...] sendingn fór í luftina, segði danski tíðindamaðurin í Bruexelles, at hann hevði fingið boð frá einum av starvsfólkunum hjá Bjerregaard, at hon fekk ikki komið. Meira varð ikki sagt. Verri enn væntað Roknað varð [...] mátar var Pauline Green ikki serliga blíðorðað við nevndina. Hon segði bart út, at um nevndin ikki av sínum eintingum leggur frá sær, verður hon rætt og slætt blakað á dyr. Og týsnáttina boðaði Jacques Santer