forsetanum, men tíðindaskrivarin ynskir ikki at upplýsa nøvnini á serfrøðingunum, sum standa fyri viðgerðini av hinum 81 ára gamla. Hon vísir aftur søgunum um, at ein serfrøðingur í Parkinson-sjúku skal hava [...] Á einum tíðindafundi í kvøld váttar tiðindaskrivarin hjá Hvítu Húsunum, Karine Jean-Pierre, at læknarnir fylgja væl við heilsustøðuni hjá forsetanum, Joe Biden, og seinast, hann var á læknavitjan, var [...] hava vitjað Hvítu Húsini átta ferðir. Í dag vildu tíðindamiðlarnir hava at vita, um forsetin verður viðgjørdur fyri Parkinson - ella um hann tekur heilivág móti Parkinson, men svarið til allar hesar spurningar
frá sær sum forsætisráðharri í Estlandi, eftir at hon er tilnevnd at verða uttanríkisleiðari í Europeiska Samveldinum (ES). Estiski miðilin ERR skrivar, at Kallas í morgun hevur latið forsetanum, Alar Karis [...] kond. Tá ið toppfundur var í ES síðst í farna mánaði, varð Kaja Kallas tilnevnd at verða uttanríkisráðharri, men fyri at taka við starvinum skal hon góðkennast í ES tinginum. Kaja Kallas hevur tíð síni
– Eg eri fegin um, at eg havi fingið álitið at leiða U21 landsliðið í tvey ár afturat. Samstarvið hevur verið gott, og avrik og úrslit hava sum heild verið góð. Nú fara vit at leggja alla orku í teir fýra [...] skulu spæla í heyst, so at vit enda hesa undankappingina væl. Tað sigur Eyðun Klakstein, ið júst hevur longt sáttmálan við Fótbóltssamband Føroya við tveimum árum, ið merkir, at Eyðun eisini stendur á odda
gamlan drong fyri at hava stungið mammu sína og ein níggju ára gamlan beiggja sín so meint, at tey doyðu. Grannarnir hava greitt frá, at tann tólv ára gamli drongurin er sera snarsintur, og at hann ofta gjørdist [...] enn, men drongurin er nú sendur til eitt sinnissjúkrahús til kanningar, og har fer løgreglan eisini at avhoyra hann. Tann tólv ára gamli er tann yngsti, sum nakrantíð er skuldsettur fyri morð í Maryland
høvuðsstaðnum Katmandu tustu fólk út á gøturnar í gjárkvøldið, eftir at Gyanendra kongur hevði kunngjørt, at hann hevði gjørt av at endurreisa tjóðartingið, sum hann sendi til hús fyri fýra árum síðani [...] andstøðuflokkarnar hittast í dag at taka støðu til, hvussu teir skuldu svara teirri seinastu avgerðini hjá kongi. Amerikanska uttanríkisráðið kunngjørdi í gjár, at tað hevði biðið nøkur av sínum umboðum
árið byrjaði varð spátt, at McLaren Mercedes og Honda vóru millum bestu liðini í hesum kappingarárinum, so jaligar vóru forsøgnirnar, at heimsmeistarin Fernando Alonso avgjørdi, at skriva undir sáttmála við [...] vunnið 4 koyringar og Ferrari hevur vunnið 2, og í løtuni tykist tað sera lítið sannlíkt, at Honda ella McLaren fara at vinna nakra koyring í ár. Fernando Alonso liggur nú á odda í HM kappingini 15 stig framman
útdeytt fyri 11 milliónum árum síðani. Bryan Stuart sigur, at granskararnir hjá WCS halda fram við arbeiðinum í Laos, og hann væntar, at teir fara at finna okkurt forvitnisligt afturat. [...] Í Laos hava granskarar funnið átta froskar, sum eingin hevur sæð fyrr, og nógv bendir á, at talan er um fleiri sløg. Millum annað er eitt slag, har kvennfroskurin er tvær ferðir størri enn kallfroskurin [...] rygginum. Bryan Stuart hjá náttúrufelagsskapinum World Conservation Society sigur við AP-tíðindastovuna, at granskarar vita lítið um náttúruna í skógunum í Laos, tí granskingararbeiðið har hevur verið sera avmarkað
aftur. Eitt lítið brot í lítlutá forðar fyri, at Jónhard kann spæla sum vant. Hetta fekk eisini Jónhard at geva avboð til landsliðið, sum næsta vikuskiftið spælir dysti ímóti Póllandi. Landsliðvenjarin [...] Álopsspælarin Jónhard Frederiksberg hevur roynt at treiskast ímóti einum skaða í lítlutá, men hetta vikuskiftið skal hann halda frí, og væntandi gongur minst ein vika afturat, áðrenn hann kann spæla aftur [...] hevði 19 spælarar við í hópinum, og enn hevur hann ikki boðað frá, at hann hevur tikið nakran avloysara út fyri Jónhard. Borgar Kristiansen og Alexandur Johansen verða heldur ikki við Skála ímóti GÍ
gólvið, at fimleikararnir veruliga eru í miðdeplinum og verða ikki líka lætt órógvaðir undir framførslunum. FM kappingin verður skipað í tveimum, fyri at gera hana meira áskoðaravinarliga, tí at kappingarnar [...] Seinastu árini hava liðini verið sera jøvn, so tað verður spennandi at síggja, hvussu leikur fer leygardagin. Feløgini, sum fara at kappast, eru Støkk, Flog, Ljósið og Havnar Fimleikafelag. Føroya Fim
Um eitt lítið ár fara tríggjar milliardir fólk at búgva í stórbýum, og tað er fyrstu ferð í søguni, at fleiri búgva í bý enn á bygd, sigur ST. Men heimsfelagsskapurin ávarar ímóti gongdini, tá nógvastaðni [...] kann enda við harðskapi og ruðuleika. -Megna vit ikki at hjálpa teimum mongu milliónunum, sum savnast í fátækrabýlingunum í stórbýunum, endar tað við, at tey gera uppreistur og taka valdið, sigur ST-talskvinnan [...] fyri Sahara. Meiri enn tveir triðingar av teimum, sum búgva í stórbýunum har, fluttu til býirnar fyri at fáa betri livikor, men liva nú í stórum fátækradømi, og gerandisdagurin er merktur av neyð, sjúku og