Hetland er til reiðar

Tað hevur verið ein risa avbjóðing fyri fyrireikararnar av Oyggjaleikunum at fáa alt at vera klárt, tá ið innrásin av umleið 3000 fólk byrjar leygardagin. Fyrireikingarnar hava kostað umleið 55 milliónir krónur, men nú leikirnir skulu setast í Lerwick leygarkvøldið, er alt til reiðar

Oyggjaleikir
Pete Bevington,
Shetland News Agency

Tey siga, at hetta verður størri enn olympisku vetrarleikirnir, sum er størsta ítróttarhending, sum nakrantíð er farin fram í Skotlandi... og tað hendir í Hetlandi, har 22.000 fólk búgva.
Smáu oyggjarnar, sum liggja á gáttini til Norðsjógvin, hava ongantíð upplivað nakað líknandi. Næstan 3000 fólk koma til Hetlands at vera í eina viku, og har vera tey við í eini harðari og tættari kapping á breytum, vøllum og vegum.
Oyggjaleikirnir 2005 eru ein fyriskipanarlig marra. Ongantíð í søguna hjá leikunum hevur eitt minni land enn Hetland verið vertur, og sjáldan hevur vertsoyggin ligið so langt burturi frá øllum hinum oyggjunum.
Men Hetland hevur leingi havt ambitiónir um at hýsa Oyggjaleikunum, har 24 oyggjar vera við, tí Hetlandi hevur altíð verið við í hesum leikum. Norðasti parturin av Bretlandi hevði eitt lið við til teir allarfyrstu Oyggjaleikirnar í 1985, og síðani hevur Hetlandi eisini verið við í øllum leikunum.
Góðar umstøður til ítrótt
Oljuríkidømið hjá Hetlandi, sum verður vunnið burtur úr Sullom Voe Terminal, har næstan helvtin av oljuni og gassunum hjá Bretlandi í Norðsjónum er at finna, hevur verið við til at gjalda fyri sera góðar ítróttar- og frítíðar umstøður í Hetlandi. Og tað er ikki frítt, at aðrir partar av Bretlandi øvunda hetlendingum fyri teirra umstøður.
Allir partar av Hetlandi hava sín egna frítíðardepil við svimjihyli  eisini tríggjar oyggjar, har fólkatalið liggur um tey 1000.
Í Lerwick, høvuðsstaðnum í Heltandi, er risastóra Clickimin Leisure Complex, sum liggur við eitt vatn og 2000 ára gamla Pictish fortið.
The Clickimin verður eitt slag av miðdepli fyri Oyggjaleikirnar í Hetlandi. Har verður tað, at leikirnir verða settir leygardagin. Tá vera øll ítróttafólkini til staðar og eisini fyrsti ráðharrin í Skotlandi, Jack McConnell. Clickimin hevur ein svimjihyl við altjóða støði, nýggjan squash-vøll, bowling-breytir, innandura høll og eina renni-breyt, sum nýliga er útbygd til Oyggjaleikirnirnar fyri meira enn 10 milliónir krónur.
Aðrir fasilitetir eru eisini betraðir til stóra dagin. Hetlandska stjórnarráðið hevur brúkt umleið 55 milliónir krónur til fyrireika Oyggjaleikirnar, og tað verður sagt, at alt hetta fyrst og fremst verður gjørt fyri lokala fólkið. Ein kanning hjá lokalum ráðgevum vil verða við, at Hetland fer at vinna einar 130 milliónir krónur burtur úr leikunum, hóast tað ikki varð sagt, hvussu tað skal gerast.
Uttan mun til hetta, verður Hetland í einum altjóða ljósi í eina heila viku millum 9. og 15. juli, tá 1800 ítróttarfólk úr 24 oyggjum fara at kappast í 15 ymiskum ítróttargreinum kring alt Hetland.
