Súni stevnir móti superliguni

Mánamorgun varð almannakunngjørt, at størsti profilurin í føroysku 1. deild, Súni Olsen úr GÍ, hevur gjørt ein tvey ára langan sáttmála við danska superligafelagið AaB. Feløg úr Sveits, Skotlandi og Noregi vóru eisini inni í myndini

Landsliðsleikarin, GÍ-liðskiparin og toppskjúttin í føroysku 1. deild verður ikki at síggja komandi tvey árini í gulu GÍ-troyggjuni. 24 ára gamli Súni Olsen hevur nevniliga undirskrivað ein tvey ára langan sáttmála við danska superligafelagið AaB (Aalborg Boldklub), sum í fjør gjørdist nummar fýra í donsku superliguni, og sáttmálin byrjar formliga tann 1. august í ár.
 
Fleiri feløg
Á tíðindafundi mánamorgun í hølunum hjá Kaupthing í Havn varð greitt frá, at fleiri feløg úr ymsum londum hava seinastu tíðina sýnt áhuga í Súna Olsen. Jákup í Stórustovu, umboðsmaður hjá Súna Olsen, vildi ikki siga, hvørj onnur feløg hava verið inni í myndini, men feløg úr Skotlandi, Noregi og Sveits hava roynt at fingið fatur á profilinum úr Syðrugøtu.
                      - Men tá so Aab setti seg í samband við okkum og vildi hava ein beinleiðis handil í hús uttan uttan royndarvenjingar og annað, sum kann seinka gongdini, mettu vit, at hetta var ein frálíkur møguleiki, sigur Jákup í Stórustovu. Umboðsmaðurin metir, at Aab helst var besta loysnin av teimum feløgum, sum vildu hava fatur á 24 ára gamla gøtumanninum.
                      Hvørki Jákup ella Súni sjálvur vilja siga nakað um peningaligu viðurskiftini, men Súni Olsen sigur seg vera nøgdan við fíggjarliga partin av sáttmálanum. Hóast sáttmálin byrjar formliga tann 1. august, fer Súni beinanvegin í gongd í Aab. Hann fór niður við flogfarinum mánadag fyrrapart, og longu týsdagin skal hann til Svøríkis á venjingarlegu við superligahópinum hjá AaB.
 
Við í steypafinaluni
Danska superligan fer av bakkastokki longu tann 20. juli, har Aab skal hitta FC Keypmannahavn á heimavølli, og stóri spurningurin fyri gøtufólk hevur verið, um gullklumpur teirra verður við á GÍ-liðnum í seinnu hálvfinaluni móti B71 í kappingini um Løgmanssteypið tann 24. juli, og um hann verður til reiðar 29. juli í steypafinaluni á Tórsvølli, um GÍ leikar seg í finaluna. At GÍ verður annar steypafinalisturin, er sera sannlíkt, eftir at fyrra hálvfinalan endaði við einum 5-1 sigri til GÍ, har Súni sjálvur gjørdi trý av málunum.
                      Men allur ivi varð beindur av vegnum, tá Jákup í Stórustovu kundi vátta, at avtalan millum GÍ og Aab gevur Súna møguleikan at vera við í teimum báðum týdningarmiklu steypadystunum hjá GÍ. Hetta vera so báðir teir seinastu dystirnir hjá Súna á hesum sinni í føroyskum fótbólti.
                      Sostatt verður Súni helst ikki við á Aab liðnum í hesum tíðarskeiði, og tí kann fyrsti dysturin hjá honum gerast móti ongum øðrum enn donsku meistarunum Brøndby tann 7. august.
 
Miðvallari ella bakkur
Men hetta er ikki fyrsta ferðin, at Súni fer út um landoddarnar at royna seg. Gøtumaðurin var í hollendska felagnum FC Zwolle frá 1999-2002, og við royndunum í Hollandi í huga sigur Súni Olsen, at mentanarligu fyrimunirnir við Danmark hava týdning fyri hann persónliga, nú hann aftur skal royna seg uttanlanda.
                      - Samanborið við Holland skuldi eg sjálvsagt nú havt betri møguleikar at fella til uttanfyri vøllin, og tað eri glaður fyri, sigur Súni. 
                      Tað er orsakað av avrikum hansara á landsliðnum, at Aab hevur fingið eyga á Súna, og tað var eftir dystirnar móti Sveits og Írlandi, at samskiftið fór í gongd millum danska superligafelagið og Súna Olsen. Á landsliðnum hevur hann leikt sum vinstri bakkur, meðan hann í GÍ hevur leikt á miðjuni og í álopinum. Spurningurin er so, um Aab hevur keypt Súna sum bakk ella miðvallara.
                      - Eg veit satt at siga ikki, hvar teir ætla at brúka meg, og fyri meg hevur tað í veruleikanum ikki so stóran týdning, hvar á vøllinum eg spæli. Eg vóni bert at fáa spælitíð, sigur Súni Olsen.
                      Á heimasíðuni verður nógv gjørt burturúr nýggja leikaranum, og her verður Súni umtalaður sum ein all-round spælari, sum bæði kann spæla vinstri bakkur, vinstri miðvallari og sentralur miðvallari. Við dygdunum sum ein leikari, ið kann røkja fleiri pláss á liðnum, verður sagt á Aab heimasíðuni, at nú hevur felagið fingið ein leikara, teir leingi hava leitað eftir.
                      Og hvørjir eru so møguleikarnir hjá Súna at vinna sær pláss á besta Aab-liðnum?
                      - Við teimum dygdum, eg havi, megi eg, at eg skuldi havt møguleikan at vinna mær fast pláss á liðnum, og hetta er sjálvsagt eisini mítt mál. Tað kemur møguliga at taka tíð at sleppa framat, men mítt mál er, at tað ikki gongur ov long tíð, áðrenn eg fái regluliga spælitíð, sigur Súni.
 
GÍ í trupulleikum
Sølan av Súna Olsen førir við sær eitt stórt tómrúm fyri GÍ. Súni hevur snøgt sagt verið berandi megin á liðnum og hevur við sínum mongu málum og dygdaravrikum ognað GÍ nógv týdningarmikil stig í harða niðuflytingarstríðnum.
                      Men formaðurin í GÍ, Brandur Jacobsen, sigur, at GÍ í løtuni ikki hevur nakrar ítøkiligar ætlanir um at fáa nýggjar leikarar til felagið, sum kunnu fylla ovurstóra tómrúmið eftir Súna.
                      - Vit hava sjálvsagt antennurnar úti, men vit vita ikki enn, í hvønn mun vit fara at styrkja liðið eftir Súna. Í løtuni er einki spælarakeyp ítøkiligt, men hetta er so ein spurningur, vit í framtíðini mugu taka støðu til, sigur Brandur Jacobsen, formaður í GÍ, sum bæði harmast og fegnast um hendingina.
                      - Vit hava mist ein fantastiskan leikara, men samstundis frøast vit vegna Súna. Vit ynskja honum alt tað besta og vóna, at hann slær til í Superliguni, sigur Brandur Jacobsen.
 
 
Fakta
Súni Olsen
24 ár
94 dystir og 41 mál fyr GÍ
22 dystir fyri FC Zwolle frá august 1999 til apríl 2002
20 dystir fyri føroyska A-landsliðið