Fyrsti FM-róður nakrantíð á Skála

Leygardagin 9. juli verður fyri fyrstu ferð skipað fyri FM-róðri á Skála. Hetta er í sambandi við, at Fjarðastevnan fyri fyrstu ferð verður hild-in í bygdini.
Fjarðastevnan skiftir annað hvørt ár millum Skálafjørðin og Vestmanna, og feløgini á Skála og á Strondum hava gjørt av at skiftast um at hava stevnuna aðru hvørja ferð. Strandingar høvdu stevn-una fyri tveimum árum síðan, nú stendur Skála so fyri tørni.
Kappróður er annars ikki nakað nýtt fyribrigdi á Skála. Í umleið 30 ár hevur Skála Ítróttarfelag skipað fyri bygdastevnu, har eisini kappróður hevur verið á skránni. Bygdastevnan hevur vanliga lig-ið seinasta vikuskiftið áðrenn Norðoyastevnu, og tí hevur hon fyri mong verið tann seinasta styrk-iroyndin áðrenn FM-róðrarnar.
Í ár verður so skipað fyri FM-róðri á fyrsta sinni. Fyri skálafólk er tað sjálvandi ein stórur dagur, tí kappróður er gomul ítrótt á Skála. Sambært hagtølunum hjá RSF hava skálabátarnir vunnið níggju meistaraheitir síðan 1973, men tað sigur ikki alla søguna. Áðrenn tað høvdu skálamenn vunn-ið hópin av róðrum í egnum og í læntum báti.
Nógv verður gjørt burtur úr fyri at fáa róðurin at ganga sum hann skal. Til Varmakelduróðurin gav Vónin í Fuglafirði RSF ein nýggjan sterkari fastan start, og hann verður eisini brúktir á Skála, har ætlanin annars er at hava tveir fastar startir. Inn-arasíðan av róðrarøkinum verður uppmerkt við boyum fyri hvørjar 200 metrar, og eisini verða ljós sett upp innan fyri málið at stýra eftir hjá róðursmonnunum. Og fyri at avgreiðslan av FM-róðri-num skal ganga so skjótt sum tilber, verður barnaróðurin settur í gongd kl. 13.30.
Umstøðurnar at rógva á Skálafjørðinum eru sera góðar, og í so máta er Skála einki undantak. Kort-ini vilja fyrireikararnir tryggja sær, at hesin fyrsti FM-róðurin gongur so væl sum yvirhøvur tilber, og tí vilja teir gera alt fyri at so verður.
Málið verður á Stórhúskajini, har útsýni til róðrarøkið og málið er serstakliga gott. Hetta er umleið 200 metrar innan fyri Byggihøllina, har bátarnir annars verða flotaðir. Her fara fyrireik-ar-ar-nir at hugna um, so áskoðarar og róðrarfólk fáa ein góðan dag. M. a. vera borð og stólar sett upp á máløkinum, skipað verð-ur eisini fyri matsølu og eisini vera tivoli og hoppiborgir á kaj-økinum.
Skála Ítróttarfelag og Skála Róðrarfelag, sum standa fyri hesum fyrsta FM-róðrinum á Skála, vóna, at undirtøkan verður góð, og at nógvir áskoðarar leggja leiðina inn á Skála seinnapartin leyg-ardagin.