Vit eru til reiðar
Maðurin í miðdeplinum, nú Oyggjaleikirnir verða hildnir í Heltandi, er Gary Jakeman, sum longu í 2002 var settur at stíla fyri leikunum. Tann krúllutu ítróttaráhugaði maðurin var við í leiðsluni av Oyggjaleikunum í 2001, tá ið teir vóru hildnir á hansara føðioyggj, Isle of Man. Hetta árið var Hetland eisini valt at hýsa leikunum í 2005.
Fýra ár eftir leikirnar á Isle of Man, sigur Jakeman, at bæði hann og Hetland eru til reiðar til hesa risastóru avbjóðing, sum tað er at hýsa leikirnar.
 Okkurt um 99 prosent av øllum arbeiði er longu gjørt. Nú skulu vit taka tað seinasta takið fyri at gera ítróttarstøðini til altjóða leikvøllir, segði hann í farnu viku.
Tá ið hetlendingar settu sær fyri at byggja frítíðardeplar, høvdu teir fyrst og fremst lokala fólkið í huganum og ikki ein ørgrynnu av aljtóða ítróttarfólki, men nú verða sjálvt skúlar gjørdir til fyrstafloks ítróttarstøð fyri luttakarar og áskoðarar. Seinastu skúlarnir eru júst blivnir lidnir, so tað hevur verið nógv at gjørt í seinastu løtu.
Men hetta er bert ein partur av øllum tí arbeiði, sum hevur verið gjørt seinastu trý árini fyri at skapa umstøður á allan hugsandi hátt til leikirnar. Leikvøllir eru gjørdir, skipað hevur verið fyri flutningi og gisting skal tryggjast til øll fólkini, sum koma til leikirnar.
Krevjandi ferðing
Hóast lítið av fólki býr í Hetlandi, eru oyggjarnar stórar, og tá allir partar av Hetlandi skulu uppliva Oyggjaleikirnar, er tað nógv at hugsa um við flutningi millum støðini.
Golf verður spælt á oynni Whalsay, og fyri at koma út á oynna skal siglast í 20 minuttir við ferju. Fótbóltur verður spældur á 10 ymiskum vøllum, og vøllurin í Unst heilt har norðuri í Hetlandi liggur soleiðis fyri, at fólk mugu taka tvær ferjur fyri at koma hagar.
Gistingin hevur eisini verið ein stór avbjóðing, og hvør einasta song í Hetlandi verður brúkt, meðan leikirnir fara fram. Koma onkur ferðafólk til oyggjarnar í seinastu løtu, so verða tey helst noydd at sova í tjaldi...
Fleiri skúla og bygdarhús verða eisini brúkt til at sova í, og her eru hundraðtals sengur, madrassur, løk, dýnur og koddar fingin til høldar av einum heri av kvinnum frá Scottish Rural Women´s Institute, sum vanliga plagar at samanlíkna uppskriftir til køkur.
Men helst størsta avbjóðingin hjá fyrireikarunum hevur verið, hvussu ferðingin til og frá oynni skal skipast. Eini 3000 fólk vilja øll til Hetlands og úr aftur Hetlandi sama dag.
Tað eleganta, men kostnaðarmikla svarið til hendan spurning var at leiga tvey ferðamannaskip, sum skulu flyta ítróttarfólk inn og út úr havnini í Lerwick, og meðan leikirnir eru, skulu skipini brúkast sum hotellskip.
Onkrar forðingar
Men tað eru onkrar forðingar. Lítli flogvøllurin í Sumburg ger, at flogfør kunnu bara lenda við millum 50 og 70 ferðafólkum, og tí hava summar oyggjar ikki so nógv ítróttarfólk við til leikirnar, sum tey kundu hugsa sær.
Úrslitið av hesum er, at tað verða okkurt um 300 færri ítróttarfólk við í Hetlandi enn tað vóru á Guernsey fyri tveimum árum síðani.
