At veruleikin er soleiðis hevur sínar orsøkir. Leygardagurin á Trongisvágsfirði fer í søguna sum ein av róðrardøgunum, tá ið tað gekk longst tíð at avgreiða kappróðurin. Fyrsti barnaróðurin var klokkan 14.15, og tá ið 10-mannaførini komu á mál, var klokkan farin av sjey.
Allir partar samdir um, at hetta ber ikki til. Karmarnir og treytirnar kunnu ikki bjóðast róðrarfólkunum, stevnufyrireikarunum og áskoðarunum, og nú er tað komið har til, at tað hjá teimum flestu knípir at fáa kappróðurin við í útvarpinum. Í staðin fyri tveir tímar og kanska stívliga tað, so er tað nú soleiðis, at allur seinnaparturin leygardagar fer at fylgja við í, nær og um nú næsti róðurin verður.
Bæði í Hósvík og á Tvøroyri hava tað frammanundan verið góðar vónir um, at hjá teimum fór tað at ganga skjótt at avgreiða róðrarnar, og í hvørgum staðnum hevur tað ikki eydnast.
Á Tvøroyri hildu tey tað ikki vera neyðugt at nýta báðar teir føstu startirnar, sum Róðrarsambandið, RSF, eigur, og sum RSF hevði sent suður, tí RSF á fundi í síðstu viku hevði samtykt, at báðir startirnir skuldu nýtast. Tey á Tvøroyri boðaðu RSF frá síni avgerð, og Róðrarsambandið tók avgerðina til eftirtektar.
Mánakvøldið segði RSF formaðurin, Hannis Joensen, í SvF, at teir ikki eina ferð afturat fóru at góðtaka, at báðir startirnir ikki vórðu nýttir. So er tað greitt, hjá øllum stevnufyrireikarunum.
Spurningurin um hvør situr eftir við Svarta Peri eftir jóansøkuróðurin er kanska ikki heilt so einfaldur. Sum skilst á rógvarum og øðrum, sum vóru á Trongisvágsfirði leygardagin, so var ein av trupulleikunum, at bátarnir, sum skuldi eitast at halda fasta startinum, á ongan hátt høvdu ta motormegi, sum er neyðug í slíkum førum.
Í reglunum fyri FM í kappróðri, sum eita at verða eftirkannaðar og dagførdar so dyggiliga, verður lítið og einki sagt um fasta startin. Har verður í grein tvey sagt, at vertirnir fyri tær sjey stevnurnar skulu fyri fyrsta mai tilmelda RSF ein høvuðsdómarabát (skjóttgangandi), ein startdómarabát, 2 hátalarabátar (har brúk er fyri teimum) - allir bátar við førara - ein máldómara, ein hjálpara til máldómara, ein skjútta og tveir skrivarar.
So verður lagt afturat, at um henda grein ikki verður hildin, so missir viðkomandi stevna róðurin tað árið.
Omanfyri nevna eru ásetingar í grein tvey í reglunum fyri FM í kappróðri.
Nógvar nágreiniligar orðingar eru í reglunum. Eitt nú verður sagt í hvørjni røð kappingarnar skulu vera, og hvussu róðrarøkið skal vera avmerkt. Har verður eisini neyvt ásett, at ravmagn skal vera tøkt á málinum, at walkie talkie skulu vera í lagi, at róparar eru í lagi, og at fólkið, sum stílar fyri, er ikki ávirkað av rúsdrekka!
Um fasta startin verður í grein sekstan sagt, at tað kann verða nýttur fastur startur frá boyum ella øðrum. Er ov nógvur síðuvindur, verður fastur startur ikki nýttur!
Hetta vóru orðini um tað, sum sigst vera ein av størstu orsøkunum til longu róðrartíðina og harvið, at fokus verður drigið frá sjálvari kappingini og til karmarnar.
Veruleikin anno 2005 hevur dyggiliga undirstrikað, at Róðrarsambandið og tað vil siga róðrarfeløgini fara at endurskoða reglurnar fyri FM í kappróðri. Tað ber til at taka nógvar sjálvfylgiligheitir burturúr. Eitt nú er tað ein spurningur, um tað er neyðugt, at tað er tilskilað í reglunum, at fólkið, sum stílar fyri, er ikki ávirkað av rúsdrekka. Og vónandi er kappróðurin komin har til, at tað er sjálvandi er soleiðis, at ravmagn er tókt á málinum.
Meiri áhugavert og viðkomandi hevði tað verið, at krøvini til fasta startin vórðu skorðin meiri nágreiniliga upp í papp. Eitt nú at skikkaðir bátar skulu spenna fasta startin og kanska ein skilgreining ella definitión av, hvat tað inniber, at báturin ella bátarnir eru skikkaðir.
Her er nógv at dagføra. Men tað er og verður greitt, at tað fyrst og fremst er viljin og íløgan hjá teimum einstøku, feløgunum og rógvarunum og Róðrarsambandinum, sum skulu bjarga kappróðrinum undan tí kreppuni, sum hann í løtuni er í.