sfirði fer í søguna sum ein av róðrardøgunum, tá ið tað gekk longst tíð at avgreiða kappróðurin. Fyrsti barnaróðurin var klokkan 14.15, og tá ið 10-mannaførini komu á mál, var klokkan farin av sjey. Allir [...] ikki bjóðast róðrarfólkunum, stevnufyrireikarunum og áskoðarunum, og nú er tað komið har til, at tað hjá teimum flestu knípir at fáa kappróðurin við í útvarpinum. Í staðin fyri tveir tímar og kanska stívliga [...] nú næsti róðurin verður. Bæði í Hósvík og á Tvøroyri hava tað frammanundan verið góðar vónir um, at hjá teimum fór tað at ganga skjótt at avgreiða róðrarnar, og í hvørgum staðnum hevur tað ikki eydnast.
leiðin til Grønlands, síðani til New Foundland og Canada, og síðani longur suður til USA og seinni Karibia. Toni Strub sigur seg vænta, at hann fer at sigla í Karibia komandi ár, og tá ið hann hevur sæð [...] útlongsulin verður ivaleyst har, sigur Toni Strub. Øll kunnu koma við Little Swan Sum áðurnevnt eru tað skiftandi manningar umborð á Little Swan. Tað ber eisini til hjá føroyingum, ið hava áhuga við at [...] til Grønlands, og eisini á ferðini í Canada og USA. Á heimasíðuni hjá bátinum, www.adventure-yachting.com, ber til at lesa um ferðina hjá Little Swan kring knøttin, og har ber eisini til at frætta nærri
tí hevur munurin mangan verið stórur, tá KÍ hevur verið annar parturin í steypafinaluni. Uppiborin sigur Men soleiðis varð ikki hesaferð. B36 hevur fyrr í ár givið KÍ dygga mótstøðu, og við styrki frá trimum [...] jøvn lið, so kann ikki sigast annað enn, at dysturin mundi fáa rætta vinnaran. Einamest, so dugdu tær hjá B36 betri at spæla fótbólt. Tað nógva av tíðini snaraði spælið um Mariu Vang og Rannvá Augustinussen [...] frálíkari diagonal-sending spældi Rannvá leysa, men skotið fór bæði upp um og við síðuna av málinum hjá Lailu Jespersen. Í hinum endanum brendi tó eisini nakrar ferðir. Bæði Rakul og Halltóra høvdu sínar
spennandi, og tá ið støðan alt seinna umfarið var 2-2, sigur tað seg sjálvt, at tað var ógvuliga spennandi. Úrslitið gjørdist 2-2. Havnarmenninir vóru farnir suður í vónini, at tað hesa ferð skuldi eydnast teimum [...] tað harðliga á frammanfyri bæði málini. Dan Djurhuus hevði tveir stórar møguleikar, men hepniskvotan hjá honum var uppbrúkt. Tá ið eitt korter var eftir, sendi hann upp undir innaru síðuna av tvørtrænum, [...] fyri sum - eitt ódnarveður! Teir royndu at leggja trýst á HB, og tað hevur ongantíð verið lívrætturin hjá HB, tá ið mótstøðuliðið órógvar teir langt frammi á HB hálvuni. Eftir tjúgu minuttir legði VB seg á
vísa tølini hjá Strandferðsluni fyri, hvussu nógv ferðafólk vóru við Smyrli ímillum Havnina og Suðuroynna í døgunum rundanum jóansøkuna. Andrass Jensen, ferðafólkaleiðari hjá Strandferðsluni sigur, at frá [...] nógv fólk sigldu í døgunum beint rundanum jóansøkuna. Hagtølini hjá Strandferðsluni vísa, at hóskvøldið fyri Jóansøku vóru 517 ferðafólk suður við Smyrli. Teir heilt stóru dagarnar vóru fríggjadagin og l [...] Suðuroynna og Havnina og hendan dagin fóru ikki færri enn 1398 fólk suður. Men eisini leygardagin var nógv fólk við, tá fóru 933 fólk suður við Smyrli. Norður eftir var trýstið størst leygardagin, sunnudagin