Hetland kann heldur ikki bjóða eins nógv áskoðarapláss sum Guernsey, men í síðstu viku høvdu umleið 2800 fólk boða frá, at tey koma til leikirnar  tá eru allir áskoðarar, leiðarar og onnur íroknað.
Sambært Gary Jakeman er tað eitt tal av fólki, sum Hetland kann taka ímóti.
 Vit brúka tvey ferðamanna-skip, skúlar, seks bygdarhús og skipa fyri privatari gisting fyri at nøkta stóra tørvin til gisting. Tað, sum vit stúra fyri, eru óvæntaðir áskoðarar, sum koma til Oyggjaleikirnar í næstu viku og ikki kunnu fáa nakað stað at sova, sigur hann.
Lokka fólk aftur til Hetlands
Lokala handils- og vinnulívið hevur lagt nógv fyri við sponsoratum og stuðli til leikirnar, og alt frá úrslitatalvum til ruskíløt er blivin stuðlað. Eitt serligt tiltak fyri allar stuðlarnar verða á Victoria Pier í Leriwick undir leikunum.
»Flavour of Shetland« ætlar sær at føra fram lokalan mat, drykkjuvørur, list, handverk og undirhald. Fyrireikararnir vóna, at hetta kann geva fólki ein góðan smakk í munnin og fáa tey at koma aftur til Hetlands einaferð í framtíðini  kanska saman við vinum ella familju.
Samstundis sum fyrireiking og fyriskipan er umráðandi, er tað eisini neyðugt fyri Oyggjaleik-irnar, at lokalfólkið spælir við. Og tað gera tey, tí fólk í hópatali hava víst vilja til at hjálpa og stuðla tiltakinum.
Samskipararnir av hvørjari av teimum 15 ítróttargreinunum hava arbeitt dag og nátt í tvey ár fyri at tryggja, at júst teirra ítróttargrein verður avgreidd so væl sum gjørligt. Og seinastu mánaðirnar hava meira enn 1000 sjálvboðin fólk bjoða seg fram til at hjálpa við øllum frá at vera linjudómari í badminton til at halda vakt til setanarhátíðina.
 Hetlendingar hava tikið ótrúliga væl undir við Oyggjaleikunum. Á Isle of Man bjóð-aðu hundraðtals sjálvboðin fólk seg fram, men vit kundu ikki fáa tey við, tí vit høvdu ongan møguleika at hýsa teimum. Her hava vit tikið ímóti so at siga øllum, sum hava bjóðað seg fram til at hjálpa við onkrum ávísum, sigur Gary Jakeman.
 Tá ið Oyggjaleikirnar eru lidnir, sita nógv fólk eftir við royndum av at fyriskipa altjóða kappingar, og ítróttarleikvøllirnir verða á hædd við umstøðurnar í nógvum býum í Bretlandi.
Summi rýma
Men tað eru eisini fólk, sum ikki leggja í Oyggjaleikirnar og alt rokið, sum stendst av teimum. Nógv fólk eru eisini farin í feriu júst nú, so tey sleppa undan Oyggjaleikunum.
Men Gary Jakeman heldur, at hetlendingar enn mangla at uppliva, hvat tað veruliga er, sum fer at henda næstu vikuna.
 Eg haldi ikki, at Hetland hevur upplivað »wow«-faktorin av øllum enn. Hesir leikirnar fara at nerta allar hetlendingar, og tað hava ikki øll skilt enn. Oyggjaleikirnir fara at geva fólki eina uppliving  ikki bara í eina viku  men fyri lívið.
 Tú kanst ongantíð máta tað, sum fólk fáa burtur úr einum slíkum tiltaki, men eg kann vissa øll fólk um, at júst tá ið leikirnir eru lidnir verður tað eitt stórt antiklimaks, men tá ið ein tíð so gongur, fara fólk at fata, at tey vóru við til nakað fantastiskt, sigur Gary Jakeman.