Men lívið lær

Soleiðis eitur skaldsøga eftir Heðin Brú, ið kom út í 1970.

Tveir høvuðsboðskapir eru í bókini: Tú skal taka ábyrgdina av egnum lívi, og tú skalt hjálpa neyð-støddum, soleiðis at tey fáa lívsmótið aftur.

Hóast Durita kann sleppa undan revsing, tá ið hon hevur átt eitt leysingarbarn, velur hon at taka við bótini, og hon vil heldur sita teir 7 dagarnar í skansanum, enn at lata teir søkja um, at hon verður náðað.

Sjálvboðin velur hon at fara í aðra oyggj at tæna fyri tvey faðirleys systkin og fær vinin Jesar, bóndasonin, ið ikki er borin til festið, við sær.

Hesin bóndin bjoðar teimum, tá ið tey skiljast, eina mørk í jørð, so at tey kunnu giftast, og tey skulu ongantíð hoyra nakað fyri tað, men hon tekur ikki av.

Á leiðini fær hon sett lívsmótið aftur í síni gomlu foreldur, ið høvdu givið alt upp og mong onnur.

Bóndin, sum hon tænti hjá og vil geva henni mørkina, sigur, at tað er fyri: »Tað mót tú hevur potað niður í meg«.

Við pápan sigur hon í byrjanini: »posamatur gagnast ikki, vit mugu sjálv strevast fyri útkomuni, skal nakað lív verða«.

Og á næstsíðstu síðu sigur Durita: »- og skuldu vit allar dagar staðið í skuld til hann, bæði so og so, hevði okkara frælsa støða verið skerd«.

Eg haldi ikki, at Heðin Brú hevur ætlað at skriva eina tipp topp bókmentaliga skaldsøgu. Umframt tað siðsøguliga og søuliga er tað ein nakin boðskapur, sum hann vil geva okkum.

Hann var eftirløntur, táið hann fór undir at skriva hana. Sær aftur um bak. Allar hesar veldugu broytingar, sum eru hendar. Øll henda vælferðin samanborið við, tá ið hann var ungur. Allir hesir dreymar, droymdir av fólkum, sum nógv tá skírdu ørvitisfiskar, hevði Heðin Brú sæð verða gingnar út. Fyri honum var Durita ein sonn ímynd av tí besta í hansara tíð. Tey sum skiltu, at posamatur gagnast ikki, og »skal nakað lív verða«, ber ikki til at liva við skerdum frælsi.


Steinbjørn B. Jacobsen