Fótbóltur
Seinastu nógvu árini hava B36 og KÍ havt fyri vana at tørna saman í hálvfinaluni í steypakappingini, men soleiðis var ikki í ár. Tíbetur, skuldi kanska eisini verið lagt afturat.
Tí tað hevur ikki verið nakar ivi um, at líka so greitt, sum KÍ hevur átt besta føroyska kvinnuliðið, so hevur B36 átt tað næst besta, og tí hevur munurin mangan verið stórur, tá KÍ hevur verið annar parturin í steypafinaluni.
Uppiborin sigur
Men soleiðis varð ikki hesaferð. B36 hevur fyrr í ár givið KÍ dygga mótstøðu, og við styrki frá trimum útisetum mundu tær ikki halda, at uppgávan var heilt ógjørlig at loysa.
Úrslitið staðfestir eisini, at so var, og hóast talan í nógvar mátar var um tvey jøvn lið, so kann ikki sigast annað enn, at dysturin mundi fáa rætta vinnaran. Einamest, so dugdu tær hjá B36 betri at spæla fótbólt. Tað nógva av tíðini snaraði spælið um Mariu Vang og Rannvá Augustinussen, og í tvær ferðir Ása á vengrunum, høvdu tær eisini neyðugu breiddina til at sleppa runt um KÍ-verjuna.
Nakrar ferðir hóttu tær eisini KÍ-málið, og um miðjan hálvleikin kom so málið, sum skuldi vísa seg at gerast tað einasta í dystinum. Uppspælið var eftir bókini, tá Maria Vang stakk djúpt til Ásu á Neystabø. Hon rundaði Báru Klakstein, og tá bólturin so varð lagdur lágt inn, átti Rakul N. Joensen fyrsta fótin.
Og eisini eftir málið var tað B36, sum stýrdi tí mesta. Spakuliga kom KÍ tó eisini við, men í ov lítlan mun megnaðu tær at skapa veruliga møguleikar. Kanska eisini, tí tær við Rannvá Andreasen á miðvøllinum samstundis vantaðu sítt besta kort í álopinum.
Beint undan steðginum áttu tær tó at javna, men onkursvegna fekk Maria Ziskason beint bóltin upp um opna málið, tá Rannvá hevði smekkað eitt skot/innlegg móti málinum.
Ljódligir suðuroyingar
Eftir steðgin gjørdist talan kanska í størri mun um spenning heldur enn spæl. B36 tóktist darvað av nervum, nú leiðslan skuldi verjast, og tí fullu tær í longum løtum langt aftur á vøllin.
Samstundis hevði KÍ framt umskipanir á liðnum, og við Rannvá og Malenu uppi á toppinum, varð nú í stóran mun satsað upp á langar bóltar. Tað var eisini um at geva úrslit, tá Bára við eini frálíkari diagonal-sending spældi Rannvá leysa, men skotið fór bæði upp um og við síðuna av málinum hjá Lailu Jespersen.
Í hinum endanum brendi tó eisini nakrar ferðir. Bæði Rakul og Halltóra høvdu sínar møguleikar mitt í øllum KÍ trýstinum, og fyri tað nógva tóktist tað bara vera ein spurningur, hvørt KÍ skuldi javna, ella um B36 skuldi økja.
Mál kom tó einki afturat, og so var fagnaðurin ovurstórur, tá nýggjur steypavinnarin var staðfestur. At suðuroyar parturin av B36-liðnum so var tann fyrsti at stemma í, mundi bila, tí tað er helst eins stuttligt at siga »okur« sum »vit«, tá sungið verður.