dagur, tí kappróður er gomul ítrótt á Skála. Sambært hagtølunum hjá RSF hava skálabátarnir vunnið níggju meistaraheitir síðan 1973, men tað sigur ikki alla søguna. Áðrenn tað høvdu skálamenn vunn-ið hópin av [...] uppmerkt við boyum fyri hvørjar 200 metrar, og eisini verða ljós sett upp innan fyri málið at stýra eftir hjá róðursmonnunum. Og fyri at avgreiðslan av FM-róðri-num skal ganga so skjótt sum tilber, verður barnaróðurin [...] góðar, og í so máta er Skála einki undantak. Kort-ini vilja fyrireikararnir tryggja sær, at hesin fyrsti FM-róðurin gongur so væl sum yvirhøvur tilber, og tí vilja teir gera alt fyri at so verður. Málið
virksemi og lív, sigur 59 ára gamli Mogens Lykketoft. Og júst henda bar-dagan sigur Lykketoft seg hava vunnið, ikki minst orsakað av leikluti sínum sum heilin handan búskaparpolitikkin hjá Nyrup-stjórnini [...] væntað: ein lemjandi ósigur hjá Mogens Lykketoft og hansara flokki á danska fólkatingsvalinum tann 8. februar í 2005, og samstundis ein staðfesting av djúpastu kreppuni hjá Sosialdemokratiska flokkinum [...] lív til politikk, sigur ein enthusiastiskur og sigursælur Mogens Lykketoft. Ótroyttiligur Longu sum 19 ára gamal tók Mogens Lykketoft sæti í landspolitisku leiðsluni í ungmannafelagnum hjá sosialdemokratunum
leikunum. Góðar umstøður til ítrótt Oljuríkidømið hjá Hetlandi, sum verður vunnið burtur úr Sullom Voe Terminal, har næstan helvtin av oljuni og gassunum hjá Bretlandi í Norðsjónum er at finna, hevur verið [...] á breytum, vøllum og vegum. Oyggjaleikirnir 2005 eru ein fyriskipanarlig marra. Ongantíð í søguna hjá leikunum hevur eitt minni land enn Hetland verið vertur, og sjáldan hevur vertsoyggin ligið so langt [...] verður tað, at leikirnir verða settir leygardagin. Tá vera øll ítróttafólkini til staðar og eisini fyrsti ráðharrin í Skotlandi, Jack McConnell. Clickimin hevur ein svimjihyl við altjóða støði, nýggjan
steypadystunum hjá GÍ. Hetta vera so báðir teir seinastu dystirnir hjá Súna á hesum sinni í føroyskum fótbólti. Sostatt verður Súni helst ikki við á Aab liðnum í hesum tíðarskeiði, og tí kann fyrsti dysturin [...] di mánamorgun í hølunum hjá Kaupthing í Havn varð greitt frá, at fleiri feløg úr ymsum londum hava seinastu tíðina sýnt áhuga í Súna Olsen. Jákup í Stórustovu, umboðsmaður hjá Súna Olsen, vildi ikki siga [...] royndarvenjingar og annað, sum kann seinka gongdini, mettu vit, at hetta var ein frálíkur møguleiki, sigur Jákup í Stórustovu. Umboðsmaðurin metir, at Aab helst var besta loysnin av teimum feløgum, sum vildu
Steinar Juel sigur við Dagsavisen, at skal tað eydnast yvirgangsmonnunum at raka heimsmarknaðin, mugu teir fremja fleiri og meiri umfatandi álop. Búskaparfrøðingurin Peter Warren sigur, at yvirgangsa [...] tsóknirnar hava minni og minni ávirkan á ferðahugin hjá fólki. Fólk stúra meiri fyri seinkingum enn atsóknum, og tí ávirkar yvirgangurin ikki ferðavinnuna eins og fyrr. Fólk tykjast hava gloymt atsóknina [...] atsóknina á Bali, sjálvt um hon kravdi nógv fleiri mannalív enn atsóknin í London í síðstu viku, sigur Peter Warren. Forseti lagdur undir morð Ein fyrrverandi ovasti í fronsku fregnartænastuni vil vera við,